týsdagur 9. januar 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 6 - 9. januar 2007
lýsingar
Arbeiðseftirlitið
søkir løgfrøðing
Okkara løgfrøðingur hevur tikið við nýggjum avbjóðingum og tí er eitt áhugavert starv
sum løgfrøðingur á Arbeiðseftirlitinum leyst at søkja.
Høvuðsarbeiðsøki er at gera uppskot til lógir, kunngerðir, leiðreglur v.m., at ráðgeva
stjóranum og starvsfólkum á stovninum. Harafturat kemur málsviðgerð og samskifti
við virki, borgarar og myndugleikar í málum, sum hava samband við tað virksemið,
sum Arbeiðseftirlitið umsitur. Eisini umfatar starvið undirvísing og kunning fyri virkjum
og pørtunum á arbeiðsmarknaðinum.
Starvið, sum Arbeiðseftirlitið bjóðar, er í einum spennandi og góðum arbeiðsumhvørvi,
har trygd, heilsa og trivnaður er umráðandi, og við sjálvstøðugum, avbjóðandi og
tvørfakligum uppgávum, ið geva tær møguleika fyri fakligari og persónligari menning.
Samstarvað verður við Vinnumálaráðið.
Setanartreytir
Vit ynskja, at umsøkjarin hevur løgfrøðiligt embætisprógv og helst royndir innan
almenna fyrisiting. Somuleiðis er neyðugt at hava teldukunnleika á brúkarastøði, at
skriva rætt føroyskt á ein lættskiljandi hátt og annars at duga væl at samskifta, bæði
innan- og uttanhýsis.
Starvið er tíðaravmarkað til eitt ár við møguleika fyri leingjan, um løgfrøðingurin í
farloyvi ikki kemur aftur. Miðað verður eftir, at seta starvið skjótast til ber og er starvið
lønt sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Meira fæst at vita
um starvið við at venda sær til Karl Joensen, stjóra á tlf. 357811 ella um
Arbeiðseftirlitið á heimasíðu www.arb.fo.
Umsókn
saman við prógvi og møguligum viðmælum skal sendast til Arbeiðseftirlitið,
Falkavegur 6, 100 Tórshavn og vera stovninum í hendi í seinasta lagi
24. januar 2007.
Arbeiðseftirlitið
Falkavegur 6 - 100 Tórshavn
tlf. 35 78 11 - fax. 35 78 10 - www.arb.fo
Lærari tiL
Hoyvíkar SkúLa
Søkt verður eftir lærara frá 1. februar og restina
av skúlaárinum. Starvið er 26 undirvísingartímar
í tveimum toymum:
4. flokkur: flokslærari, føroyskt, enskt, danskt
og stuðul.
7. flokkur: føroyskt.
Lønt verður eftir sáttmála við fíggjarmálastýrið.
Umsóknir við upplýsingum um útbúgving og
royndum skulu sendast til:
Hoyvíkar Skúla
Postrúm 3073
110-Tórshavn
Umsóknir skulu vera okkum í hendi seinast hós-
dagin 25. januar klokkan 12.00.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær
til skúlastjóran á tlf 302590 ella 227603.
Birgit Arge
Skúlastjóri
Hoyvíkar Skúli
Í Hoyvíkar Skúla ganga 465 næmingar.
37 lærarar starvast í skúlanum.
Handilshøli ynskist til
keyps ella leigu
Stødd: 125 - 250 m2
Yvirtøka: eftir avtalu
(kann bíða upp til ½ ár, um hølið er tað rættað)
Bill. mrk. 0607005
LÆRARI TIL
KOLLAFJARÐAR SKÚLA
Søkt verður eftir einum lærara fyri lærara í barns
burðarfarloyvi í tíðarskeiðnum 29. mars – 27. juni
2007.
Lærugreinir:
støddfrøði í 2. og 3. flokki
tilevning og heimstaðarlæru í 1., 2. og 3. flokki
handarbeiði í 4. – 6. flokki
serundirvísing
Aðrar uppgávur:
flokslærari í 2. flokki
Tann, ið settur verður, skal hava læraraútbúgving.
Um eingin við útbúgving søkir, verður annað fólk
sett í staðin.
Starvið er fulltíðarstarv og er lønt sambært avtalu
millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í
lønarflokkunum 18.1 – 27.4.
Eru spurningar, eru tit vælkomin at venda tykkum
til skúlaleiðaran, Karin Hammer, á tlf. 30 25 53 ella
22 14 07 ella á teldupostbústaði karin.hammer@
skulin.fo
Umsókn saman við CV, avriti av prógvum og
møguligum viðmælum skulu vera skúlanum í
hendi í seinasta lagi mikudagin 24. januar 2006 kl.
12.00.
Kollafjarðar skúli
Botnavegur 2
FO-410 Kollafjørður
Í Kollafjarðar skúla ganga í løtuni 144 næmingar í 1. til 9. flokki. 14 læra
rar starvast í skúlanum. Kollafjarðar skúli er ein eittsporaður skúli við
9 árgangum. Vit arbeiða í 3 deildum við einum læraratoymi í hvørjari
deild. Býtt er soleiðis: 1.3. flokkur, 4.6. flokkur og 7.9. flokkur.