Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-09, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. januar 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 6 - 9. januar 2007 vinnusíðurnar Hendingarík vika Hendan fyrsta vikan av 2007 hevur verið hendingarík. Nógv verður aftur handlað á flest øllum marknaðum eftir jólafrítíðina, og prísir hava flutt seg rættiliga nógv. Mest markanta broytingin er hend á orkumarknaðinum, har ráoljuprísurin lækkaði 10% uppá fáar dagar. Hann liggur nú um 55 dollarar fyri tunnuna. So stór lækking var rættiliga óvæntað. Veturin hevur higartil verið heitari enn vanligt í USA, og íleggjarar vænta, at veturin framvegis verður mildur. Hetta minkar um eftirspurningin eftir olju. Lági oljuprísurin stuðlar undir partabrævakursum. Lánsbrævarentur støðugar Eftir hækkingina á 0,20%-stig í desember hava lánsbrævarenturnar verið støðugar hesa farnu vikuna. 10-ára rentan er nú 3,95%, og hon er sostatt enn lægri enn 1-árs rentan. Oljuleitifeløg í undanvindi Skipaflutningsfelagið D/S Norden kann fara at hækka. Orsøkin er hækkandi turrlastratur frá einum frammanundan høgum stigi, umframt at skipaprísirnir aftur eru farnir at hækka. Hetta var ein av orsøkunum til at norska reiðaríið Golden Ocean hækkaði 5% mánadagin. Oljuleitifelagið Mærsk Contractors er í løtuni sera lønandi. Hettar tí endurnýggjanin av eitt til tvey ára sáttmalunum, sum fer fram í ár, verður gjørd til ein væl hægri prís enn fyri tveimum árum síðan, tí oljuprísurin er hægri. Harumframt hevur felagið nýbygningar á veg fyri 17 mia. kr. Hesa vikuna Hendan vikan verður væntandi merkt av, at farna vika var so hendingarík. Tað koma tó ikki nógv áhugaverd búskapartíðindi. Orkuprísirnir, sum lækkaðu um 10% í farnu viku, og tað at meiri gongd er komin á handilin eftir dvalan í desember, fara væntandi eisini at gera hesa vikuna hendingaríka. Høgni Lisberg kundi í gjár skriva enn eitt land á listan yvir støð har fløgan Morning Dew er givin út, hesaferð er tað Sveis, ein marknaður ið als ikki er ókendur fyri unga leirvíkingin. Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Ársins fløga 2005 í Før­oy­ um varð í gjár givin út í Sveis. Morning Dew hjá Høg­na Lisberg skal nú roy­ na seg á uppaftur einum mark­na­ði. Morning Dew hevur lyft Høgna Lisberg frá at vera fyrr­ver­an­di Clickhaze trum­ mu­leik­­ar­­in, sum royn­ir seg sum singer/song­writ­er, til at vera eitt av best umtóktu før­oy­sku tón­leik­a­nøvn­ un­um við væleydnaðum fram­­før­­sl­­um á Asfalt, G! og Summarfestivalinum og flei­ri stórhittum á 15 teim­ um bestu. Fløgan varð í fjør givin út í Belgia, Íslandi og Dan­ mark og tá 2007 var 8 dagar gam­alt varð fløgan givin út í Sveis. Fyri nøkrum árum síð­an gjørdi Høgni eitt sind­ur um seg í Sveis, við kon­sert­ um og fyrru fløguni Most Beautiful Things. Most Beutiful Things varð on­gan­ tíð givin út í Sveis, men var at fáa í onkrum handli um­framt, at hon varð seld á konsertunum hjá Høgna. Tað var í sambandi við vit­ jan­i­na hjá Høgna í Sveis, at hann kom í samband við Marc Allenspach frá Inside Agency, ið er eitt bookingfelag. Hetta sam­ band hava teir hildið øll ár­ini. Í februar er Høgni boð­in at luttaka á einum norð­ur­­ lend­skum festivali í Sveis, Nordklang. Most Beauti­ful Thinigs var fyrsta norð­ur­ lend­ska fløgan, sum fel­ags­ skap­ur­in handan festivalin gav út í Sveis, og síðan hetta er virksemið hjá fel­ags­skap­ in­um vaksið til at fevna um allan norðurlendskan tón­ leik. Í sambandi við festi­ val luttøkuna, hevur Marc Allensbach avgjørt at geva fløguna út á plátufelag sín­ um. Útbreiðsluna tekur K- Tel sær av. Hetta er eitt stórt útbreiðslufelag í Sveis og avtalan er sambært Høgna sera góð. - Tey fáa grafisku fílarnar og ljóðfílarnar og standa so fyri allari framleiðsluni og kostnaðinum av hes­ um. Hetta minnir um av­tal­ una, ið eg havi fingið í Danmark. Eg haldi tað er ein fyrimunur, at tey seta pen­in­ga í, tí tað forpliktar tey eisini til at royna at selja fløg­una, sigur Høgni. Danski tón­leika­fel­ags­ skap­ur­in ROSA stuðlar Nord­klang í Sveis, og ger hetta m.a. við at senda Høg­na Lisberg og bólk til Sveis. Í hesum sambandi hev­­ur bookingfelagið The In­side Agency fing­ið í lag eina mini út­gá­vu­kon­sert­ ferð, soleiðis at Høgni og bólkurin spæla 6 konsertir í Sveis. Umframt Høgna og bólk­ in luttaka m.o. Kristian Blak og Spælimenninir, Val­ ravn, Anfenginn, Hush og Brok­en Beats. Morning Dew kemur út í Sveis Almennur fundur um happing/trivnað Hóskvøldið tann 11 . januar kl 19 verður fundur í fimleikahøllini fyri foreldrum o. ø. áhugaðum. Skrá: Stig Sørensen, skeiðsleiðari í DK, greiðir frá, hvussu vit kunnu fyribyrgja happing. Høvi verður eisini at seta spurningar! Skúlastýrið og Fuglafjarðar skúli                                  SEK      Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.              Mark­nað­ar­rák