týsdagur 9. januar 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 6 - 9. januar 2007
19
vinnusíðurnar
skeljaveiði. Flaggskipari var
eingin annar enn Júst í Túni.
Eg minnist, at vit løgdu at á
Toftagjógv eftir honum. Tá
ið vit bóðu hann koma við,
helt Júst fyri, at hann hevði
roynt so mangt undarligt í
lívinum, at hann tað sama
kundi royna hetta eisini.
Sum frá leið fóru fleiri
skip á skeljaveiði og løgdu
veiðina upp á Oyri.
Sjálvur sigldi Edmund
av og á í eini 10-12 ár
tilsamans, og hesi árini
var hann umborð á fleiri
ymiskum skipum, ofta sum
motorpassari.
– Eg vil siga, at í fyritøkuni
O. C. Joensen havi eg tey
flestu árini meira verið tann
praktiski handilsmaðurin,
sum hann tekur til.
Men Edmund hevur eisini
fingist við aling í nógv ár,
bæði saman við Júst í Túni,
Andriasi Reinert og Jákupi
Sverra Joensen.
Stovnaðu partafelag
Í umleið 1980 varð firmaið
O. C. Joensen gjørt um
til partafelag, og tá bygdi
felagið eisini nýtt skeljavirki
og keypti hekkutrolaran
Norðheim til hesa veiði.
– Tað var ein stórur fyri
munur at fáa Norðheim, sum
tekur 55 tons hvønn túrin og
kann – um fiskiskapurin er
góður – landa einaferð um
døgnið. Skipið hevur eisini
skiljimaskinu, og hóast skip
anin við dregginum alla
tíðina hevur verið hin sama,
er dreggið nógv størri í dag,
enn tá ið vit byrjaðu í sínari
tíð.
Edmund sigur, at skelja
virkið virkar eini 4.000 av
skeljum um árið.
– Tað er ógvuliga ymiskt,
hvussu skelin roynist til fiti
og dygdar, men vit plaga at
siga, at eini 10% av veiðini
er kjøt, sigur hann.
Rækjuvirksemi
Rækjuvirkið á Oyri byrjaði
at keypa rækjur í 1986, og
fyri einum ári síðan helt
framleiðslan uppat. Soleiðis
virkaðu tey rækjur til útflutn
ings á Oyri í tilsamans 20 ár
– í hesum umfari.
Tá ið meginparturin av
føroyska rækjuskipaflotan
um fór av knóranum, gjørdist
einki hjá rækjuvirkinum á
Oyri, tí skulu rækjur úr eitt
nú Grønlandi og Kanada
arbeiðast á virkinum, skal
verjutollur rindast til ES, tá
ið lidna vøran verður seld.
– Marginalarnir í hesi
vinnu eru so mikið smáir, at
slík vinna verður ikki lønandi
undir verandi umstøðum,
sigur Edmund.
Hann heldur tað vera
harmiligt, at rækjuvirksemið
á Oyri skuldi halda uppat,
samstundis sum hópur av
rækjum verða veiddar í eitt
nú Grønlandi og Kanada.
– Tað hava ongantíð verið
fiskaðar so nógvar rækjur
í Norðuratlantshavi sum í
løtuni, og ongantíð hava
fleiri pilkaðar rækjur verið
seldar. Kortini ber ikki til við
teimum tollviðurskiftum, vit
hava, at skapa lønandi vinnu
her heima, sigur hann.
Edmund Joensen vísir á,
at tá ið vit selja uppruna
rækjur, t.v.s. rækjur, sum
verða veiddar undir før
oyskum flaggi, kunnu hes
ar seljast tollfrítt til ES.
Haraftrat kemur, at vit við
kummuleringsavtaluni eisini
kunnu keypa, virka og selja
íslendskar og norskar rækjur
sum føroyskar.
– Men tað er í Grønlandi
og Kanada, at tær stóru nøgd
irnar verða veiddar, og har
sleppa vit ikki undan toll
inum, leggur hann aftrat.
. C. Joensen á Oyri
Rækjuvirkið á Oyri byrjaði
at keypa rækjur í 1986, og
fyri einum ári síðan helt
framleiðslan uppat. Soleiðis
virkaðu tey rækjur til
útflutnings á Oyri í tilsamans
20 ár – í hesum umfari
Mynd: Vilmund Jacobsen
Kjøtnýtslan hevur ongan
tíð verið størri, enn hon er
í dag, og tað eru serliga tey
ungu, sum ikki leggja so
nógv í at fáa fisk at eta
Annechen Bugge, sum
starvast innan brúkara
gransking í Noregi, sigur
við norskar fjølmiðlar,
at nýtslan av kjøti hevur
ongantíð verið størri enn
nú. Samstundis hevur
eisini verið stórur vøkstur
í nýtsluni av ”hvítum”
kjøti, sum vit kunnu hugsa
okkum er høsnarungi og
annar slíkur fenaður.
Hon sigur, at fiskur við
nøkrum fáum undantøkum
er við at missa fótafestið á
marknaðinum.
– Tað er ikki so einfalt at
siga, hví tað er so, men tað
eru serliga tey ungu, sum
”svíkja” fiskin.
Annechen Bugge sigur,
at 22% av teimum spurdu
siga seg eta fisk ella fiska
mat tríggjar ferðir um vik
una - ella oftari.
– Hinvegin siga bert
10% av teimum, sum eru
millum 15 og 24 ár, seg eta
fisk ella fiskamat í sama
mun sum fjøldin annars,
sigur hon. (-vilmund)
Tey ungu
»svíkja« fiskin
Tað eru serliga tey ungu, sum dáma betur kjøt enn fisk
Í Noregi siga framleiðarar, at stórur áhugi er fyri klippfiski,
og norðmenn vænta sær nógv góð ár framyvir
Norski útflutningurin av klippfiski til Brasiliu vaks við
30% í 2006.
Tað veit NRK at siga.
Hetta hendir samstundis, sum prísirnir á klippfiski úr toski
eru øktir við 40% í Sao Paulo-økinum.
Men brasilianarar eta ikki so nógvan klippfisk í part, sum
eitt nú fólk í Portugál gera.
180 miljónir brasilianarar eta nevniliga bert 200 gram
av klippfiski í part um árið, meðan hvør íbúgvi í Portugál
í miðal etur 7,5 kilo.
Í Noregi siga framleiðarar, at stórur áhugi er fyri klippfiski,
og norðmenn vænta sær nógv góð ár framyvir. (-vilmund)
Noreg økir útflutningin til Brasiliu
Brasilia keypir
størri og størri
nøgdir av
saltfiski úr
Noregi
Út við 400 fólk blivu burtur
í Java-havinum við bila-og
ferðafólkaferjuni, Senopati
Nusantara, tá hon sakk fyri
10 døgum síðan.
Sunnukvøldið vórðu 14
saknaði funnin aftur á lívi
á einum bjargingarflaka
– níggju samdøgur eftir
skipsbrotið.
Tað var eitt farmaskip,
sum kom fram á flakan og
tey 14 fólkini. Flakin var
rikin heilar 600 kilometrar
burtur frá staðnum, har
ferjan fórst.
15 fólk vóru á flakanum,
men tann eini doyði beint
eftir, at øll vóru fingin
umborð á farmaskipið.
Tíðindastovan
AP
hevur hesi tíðindini frá
bjargingarleiðsluni í Bali.
Tað var tann 29. desem
ber, at ferjan sakk á veg úr
Borneo til Java, og seinastu
almennu tølini siga, at 628
fólk vóru umborð, tá ið van
lukkan hendi.
F l e i r i
hundrað fólk vórðu stongd
inni, tá ið ferjan sakk.
Áðrenn tey 14 vórðu
funnin á lívi sunnudagin,
eru skásett 220, sum eru
sloppin frá skipsbrotinum
við lívinum.
Seinasta mikudag funnu
bjargingarfólk 12 onnur
ferðafólk á lívi, og millum
hesi var ein seks ára gamal
drongur og pápi hansara.
Tað var illveður á leiðini,
tá ið ferjan sakk.
(-vilmund)
14 fólk funnin
á lívi