týsdagur 9. januar 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 6 - 9. januar 2007
100 handlar rekur tú ikki
aftanfyri skriviborðið
Tað sigur Simon
Stampe, sum er
nýggi stjórin hjá Idé
møblum. Hóast sín
unga aldur er hann
eitt slag av einum
verðinsmanni við
nógvum royndum
innan altjóða handil.
Hesar royndir skal
hann nú brúka í
fyritøkuni, og føra
Idé møblar út um
Danmark og Føroyar
HANDIL
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kr. Vang
Herfyri fekk stóra møbla
ketan Idé møblar nýggjan
stjóra. Simon Stampe eitur
maðurin. Hann er ungur, 38
ára gamal, men hevur hóast
tað drúgvar royndir innan
altjóða handil. Hann hevur
starvast hjá Jysk Sengetøj,
IC Company og Levi’s
Europes.
Nú er hann vorðin stjórin
í Idé møblum, og teir báð
ar seinastu dagarnar hevur
hann
vitjað
føroysku
deildina av Idé møblum.
Orsøkin til hann vitjar her
er rættiliga einføld.
Idé møblar er ein stór
keta, sera stór keta, og hava
tey eitt stað ímillum 100 og
150 fyritøkur. Tað krevur
sín mann at standa á odda
fyri so nógvum handlum,
og Simon Stampe hevur ein
heldur øðrvísi leiðsluhátt,
enn vit vanliga síggja.
– 100 handlar rekur tú
ikki aftanfyri skriviborðið,
sigur hann, tá vit hitta hann
nú hann vitjar í Føroyum.
– Tað er í handlunum at
tingini henda. Hvørja ferð
ein kundi kemur innar er
talan um sannleikans tíma
fyri okkum, og tí er tað
eisini umráðandi hjá mær at
vera við har tingini henda.
Brúka føroyskar
royndir aðrastaðni
Simon Stampe er komin
inn í fyritøkuna við altjóða
royndum. Síðani hann kom
hevur hann vitjað nógv í
teimum ymsu deildunum
hjá fyritøkuni. Hann skal
vera við at lyfta, menna
og vaksa um virksemi
hjá fyritøkuni, sum í dag
hevur 17% av danska
marknaðinum undir sær
og er størsta møblaketan í
Danmark. Simon Stampe
ásannar, at møguleikarnir
at vaksa um virksemi í
Danmark eru avmarkaðir.
Kortini ynskir hann at
styrkja um støðuna har, og
samstundis vil fyritøkan
brúka
hansara
altjóða
royndir soleiðis, soleiðis
at fyritøkan fer at flyta
seg meira yvir á globala
marknaðin. Og hetta er
vitjanin í Føroyum ein
partur av.
– Idé møblar í Føroyum
er ein ógvuliga flottur
handil. Eg kann eisini stað
festa, at tað er óført, at
handilin er valdur at vera
besti handilin í Føroyum
seinastu fýra árini, heldur
Simon Stampe.
– Eg havi verið í fyri
tøkuni í eitt hálvt ár, og
noyðist at seta meg inn í
nógv viðurskifti. Millum
annað hvussu okkara deild
ir kappast við aðrar handlar.
Eg má skilja kappingina
her í Føroyum eisini, tí
tað fái eg heilt víst brúkt
aðrastaðni eisini, sigur
hann.
Vitjanin hevur
týdning
Birgir Andreasen, handils
leiðari, í Idé møblum í Før
oyum, tekur undir við tí,
sum Simon Stampe higartil
hevur ført fram. Men hann
hevur eisini hug at leggja
aftrat, at tey sanniliga
eisini kunnu draga nyttu
av vitjanini hjá Simon
Stampe.
– Menningin innan fyri
øki hevur verið so ógvuslig
seinastu árini, at vit í Før
oyum næstan eru vorðin
partur av globaliseringini.
Júst her hevur vitjanin frá
danska stjóranum eisini
týdning, tí soleiðis merkja
starvsfólk okkara, at vit
eru ein partur av einum
størri marknaði, sum eisini
er uttan fyri Føroyar, sigur
Birgir Andreasen.
Hann vísir eisini á, at
júst hetta vera partur av tí,
sum gongur fyri seg uttan
í heimi hevur týdning hjá
einum fyritøku sum teirra.
– Tí er tað eisini at øll
starvsfólkini árliga verða
boðin ein túr av landinum,
har vit vitjað størri deildir
hjá Idé møblum í Danmark,
umframt at vit eisini vitja
aðrar fyritøkur, sigur Birgir
Andreasen.
Tosa alla tíðina
um menning
Idé møblar er tað, sum á
donskum verður rópt ein
»frivillig« keta. Tað merkir,
at tað eru teir einstøku
handlarnir, sum eiga ketuna
í felag. Sum mótsetning til
tað kunnu vit nevna kapital
ketuna, har tað er ein eigari,
sum eigur nógvar handlar.
Tað merkir, at føroyska
deildin av Idé møblum
eisini sítt at skula sagt, tá
avgerðir verða tiknar í ket
uni. Tí hava Simon Stampe
og Birgir Andreasen alla tíð
ein samskifti sínamillum,
og vitjanin nú er eisini ein
liður í tí samskiftinum.
– Vit tosa alla tíðina sam
an um, hvussu vit kunnu
bøta um fyritøku okkara,
sigur Simon Stampe, og
Birgir Andreasen leggur
aftrat, at annaðhvørt er tú
í menning, ella stendur tú
í stað.
Pent ílatin fíggjarliga
Tað er ein sannroynd, at
ferðin á búskapinum er
høg, og forbrúkið millum
manna er so stórt sum
ongantíð áður. Hetta merkja
tey sanniliga aftur í Idé
møblum.
– Seinasta árið hevur ver
ið eitt tað besta hjá okkum,
og heilt víst tað besta síðani
vit fluttu í hesi húsini.
Men marknaðurin her hjá
okkum er so følin, og tað
gongur skjótt báðar vegir.
Tí mugu vit eisini verða
pent ílatin reint fíggjarliga,
sigur Birgir Andreasen.
Simon Stampe lurtar og
nikkar samtykkjandi. Hann
hevur áður sagt, at hetta
eru royndir, hann heilt
víst fær brúkt aðrastaðni,
nú tey arbeiða við økja
um virksemið uttan fyri
Danmark.
– Vit merkja undanvind í
løtuni í fyritøkuni, og ynskja
at víðka um virksemi.
Til hetta hava vit eitt gott
grundarlag í fyritøkunum í
bæði Danmark og Føroyum,
sigur Simon Stampe, sum
nú arbeiðir við at føra
fyritøkuna næsta stigi fram,
sum er út í heim.
– Tað er í handlunum at tingini henda. Hvørja ferð ein kundi kemur innar er talan um sannleikans tíma fyri okkum, og tí er tað eisini umráðandi hjá mær at vera
við har tingini henda, sigur Simon Stampe, sum her sæst saman við Elsebeth Andreasen, stjóri í Idé møblum í Føroyum, og Birgir Andreasen, handilsleiðara
Mynd: Jens Kr. Vang
– Eg má skilja kappingina
her í Føroyum eisini, tí tað fái
eg heilt víst brúkt aðrastaðni
eisini, sigur Simon Stampe