Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-09, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. januar 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 6 - 9. januar 2007 23 SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo ítróttur Neistin-Stjørnan: Odda­ liðini bresta aftur saman Neistin tekur ímóti Stjørnuni í fyrru hálvfinaluni teirra millum í Coca Cola- kappingini í kvøld HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Tey hava mynda oddin í bestu kvinnudeildini í hondbólti seinastu árini, og mest sum hvør innanhýsis dystur hevur verið ótrúliga spennandi. Sunnudagin møttust tey seinast, og tá býttu tey um pláss á stigatalvuni. Talan er sjálvandi um Neistan og Stjørnuna. Sunnudagin vann Stjørnan toppdystin teirra millum, og tá løgdu tær seg eisini á odda í best kvinnudeildini, har tær bert eru eitt stig frammanfyri Neistan. Hesi bæði liðini hava eisini drigið hvørt annað í hálvfinalunum í Coca Cola-kappingini, og fyrri dysturin millum liðini verður á skránni í kvøld, týskvøldið, har Neistin tekur ímóti Stjørnuni. Undanfarnu dystirnir í hesum kappingarárinum hava víst, at munurin á lið­unum er ikki ser­ liga stórur. Stjørnan hev­ur vunnið tvær ferð­ir, meðan Neistin hev­ur vunnið eina ferð, og aloftast er tað dags­formurin, sum er avgerandi fyri, hvat av liðunum vinnur dyst­ irnar. Tað verður helst aftur dagsformurin, sum verð­ ur avgerandi, tá liðini møtast í høllini á Hálsi í kvøld, týskvøld. VÍF er greiður favorittur í hálvfinaluni í steypakappingini hjá monnum, tá teir taka ímóti KÍF í fyrsta dystinum. KÍF hevur tó víst gott spæl síðstu dystirnar, og teir ætla sær við vissu at spæla sín kjans ímóti VÍF HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo VÍF hevur ikki verið til at steðga síðstu nógvu dyst­ irnar í bæði lands- og steypa­ kapping. Fyrstu dystirnar í landskappingini var gongdin hjá VÍF ikki so góð, men síðani 4. umfar hava teir vunn­ið allar sínar dystir, og nú eru sigrarnir vorðnir 9 á rað. Hjá KÍF hevur verið meir upp og niður. Teir hava fingið fleiri góð úrslit ígjøgnum árið, men sum heild hava úrslitini verið heldur óstøðug. Dysturin ímóti Neistanum um vikuskiftið vísti tó, at KÍF kann hamla upp við øll lið, tá spælið koyrir, og so er spurningurin, hvussu tað verður ímóti VÍF. Eingin ivi er tó um, at VÍF er greiður favorittur undan fyrru hálvfinaluni. KÍF hevur at kalla eingi góð úrslit at vísa á í steypakappingum síðstu árini, meðan VÍF hinvegin hevur fleiri finalupláss at vísa á. Harafturat er VÍF klárt oddalið í Atlantic Airways deildini, og tí eru teir stórfavorittur. KÍF hevur tó fyri fyrstu ferð í á leið 20 ár møgu­leik­ an at røkka finaluni í steypa­ kappingini, og teir fara heilt víst at berjast við lív og sál fyri at røkka tí máli, sum leikararnir nú hava sett sær fyri. Trupulleikin hjá teimum er bara, at einasta forðingin á teirra vegi ímóti finaluni er greiða oddaliðið í føroysku kappingini, sum harafturat hevur víst sera gott spæl nógvu teir seinastu dystirnar. VÍF-KÍF: VÍF er favorittur StÍF og Neistin møtast mikukvøldið í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini hjá monnum, og her er spurningurin, um Neistin klárar at steðga góðu gongdini hjá StÍF í steypakappingini HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo StÍF er steypaliðið í før­oysk­ um manshondbólti. Sein­astu árini hava teir verið mest sum fastir fúsir á vøllinum, tá steypafinalan er farin av bakkastokki, og í flestu førunum hava teir eisini megnað at vunnið final­ urnar. Mikukvøldið skulu teir leika fyrstu hálvfinaluni í hesum kappingarárinum, tá teir møta Neistanum á heimavølli. Neistin hevur ikki tey heilt góðu úrslitini at vísa á í steypahøpi í mans­ hondbólti síðstu árini, men nú hava teir møguleikan at broyta hesi hagtøl við einum samlaðum sigri á StÍF. Liðini hava verið sera jøvn Hyggja vit eftir gongdini hjá hesum liðunum í lands­ kappingini, so er alt sum týðir uppá, at hálvfinalurnar millum liðini bæði fara at vera sera tættar og spennandi. Her vísir stigatalvan, at bara eitt stig er á muni millum liðini, sum liggja á ávikavist øðrum og triðja plássi. StÍF og Neistin hava eis­ ini leikt tvær ferðir ímóti hvørjum øðrum í grund­spæl­ inum, og í báðum førunum var talan um sera tættar og spennandi dystir. Í allarfyrsti dysti á árinum møttust liðini á Hálsi, og tá megnaði StÍF at vinna við einum málið eftir ein sera javnan dyst. Eisini seinni dysturin bleiv sera spennandi. Her fylgdust liðini at kalla allan vegin, og tá Áki Mørk við góðum 10 sekundum eftir á klokkuni javnaði, mundu øll halda, at nú fóru liðini at býta stigini. Men enn einaferð vildi StÍF tað øðrvísi. Í síðsta sekundi fingu teir brotskast, sum teir skoraðu uppá, og sostatt vann Neistin eisini henda dystin við einum málið. Sjálvt um StÍF hevur vunnið báðar dystirnar í ár, so hava teir tó vera somikið javnir, at áhugaði kunnu vænta sær ein tættan og spennandi dyst mikukvøldið. So er spurningurin, fer Neistin at steðga góðu gongdini hjá StÍF í steypahøpi? Hetta fer bert tíðin at vísa. StÍF-Neistin: Neistin skal steðga steypaliðnum StÍF tekur ímóti Neistanum í fyrra hálvfinaluni teirra millum í annaðkvøld.