týsdagur 9. januar 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 6 - 9. januar 2007
21
vinnusíðurnar
2900
tons
í fjør
Tá teir byrjaðu at
taka ímóti fiski
á Bátafiski fyri
nøkrum árum
síðani var trupult,
fyri ikki at siga
ógjørligt at fáa
nakað fyri hýsuna í
heila taki.
Í dag er støðan
munandi broytt, nú
menn fáa heilt upp í
19 krónur fyri kilo.
Virki
Snorri Brend
Eiði: Aftanfyri Bátafisk
eru fimm smábátar sum
eiga 1/3 í virkinum,
útróðrarbátarnir Norð
søki og Hvíthamar eiga
1/3, meðan tann seinasti
triðingurin er á landi,
Rainbow sum selur fyri
bátarnar.
Bátafisk varð stovnað
fyri at taka ímóti útróðrar
fiski. Í seinastuni hevur
tó verið meiri at fingið
av hýsuni, og við tí góða
fiskaprísinum er einki
sum bendir á at menn
fara at gevast at veiða
hetta fiskaslagið.
Í fjør tók virkið ímóti
2900 tonsum, og var tað
heldur meiri enn árið
fyri.
- Eg haldi ikki at
tað sær so galið út fyri
2007.
- Enn er várið ikki
komið, og vit fara nokk
at síggja meiri til toskin,
sigur Asbjørn Djurhuus,
sum er nevndarformaður
í Bátafiski.
fáa
frá landi aftur hetta kvøldið
og á sama stað.
Men veðurmenninir boð
aðu hinvegin frá nógvum
vindi um kvøldið, so henda
útróðrarferðin varð av ong
um.
- Nú er hann vorðin so
mikið vestligur í ættini, at
tað verður trupult at fara
avstað, sigur Asbjørn.
Norðsøki avreiddi annars
12.000 pund hósdagin, og
fríggjamorgunin løgdu teir
9000 pund upp á land til
Bátafisk á Eiði.
Hjálpir uppá prísin
Norðsøki varð í síni tíð
smíðaður úr eik í Holbæk
í Danmark. Tær skiftandi
manningarnar umborð á
bátinum vita tí alt um ójavn
ar fiskitíðir.
Í seinastuni hevur tó verið
nógv at fingið – serliga av
hýsu. Haraftrat hava teir
fingið væl fyri veiðuna.
- Jú, teir hava fiskað væl,
og tá fiskaprísurin er í toppi,
so skuldi borið væl til.
- Teir hava fingið upp í
18-19 kr. fyri kilo. Slíkt er
óhoyrt, sigur Asbjørn.
Eitt er nøgdin av hýsu,
eitt annað prísurin. Eitt
heilt triðja er, hvussu hýsan
er fyri.
Sambært Asbjørn er hon
væl fyri, - so væl, sum hann
sjáldan hevur sæð áður.
Fyrr var ofta tosað um
hýsu 3. Í dag er alt eftir
vekt, so støddin nú er at
meta sum hýsa 2.
- Tað hjálpir eisini væl
uppá prísin, sigur hann.
Besta fløga á AME
Umframt heiðurin og snotiligu planetina sleppur vinnarin av planetini fyri bestu fløgu á Planet
Awards á pallin á AME tiltakinum, ið Norðurlandahúsið skipar fyri.
Hetta er ein stórur møguleiki hjá Planetvinnaranum, ið sostatt sleppur at framføra fyri nógvu
innbodnu gestunum úr tónleikaídnaðinum.
Fyri at atkvøða um hvør skal vinna planetina, kanst tú senda eini sms boð til 1930, við koduni,
ið stendur aftan fyri tað navnið, ið tú vilt atkvøða fyri. Hvørt sms kostar 5 kr, og tú hevur loyvi at
atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald kunnu atkvøða:
Planet Awards verður 27. januar tilnevningarnar til planetina fyri bestu útgávu eru hesar:
Gestir – Burtur frá Toftunum pla bu 1, Makrel – Transcend pla bu 2, The Dreams – Tazy pla bu
3, Teitur – Stay Under The Stars pla bu 4, Týr – Ragnarok pla bu 5
nud
- Útlinini fyri
2007 eru góð, sigur
Asbjørn Djurhuus,
útgerðarmaður hjá
Norðsøka
Nógv arbeiði er á Batafiski. Tey seks arbeiðsfólkini hava úr at gera
Norðsøki er elsti
línubáturin í landinum
– bygdur í 1942 úr eik
í Holbæk. Enn roynist
hann væl