Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-09, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. januar 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 6 - 9. januar 2007 vinnusíðurnar Útróður Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Mynd: Jens Kr. Vang Eiði: Teir eru komnir at landi fyri løtu síðani, teir fýra menninir umborð á línu­bátinum Norðsøka. Tey 9000 pundini eru av­reidd til virkið Bátafiskur henda fríggjamorgunin, og teir takast við okkurt í maskin­uni. Veðurmenninir boða frá meiri vindi um kvøldið, og tí verður eingin túrur beint nú, hóast streymurin er í minking. - Tá streymurin er nógv­ ur, riggar ikki so væl við línuni her norðanfyri, sig­ ur Asbjørn Djurhuus úr Tjørnuvík, sum er útgerð­ armaður hjá Norðsøka. Saman við tveimum av brøðrum sínum og einum manni úr Svínoy keyptu teir bátin fyri skjótt 10 árum síðani. Norðsøki hevur vanliga 50 stampar við, onkutíð 54, tá teir leggja frá landi. Við umborð eru vanliga fýra mans, meðan tveir eru í landi. Føða seg Norðsøki hevur verið heima­ hoyrandi á Eiði í mong ár, men nú er tað felagið Bakur á Selatrað sum hevur átt bátin síðani 1997. Hann er bygdur fyri 65 árum síðani – í 1942 – og er í roynd og veru helst elsti línubáturin í landinum. Hóast hetta er hann í góð­um standi, sær væl út – ja, og fiskar haraftrat sera væl! Tað er helst so, sum As­bjørn Djurhuus sjálvur tekur til: - Teir føða seg so við tí, teir fáa! Fiskaðu fyri 6 mió Nú vit eru farin inn í eitt nýtt ár, er vanligt at líta aftur um bak. Tað hevur Asbjørn eisini gjørt, tá talan er um veiðu og úrslit hjá Norðsøka. Hann kann bara staðfesta, at árið í fjør royndist avbera væl. Teir hava fiskað fyri nær­ um 6 mió. kr. og manning­ arparturin var oman fyri 400.000 kr. - So tað er ikki heilt av leið, slær Asbjørn fast. Vestligur Fyrstu dagarnir í hesum ári­ num hava verið góðir til veður, og í løtuni er streym­ urin eisini til vildar hjá línu­ bátunum. Tá vit vitjaðu á Eiði fríggjadagin høvdu teir verið tveir túrar til útróð­ rar í ár – hósdagin og fríggjadagin í teirri vikuni. Talan var um tveir rættiliga góðar túrar. Norður úr Barinum hava teir fingið rættiliga góða og stóra hýsu, og teir høvdu sjálvandi havt hug at lagt – Teir føða seg við tí teir Línubáturin Norðsøki av Selatrað hevði eitt gott ár í fjør. Hetta árið er somuleiðis byrjað væl! Undirklæði, dansur og karaoke í Mentanarhúsinum Mentanarhúsinum í Fuglafirði er leygarkvøldið karmur um DJ-show, dansishow, karaokekapping og mótasýning við undirklæðum. James Olsen verður vertur á tiltakinum og hann skipar saman við Mark Joensen fyri karaoke-kappingini, og fara m.a. at spæla spildurnýggj hittløg o.a. Underwear í Klaksvík skipar fyri mótasýningini av lingerie. Dansigenturnar eru millum annað kendar fyri sínar framúrskarandi framførslur á Hotel Føroyum í sambandi við jólaborðhaldini í fjør. Tiltakið verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið 13.januar kl. 23:30. Skipað er fyri bussambandi. Fyrireikararnir heita á fólk, um at bíleggja pláss beinanvegin av tí, at bussarnir koyra bert um nóg nógv tekna seg. Tilmelding er á: Havnarleiðin 59 59 59, Vága/Vestmannaleiðin 21 77 72, Eysturoyaleiðin 50 52 20 og Klaksvíksleiðin 50 52 20