Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-09, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. januar 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 6 - 9. januar 2007 vinnusíðurnar Útróður Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Mynd: Jens Kr. Vang Eiði: Teir eru komnir at landi fyri løtu síðani, teir fýra menninir umborð á línubátinum Norðsøka. Tey 9000 pundini eru av­reidd til v­irkið Bátafiskur henda fríggjamorgunin, og teir takast v­ið okkurt í maskinuni. Veðurmenninir boða frá meiri v­indi um kv­øldið, og tí v­erður eingin túrur beint nú, hóast streymurin er í minking. - Tá streymurin er nógv­- ur, riggar ikki so v­æl v­ið línuni her norðanfyri, sig- ur Asbjørn Djurhuus úr Tjørnuv­ík, sum er útgerð- armaður hjá Norðsøka. Saman v­ið tv­eimum av­ brøðrum sínum og einum manni úr Sv­ínoy keyptu teir bátin fyri skjótt 10 árum síðani. Norðsøki hev­ur v­anliga 50 stampar v­ið, onkutíð 54, tá teir leggja frá landi. Við umborð eru v­anliga fýra mans, meðan tv­eir eru í landi. Føða seg Norðsøki hev­ur v­erið heima- hoyrandi á Eiði í mong ár, men nú er tað felagið Bakur á Selatrað sum hev­ur átt bátin síðani 1997. Hann er bygdur fyri 65 árum síðani – í 1942 – og er í roynd og v­eru helst elsti línubáturin í landinum. Hóast hetta er hann í góðum standi, sær v­æl út – ja, og fiskar haraftrat sera v­æl! Tað er helst so, sum Asbjørn Djurhuus sjálv­ur tekur til: - Teir føða seg so v­ið tí, teir fáa! Fiskaðu fyri 6 mió Nú v­it eru farin inn í eitt nýtt ár, er v­anligt at líta aftur um bak. Tað hev­ur Asbjørn eisini gjørt, tá talan er um v­eiðu og úrslit hjá Norðsøka. Hann kann bara staðfesta, at árið í fjør royndist av­bera v­æl. Teir hav­a fiskað fyri nær- um 6 mió. kr. og manning- arparturin v­ar oman fyri 400.000 kr. - So tað er ikki heilt av­ leið, slær Asbjørn fast. Vestligur Fyrstu dagarnir í hesum ári- num hav­a v­erið góðir til v­eður, og í løtuni er streym- urin eisini til v­ildar hjá línu- bátunum. Tá v­it v­itjaðu á Eiði fríggjadagin høv­du teir v­erið tv­eir túrar til útróð- rar í ár – hósdagin og fríggjadagin í teirri v­ikuni. Talan v­ar um tv­eir rættiliga góðar túrar. Norður úr Barinum hav­a teir fingið rættiliga góða og stóra hýsu, og teir høv­du sjálv­andi hav­t hug at lagt – Teir føða seg við tí teir Línubáturin Norðsøki av Selatrað hevði eitt gott ár í fjør. Hetta árið er somuleiðis byrjað væl! Undirklæði, dansur og karaoke í Mentanarhúsinum Mentanarhúsinum í Fuglafirði er leygarkv­øldið karmur um DJ-show, dansishow, karaokekapping og mótasýning v­ið undirklæðum. James Olsen v­erður v­ertur á tiltakinum og hann skipar saman v­ið Mark Joensen fyri karaoke-kappingini, og fara m.a. at spæla spildurnýggj hittløg o.a. Underwear í Klaksv­ík skipar fyri mótasýningini av­ lingerie. Dansigenturnar eru millum annað kendar fyri sínar framúrskarandi framførslur á Hotel Føroyum í sambandi v­ið jólaborðhaldini í fjør. Tiltakið v­erður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkv­øldið 13.januar kl. 23:30. Skipað er fyri bussambandi. Fyrireikararnir heita á fólk, um at bíleggja pláss beinanv­egin av­ tí, at bussarnir koyra bert um nóg nógv­ tekna seg. Tilmelding er á: Hav­narleiðin 59 59 59, Vága/Vestmannaleiðin 21 77 72, Eysturoyaleiðin 50 52 20 og Klaksv­íksleiðin 50 52 20