Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-09, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. januar 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 6 - 9. januar 2007 vinnusíðurnar Hendingarík vika Hendan fyrsta vikan av 2007 hevur verið hendingarík. Nógv verður aftur handlað á flest øllum marknaðum eftir jólafrítíðina, og prísir hava flutt seg rættiliga nógv. Mest markanta broytingin er hend á orkumarknaðinum, har ráoljuprísurin lækkaði 10% uppá fáar dagar. Hann liggur nú um 55 dollarar fyri tunnuna. So stór lækking var rættiliga óvæntað. Veturin hevur higartil verið heitari enn vanligt í USA, og íleggjarar vænta, at veturin framvegis verður mildur. Hetta minkar um eftirspurningin eftir olju. Lági oljuprísurin stuðlar undir partabrævakursum. Lánsbrævarentur støðugar Eftir hækkingina á 0,20%-stig í desember hava lánsbrævarenturnar verið støðugar hesa farnu vikuna. 10-ára rentan er nú 3,95%, og hon er sostatt enn lægri enn 1-árs rentan. Oljuleitifeløg í undanvindi Skipaflutningsfelagið D/S Norden kann fara at hækka. Orsøkin er hækkandi turrlastratur frá einum frammanundan høgum stigi, umframt at skipaprísirnir aftur eru farnir at hækka. Hetta var ein av orsøkunum til at norska reiðaríið Golden Ocean hækkaði 5% mánadagin. Oljuleitifelagið Mærsk Contractors er í løtuni sera lønandi. Hettar tí endurnýggjanin av eitt til tvey ára sáttmalunum, sum fer fram í ár, verður gjørd til ein væl hægri prís enn fyri tveimum árum síðan, tí oljuprísurin er hægri. Harumframt hevur felagið nýbygningar á veg fyri 17 mia. kr. Hesa vikuna Hendan vikan verður væntandi merkt av, at farna vika var so hendingarík. Tað koma tó ikki nógv áhugaverd búskapartíðindi. Orkuprísirnir, sum lækkaðu um 10% í farnu viku, og tað at meiri gongd er komin á handilin eftir dvalan í desember, fara væntandi eisini at gera hesa vikuna hendingaríka. Høgni Lisberg kundi í gjár skriva enn eitt land á listan yvir støð har fløgan Morning Dew er givin út, hesaferð er tað Sveis, ein marknaður ið als ikki er ókendur fyri unga leirvíkingin. Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Ársins fløga 2005 í Føroy- um varð í gjár givin út í Sveis. Morning Dew hjá Høgna Lisberg skal nú roy- na seg á uppaftur einum marknaði. Morning Dew hevur lyft Høgna Lisberg frá at vera fyrrverandi Clickhaze trum- muleikarin, sum roynir seg sum singer/songwriter, til at vera eitt av best umtóktu føroysku tónleikanøvn- unum við væleydnaðum framførslum á Asfalt, G! og Summarfestivalinum og fleiri stórhittum á 15 teim- um bestu. Fløgan varð í fjør givin út í Belgia, Íslandi og Dan- mark og tá 2007 var 8 dagar gamalt varð fløgan givin út í Sveis. Fyri nøkrum árum síðan gjørdi Høgni eitt sindur um seg í Sveis, við konsert- um og fyrru fløguni Most Beautiful Things. Most Beutiful Things varð ongan- tíð givin út í Sveis, men var at fáa í onkrum handli umframt, at hon varð seld á konsertunum hjá Høgna. Tað var í sambandi við vit- janina hjá Høgna í Sveis, at hann kom í samband við Marc Allenspach frá Inside Agency, ið er eitt bookingfelag. Hetta sam- band hava teir hildið øll árini. Í februar er Høgni boðin at luttaka á einum norður- lendskum festivali í Sveis, Nordklang. Most Beautiful Thinigs var fyrsta norður- lendska fløgan, sum felags- skapurin handan festivalin gav út í Sveis, og síðan hetta er virksemið hjá felagsskap- inum vaksið til at fevna um allan norðurlendskan tón- leik. Í sambandi við festi- val luttøkuna, hevur Marc Allensbach avgjørt at geva fløguna út á plátufelag sín- um. Útbreiðsluna tekur K- Tel sær av. Hetta er eitt stórt útbreiðslufelag í Sveis og avtalan er sambært Høgna sera góð. - Tey fáa grafisku fílarnar og ljóðfílarnar og standa so fyri allari framleiðsluni og kostnaðinum av hes- um. Hetta minnir um avtal- una, ið eg havi fingið í Danmark. Eg haldi tað er ein fyrimunur, at tey seta peninga í, tí tað forpliktar tey eisini til at royna at selja fløguna, sigur Høgni. Danski tónleikafelags- skapurin ROSA stuðlar Nordklang í Sveis, og ger hetta m.a. við at senda Høgna Lisberg og bólk til Sveis. Í hesum sambandi hevur bookingfelagið The Inside Agency fingið í lag eina mini útgávukonsert- ferð, soleiðis at Høgni og bólkurin spæla 6 konsertir í Sveis. Umframt Høgna og bólk- in luttaka m.o. Kristian Blak og Spælimenninir, Val- ravn, Anfenginn, Hush og Broken Beats. Morning Dew kemur út í Sveis Almennur fundur um happing/trivnað Hóskvøldið tann 11 . januar kl 19 verður fundur í fimleikahøllini fyri foreldrum o. ø. áhugaðum. Skrá: Stig Sørensen, skeiðsleiðari í DK, greiðir frá, hvussu vit kunnu fyribyrgja happing. Høvi verður eisini at seta spurningar! Skúlastýrið og Fuglafjarðar skúli                                  SEK      Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.              Marknaðarrák