Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-09, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. januar 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 6 - 9. januar 2007 ] Vinnarar: Meistaradeild menn: ÍF Innleiðandi: ÍF – SÍ 1-2 ÍF – Fleyr 2-0 ÍF – Fram 2-0 ÍF – Mjølnir 2-1 Finala: ÍF – SÍ 3-1 (22-25, 25-21, 25-14, 25-20) 1. deild menn: Fleyr Fleyr – SÍ 2-0 Fleyr – TB 2-0 Fleyr – Mjølnir 2-0 Her var bert ein bólkar, so Fleyr gjørdist vinnari við fullum stigatali. 2. deild menn: FS a Innleiðandi: FS a – ÍF 2-0 FS a – Fleyr b 2-0 FS a – Nøvan b 2-0 Hálvfinala: FS a – Mjølnir a 2-0 Finala: FS a – Fleyr a 2-1 ing­ina. Teir vóru komnir í innleiðandi bólk saman við ÍF, Fleyr b og Nøvuni b, og her vann liðið hjá Føroya Studentaskúla allar dyst­ir­ nar 2-0. Í hálvfinaluni møt­ tu teir Mjølnir a, og enn eina­ferð vunnu teir ein sann­før­andi 2-0 sigur. Í finaluni møttu teir Fleyr a, og hesin dysturin gjørd­ist sera spennandi. At enda vann ligið hjá Før­ oya Studentaskúla 2-0, og so­statt vunnu teir kapp­ing­ ina í 2. deild hjá monnum. ÍF og Dráttur í steypa­fin­ al­una Í meistaradeildini hjá kvin­num skuldu seks lið kappast um síðsta plás­s­ið í steypafinaluni. Seks lið, tí KÍF longu hevði trygg­j­að sær pláss í finaluni, sam­ stund­is sum Fleyr í steyp­a­ kapp­ing­ini spælir saman við lið­un­um í meistaradeildini hjá kvinnum. Her vóru liðini býtt upp í tveir bólkar, har nr. 1 og nr. 2 úr hvørjum bólki fóru víð­ari til hálvfinalurnar. Tað eydnaðist hjá ÍF at vinna fyrsta bólkin fram­ man­fyri SÍ og KÍF, og í øðr­um bólki vann Dráttur fram­man­fyri Mjølnir, TB og Fleyr. Sostatt skuldi ÍF spæla ímóti Mjølni í aðrari hálv­fin­a­l­uni, meðan hin hálv­fin­al­an bleiv ein rein vá­ga­upp­ge­rð, har Dráttur og SÍ brustu saman. Í dystinum millum ÍF og Mjølnir eydnaðist ÍF at vinna 2-0 eftir tvey tøtt og sera spennandi sett. Í long­di­ni gjørdist rutinan tó avgerðandi fyri ÍF, sum vann 25-23, 26-24. Hin hálvfinalan gjørdist enn meiri spennandi. Her eyd­ nað­ist tað hjá Drátti at vinna 2-1. Fyrsta sett vann Dráttu 25-18, meðan SÍ tók annað settið 18-25. So skul­ di eitt avgerðandi 3. sett til, og hetta bleiv ó­van­li­ga spennandi. At enda vann Dráttur 20-18 í hesum sett­ in­um, og kvinnurnar hjá SÍ kunnu bert takka sær sjálvum fyri, at tær ikki komu í finaluna. Tær førdu nevniliga 10-2 í 3. setti, men Dráttur vísti ótrúliga góðan vilja at kempa seg innaftur í dystin. Sostatt bleiv finalan í­mill­ um Drátt og ÍF, og her vann Drát­t­ur 3-2. Tær vunnu 1. sett 25-23, men so setti ÍF ferð á og vann næstu tvey sett­ini 20-25 og 20-25. Nú sá ikki so gott út hjá Drátti, men enn einaferð ven­du tær gongdini og vun­ nu síðsta tvey settini við settúrslitunum 25-20, 15- 11. Harvið vunnu tær eisini Mjølnir-kappingina. Hjá monnum var bara ein bólkur við fimm liðum. Kappingin var skipað á tann hátt, at tvey tey fremstu lið­ ini í hesum bólkinum skul­ du leika finalu dagin eft­ir. Her eydnaðist heldur ó­­vænt­ að botnliðnum í meist­ar­a­ deild­ini hjá mon­num, SÍ, at vinna bólkin, meðan hørð kapping var um annað pláss­ið. Her skuldu ÍF og Mjøl­nir leika síðsta dystin, og vinnarin av hesum dyst­ in­um skuldi møta SÍ í fin­ al­uni. Her eydnaðist ÍF at vinna 2-1 eftir ein sera tætt­an og spennandi dyst, og sostatt skuldu SÍ og ÍF mø­ta­st í finaluni. SÍ legði hart út í finaluni, tá teir vunnu 1. sett 25- 22, men eftir hetta var sum so eingin ivi um úrslitið. Síð­stu trý settini vann ÍF trygt við settúrslitunum 21- 25, 14-25, 20-25, og sostatt gjørd­ust teir vinnarar av Mjøl­nir-kappingini. Nú er so greitt, hvørji mót­støð­u­lið­ini hjá KÍF og Mjølni vera í steypafinalunum tann 17. februar. Her skal KÍF leika ímóti Drátti í kvin­ nu­fin­al­uni, meðan Mjøl­ nir og ÍF bresta saman í mansfinaluni, og so er bara at bíða við spenningi til tann 17. februar, tá steypa­ vin­na­ra­r­nir í flogbólti vera kos­nir. istarnir funnir Við einum 2-1 sigri á Mjølni rakk ÍF akkurát finaluna í Klaksvík, men í finaluni vunnu teir trygt á SÍ, og nú bíðar Mjølnir í steypafinaluni. Dráttur tryggjaði sær pláss í steypafinaluni, tá tær vunnu Mjølnir-kappingina eftir eina sera spennandi finalu ímóti ÍF. Pól heldur fram í NSÍ Pól Thorsteinsson hevur valt at leingja um sáttmálan við NSÍ, soleiðis at hann eisini verður partur av liðnum komandi ár. Heimasíðan hjá fjepparafelagnum hjá NSÍ, guliganz.fo, visti í gjár at siga, at Pól Thorsteinsson hevur longt um sáttmálan. Sjálvt um heimasíðan hjá NSÍ enn ikki hevur tíðindini á síni heimasíðu, so váttar Pól Thorsteinsson fyri Sosialinum, at hann hevur longt um sáttmálan við NSÍ við einum ári. Eftir síðsta kappingarár var ivasamt, hvar Pól fór at halda fram, men nú hevur hann so valt at halda fram í NSÍ. Claus og Blackpool víðari í FA Cup Felagið hjá Claus Bech Jørgensen, Blackpool, var leygardagin partur av stóru ensku steypakappingini, FA Cup. Claus Bech Jørgensen var ikki partur av liðnum henda dagin, tá Blackpool møtti Aldershot, sum er uttanfyri ensku liguskipanini. Claus var sjúkur, og tí bar ikki til hjá honum at spæla. Liðfelagarnir hjá Claus megnaðu tó at vinna dystin 4-2, og sostatt eru teir komnir víðari til 4. rundu av FA Cup. Í gjár var lutakast til 4. rundu, og her gjørdist greitt, at Blackpool á heimavølli tekur ímóti Norwich, sum spælir eina deild omanfyri liðið hjá Claus.