týsdagur 9. januar 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 6 - 9. januar 2007
vinnusíðurnar
AfturhvArv
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nú P/F Thor í Hósvík hevur
keypt 60% av felagnum O.
C. Holding á Oyri, kundi
verið áhugavert í stuttum
at hugt at søguni aftanfyri
gamla felagið á Oyri.
Meðan Thor byrjaði sítt
virksemi í smáum tíðliga í
nítiárunum, og í dag hevur
eini 400-500 fólk í starvi,
hevur gamla navnið O.C.
Joensen røtur langt afturi í
tíðini.
Tað eru kanska eini 100 ár
síðan, at abbin til tey fimm
systkini, sum seinastu mongu
árini hava staðið aftanfyri
virksemið í Oyri, fór undir
virksemi, sum seinni í tíðini
vaks seg rættiliga stórt.
Bóndasonur slóðaði
Sosialurin hevur spurt
Edmund Joensen, sum í
nógv ár var stjóri og nevnd-
arformaður í felagnum, um
søguna aftanfyri virksemið.
Vit hittu hann í telefonini
í gjár, tá ið hann var í Dan-
mark. Hetta er tískil ikki
nøkur neyv lýsing, men bert
eitt ”strok” um tað virksemi,
ið seinni gjørdist til tað, sum
mong seinnu kendu tað.
– Navnið O. C. Joensen
hevur sín uppruna hjá
abba mínum, Ole Christian
Joensen, sum var bóndasonur
av Oyri, og sum sjálvur eisini
var bóndi. Men tað virksemi,
sum hann byrjaði fyri eini
100 árum síðan, kann á
ongan hátt samanberast
við tað virksemi, sum upp
ígjøgnum tíðirnar spurdist
burtur úr. Men navnið hevur
hingið eftir – og gjørdi tað
framvegis, nú meirilutin av
O. C. Holding varð seldur á
aðrar hendur.
Edmund sigur, at abbi hans-
ara hevði handilsloyvi og
lítlan handil í bygdini – ein
sonevndan ”klovahandil”,
ið fyrst og fremst seldi neyð-
synjarvørur.
Sildavirksemi
Synir Ole Christian Joensen,
Poul og Jógvan Joensen,
førdu síðan navnið víðari
sum firma O. C. Joensen.
Teir høvdu handil við fjøl-
broyttum úrvali, har teir
seldu alt millum himmal og
jørð - heilt frá matvørum til
eitt nú timbur og olju.
Teir
høvdu
líkasum
heilsøluvirksemi.
– Tá ið eg var ungur,
keyptu teir fjarðasild, bæði frá
bátum í Sundalagnum og av
Skálafjørðinum, tá ið sild stóð
á firðum og sundum. Hetta
var ein lutfalsliga stór vinna
eftir tátíðar mátistokki.
Í fimtiárunum fóru teir so
eisini at keypa havsild, og í
hesum sambandi leigaðu teir
gjøgnum árini fleiri ymisk
skip til garnaveiði.
– Sildin varð løgd upp á
Oyri, og um veturin varð
hon tikin uppaftur úr tunn-
unum, skild í støddir og
eftir góðsku, vigað og síðan
pakkað av nýggjum til
útflutnings.
Edmund sigur, at umframt
at leiga skip til sildaveiði í
vertíðini, keypti felagið
eisini skip, eitt nú Agnas
Louise, ið einaferð gjørdist
partur av valorrustu.
– Í vertíðini var hetta ein
rættiliga stór vinna eftir
tátíðar mátistokki – og eisini,
tá ið sildin skuldi pakkast av
nýggjum og avskipast.
Eini tvey ár, áðrenn norð-
havssildin helt uppat í 1967,
keypti felagið eisini Poppy.
Tá ið eingin sild var at
fáa meira, fór Poppy at føra
sand, sum báturin tók upp
við grabba, og Edmund
minnist onkra buldrasliga
ferð heilt suður til Suðuroyar
við sandi.
Skeljaveiðan
Móti endanum av sekstiárun-
um fóru oyrarmenn at fyri-
reika seg til skeljaveiði, sum
skuldi gerast ein týðandi
partur av virksemi felagsins
– og er tað enn í dag heili
36-37 ár seinni.
Edmund sigur, at teir
fóru niður til Hetlands at
kunna seg um hesa veiði
og framleiðslu, og Poppy
varð riggaður til har niðri
við dreggum og øllum, sum
hoyrir til hesa veiði.
– Vit fingu stóra hjálp frá
Sofusi Poulsen, sum longu
tá var okkara umboðsmaður
í Aberdeen. Hann var ein
góður maður at hava har
niðri. Sofus hjálpti okkum
at fáa fatur á reiðskapi í
Skotlandi, og tá ið skipið
kom heimaftur til Føroya,
var klárt at loysa og fara á
royndarveiði.
Í Hetlandi veiddu og virk-
aðu teir mest eina størri
skel enn okkara jákupsskel,
men teirra virksemi var
ógvuliga primitivt, eins og
tað í byrjanini eisini var í
Føroyum.
Aftrat sær til hjálpar at
fáa eina skeljavinnu á føt-
ur í Føroyum, hevði O. C.
Joensen eisini ein dana,
Benny Jensen, sum hevði
skil fyri dygd. Hesin var
eisini við í USA fyri at
kunna seg um dygd-og
marknaðarviðurskifti.
Edmund heldur seg minn-
ast, at Poppy var klár at fara
á skeljaveiði 1. desember í
1970.
– Eg hevði eingi papp-
írir, men var virkandi
skipari umborð á Poppy á
Søgan í stuttum aftanfyri O.
– Navnið O. C. Joensen hevur sín uppruna hjá abba
mínum, Ole Christian Joensen, sum var bóndasonur av
Oyri, og sum sjálvur eisini var bóndi. Men tað virksemi,
sum hann byrjaði fyri eini 100 árum síðani, kann á
ongan hátt samanberast við tað virksemi, sum upp
ígjøgnum tíðirnar spurdist burtur úr. Men navnið hevur
hingið eftir – og gjørdi tað framvegis, nú meirilutin í O.
C. Holding varð seldur, sigur Edmund Joensen, sum í
stuttum greiðir frá tí virksemi, sum hevur verið á Oyri
upp ígjøgnum árini
Móti endanum av sekstiárunum fóru oyrarmenn at fyrireika
seg til skeljaveiði, sum skuldi gerast ein týðandi partur av
virksemi felagsins – og er tað enn í dag heili 36-37 ár seinni.
Hekkutrolarin Norðheim hevur í mong ár tryggjað virkinum
rávøru, umleið 4.000 tons um árið
Mynd: Vilmund Jacobsen
Kanningar, sum Danmarks Fiskeriundersøgelser gjørdi í
desember, vísa, at nógv minni av nebbasildayngli er til í ár
enn somu tíð í fjør
Danir kunnu ikki vænta sær góðan fiskiskap eftir nebbasild
í nærmastu framtíð, um kanningarnar, sum Danmarks
Fiskeriundersøgelser gjørdi í desember, eru álítandi.
Kanningarnar vísa nevniliga, at títtleikin av nebbasild í
kannaðu økjunum var 50% minni í desember í ár enn sama
mánaða árið fyri.
Bæði fiskur og fuglur eta nebbasild, so óhugsandi er ikki,
at hetta upp á sikt kann koma at merkjast - í havinum og
oman á havinum. (-vilmund)
Nógv minni av nebbasild
Kanningarnar av nebbasild, sum danir hava
gjørt, vísa, at lítið er til av yngli