týsdagur 9. januar 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 6 - 9. januar 2007 ]
Vinnarar:
Meistaradeild menn: ÍF
Innleiðandi:
ÍF – SÍ
1-2
ÍF – Fleyr
2-0
ÍF – Fram
2-0
ÍF – Mjølnir
2-1
Finala:
ÍF – SÍ
3-1 (22-25, 25-21, 25-14, 25-20)
1. deild menn: Fleyr
Fleyr – SÍ
2-0
Fleyr – TB
2-0
Fleyr – Mjølnir 2-0
Her var bert ein bólkar, so Fleyr gjørdist vinnari við
fullum stigatali.
2. deild menn: FS a
Innleiðandi:
FS a – ÍF
2-0
FS a – Fleyr b
2-0
FS a – Nøvan b 2-0
Hálvfinala:
FS a – Mjølnir a 2-0
Finala:
FS a – Fleyr a
2-1
ingina. Teir vóru komnir í
innleiðandi bólk saman við
ÍF, Fleyr b og Nøvuni b, og
her vann liðið hjá Føroya
Studentaskúla allar dystir-
nar 2-0. Í hálvfinaluni møt-
tu teir Mjølnir a, og enn
einaferð vunnu teir ein
sannførandi 2-0 sigur.
Í finaluni møttu teir
Fleyr a, og hesin dysturin
gjørdist sera spennandi.
At enda vann ligið hjá Før-
oya Studentaskúla 2-0, og
sostatt vunnu teir kapping-
ina í 2. deild hjá monnum.
ÍF og Dráttur í steypafin
aluna
Í
meistaradeildini
hjá
kvinnum skuldu seks lið
kappast um síðsta plássið í
steypafinaluni. Seks lið, tí
KÍF longu hevði tryggjað
sær pláss í finaluni, sam-
stundis sum Fleyr í steypa-
kappingini spælir saman við
liðunum í meistaradeildini
hjá kvinnum.
Her vóru liðini býtt upp
í tveir bólkar, har nr. 1 og
nr. 2 úr hvørjum bólki fóru
víðari til hálvfinalurnar.
Tað eydnaðist hjá ÍF at
vinna fyrsta bólkin fram-
manfyri SÍ og KÍF, og í
øðrum bólki vann Dráttur
frammanfyri Mjølnir, TB
og Fleyr. Sostatt skuldi ÍF
spæla ímóti Mjølni í aðrari
hálvfinaluni, meðan hin
hálvfinalan bleiv ein rein
vágauppgerð, har Dráttur
og SÍ brustu saman.
Í dystinum millum ÍF
og Mjølnir eydnaðist ÍF
at vinna 2-0 eftir tvey tøtt
og sera spennandi sett. Í
longdini gjørdist rutinan
tó avgerðandi fyri ÍF, sum
vann 25-23, 26-24. Hin
hálvfinalan gjørdist enn
meiri spennandi. Her eyd-
naðist tað hjá Drátti at
vinna 2-1. Fyrsta sett vann
Dráttu 25-18, meðan SÍ tók
annað settið 18-25. So skul-
di eitt avgerðandi 3. sett
til, og hetta bleiv óvanliga
spennandi. At enda vann
Dráttur 20-18 í hesum sett-
inum, og kvinnurnar hjá
SÍ kunnu bert takka sær
sjálvum fyri, at tær ikki
komu í finaluna. Tær førdu
nevniliga 10-2 í 3. setti,
men Dráttur vísti ótrúliga
góðan vilja at kempa seg
innaftur í dystin.
Sostatt bleiv finalan ímill-
um Drátt og ÍF, og her vann
Dráttur 3-2. Tær vunnu 1.
sett 25-23, men so setti ÍF
ferð á og vann næstu tvey
settini 20-25 og 20-25.
Nú sá ikki so gott út hjá
Drátti, men enn einaferð
vendu tær gongdini og vun-
nu síðsta tvey settini við
settúrslitunum 25-20, 15-
11. Harvið vunnu tær eisini
Mjølnir-kappingina.
Hjá monnum var bara
ein bólkur við fimm liðum.
Kappingin var skipað á tann
hátt, at tvey tey fremstu lið-
ini í hesum bólkinum skul-
du leika finalu dagin eftir.
Her eydnaðist heldur óvænt-
að botnliðnum í meistara-
deildini hjá monnum, SÍ,
at vinna bólkin, meðan
hørð kapping var um annað
plássið. Her skuldu ÍF og
Mjølnir leika síðsta dystin,
og vinnarin av hesum dyst-
inum skuldi møta SÍ í fin-
aluni. Her eydnaðist ÍF
at vinna 2-1 eftir ein sera
tættan og spennandi dyst,
og sostatt skuldu SÍ og ÍF
møtast í finaluni.
SÍ legði hart út í finaluni,
tá teir vunnu 1. sett 25-
22, men eftir hetta var sum
so eingin ivi um úrslitið.
Síðstu trý settini vann ÍF
trygt við settúrslitunum 21-
25, 14-25, 20-25, og sostatt
gjørdust teir vinnarar av
Mjølnir-kappingini.
Nú er so greitt, hvørji
mótstøðuliðini
hjá
KÍF og Mjølni vera í
steypafinalunum
tann
17. februar. Her skal KÍF
leika ímóti Drátti í kvin-
nufinaluni, meðan Mjøl-
nir og ÍF bresta saman í
mansfinaluni, og so er bara
at bíða við spenningi til
tann 17. februar, tá steypa-
vinnararnir í flogbólti vera
kosnir.
istarnir funnir
Við einum 2-1 sigri á Mjølni rakk ÍF akkurát
finaluna í Klaksvík, men í finaluni vunnu teir
trygt á SÍ, og nú bíðar Mjølnir í steypafinaluni.
Dráttur tryggjaði sær pláss í steypafinaluni, tá
tær vunnu Mjølnir-kappingina eftir eina sera
spennandi finalu ímóti ÍF.
Pól heldur fram í NSÍ
Pól Thorsteinsson hevur valt at leingja um sáttmálan
við NSÍ, soleiðis at hann eisini verður partur av liðnum
komandi ár. Heimasíðan hjá fjepparafelagnum hjá NSÍ,
guliganz.fo, visti í gjár at siga, at Pól Thorsteinsson
hevur longt um sáttmálan. Sjálvt um heimasíðan hjá
NSÍ enn ikki hevur tíðindini á síni heimasíðu, so váttar
Pól Thorsteinsson fyri Sosialinum, at hann hevur
longt um sáttmálan við NSÍ við einum ári. Eftir síðsta
kappingarár var ivasamt, hvar Pól fór at halda fram,
men nú hevur hann so valt at halda fram í NSÍ.
Claus og Blackpool
víðari í FA Cup
Felagið hjá Claus Bech Jørgensen, Blackpool, var
leygardagin partur av stóru ensku steypakappingini, FA
Cup. Claus Bech Jørgensen var ikki partur av liðnum henda
dagin, tá Blackpool møtti Aldershot, sum er uttanfyri ensku
liguskipanini. Claus var sjúkur, og tí bar ikki til hjá honum
at spæla. Liðfelagarnir hjá Claus megnaðu tó at vinna
dystin 4-2, og sostatt eru teir komnir víðari til 4. rundu
av FA Cup. Í gjár var lutakast til 4. rundu, og her gjørdist
greitt, at Blackpool á heimavølli tekur ímóti Norwich, sum
spælir eina deild omanfyri liðið hjá Claus.