Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-10, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. januar 2007síða 3

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 7 - 10. januar 2007 3 tíðindi Bæði Dorete Bloch, leiðari á Nát­túr­u­grip­ a­savn­in­um, og Janu s Hansen, lívfrøðingur, halda tað vera rætt at kippa dálkaða fuglin í Vági heldur enn at rein­sa hann . Men Jan­ us Hansen metir, at vit kun du brúkt hetta til at fyrireika okk­um, um ein størri olju­dálk­ ing kom, ið av álvara hót­ti fuglin DÁLKING Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Í Sosialinum í gjár vóru nakrar ótespiligar myndir at síggja frá Vágsfirði, sum enn er oljudálkaður, eftir at leki kom á ein av tangunum hjá SEV í Vági fyri góðum mánaði síðani. Úr Vági frættist, at til­sam­ ans vita fólk um einar 30 fugl­ar - serliga æður – sum eru funnar og kiptar. Dorete Bloch, stovnleiðari á Føroya Náttúrugripasavni, sig­ur, at tað sjálvandi er ó­hepp­ið, tá slíkir lekar hen­ da, men at tey í hesum før­in­ um bóru skjótt at, og tað er rætt ikki at nýta kemikaliir at reinsa økið frammi við lan­di við, av tí at hetta iva­ leyst hevði sokkið niður á botn og ávirkað tey dýrini, sum æðan etur. Hon vísir á, at tá talan er um einar 30 fuglar hev­ur hetta einki at siga fyri sjálv­ an stovnin, og tað har­aft­ur­ at er sera trupult at reinsa slík­an fugl. Dorete Bloch minnir á støðuna eftir seinna heim­s­ bar­da­ga, tá skip í hópatali vórðu søkt, og olja fleyt á hø­vu­num. Men hóast hetta dálk­aði, týndi tað ikki eitt nú æðustovnin. Eingin tilbúgvin á økin­ um Janus Hansen er lív­frøð­ ing­ur og næst­for­maður í Føroya Fuglafrøðifelag. Hann metir, at á ein hátt er ikki neyðugt at fara undir at reinsa fuglin, sum er dálkaður á Vágsfirði, av tí at hetta ikki ávirkar stovn­in. Hinvegin er hann ikki sørt ivasamur, tá sagt verður, at talan bert er um einar 30 æður. - Talið kennir eingin, tí tað krevst, at onkur dugir at telja fugl, sigur Janus Hansen og leggur afturat, at tann stóri trupulleikin kann taka seg upp, um vit verða rakt av einum oljuleka, sum hóttir stovnin, tí vit hava onga tilbúgving á hesum økinum. - Um ein vildi fyrireikað seg til eina stóra dálking, kundi man brúkt hetta til at lært seg, sigur Janus Han­ sen. Lívfrøðingurin held­ur, at teir almennu mynd­ug­leik­ar­ nir áttu at borið so í bandi, at greiðar mannagongdir vórðu skipaðar, og at t.d. Nátt­úr­u­grip­a­savn­ið kundi sam­skip­að hetta arbeiðið. - Vit hava onga almenna æt­lan um, hvat skal gerast, og tá ein vika er farin, er ov seint, sigur Janus Hansen um støðuna, um Føroyar vórðu raktar av eini stórari ol­ju­dálk­ing. Hann metir, at í tí konkreta dø­mi­num á Vágsfirði er best at kippa fuglin, av tí at hann er so illa dálkaður, men hann vísir á, ayt um dálk­ing­in var størri, hevði ver­ið neyðugt at vitað, hvat ger­ast skuldi. Janus Hansen sigur, at að­ra­stað­ni verður við jøvn­ um millumbilum talt fram við strondunum, hvussu nóg­vur fuglur er skolaður upp á land, og um hann t.d. er oljudálkaður. - Hetta hevði borið væl til, men onkur má samskipa het­ta, sigur Janus Hansen. Fyrsta altjóða íløgan hjá FT International er farin fyri bakka, eftir at Telabria fór í sjálvbodna avtøku. - Hetta gevur grun d til sjálvrann sakan, sigur Kristian Davidsen, stjóri í Føroya Tele. - Vit taka eina og hvørja íløgu seriøst, sigur Tróndur Djurhuu s, stjóri í FT International VINNA Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo - Vit áttu at havt blandað okkum meira upp í rak­ stu­rin og dugað betur at bjóð­að førleikarnar hjá Før­ oy­a Tele fram, segði Trónd­ ur Djurhuus, stjóri í FT International, við Vin­nu­vit­ an í seinastu vi­ku. Hann legði afturat, at altjóða arbeiðið hjá FT In­ter­nat­ io­nal, sum er partur av Fø­roy­a Tele, kortini heldur fram, hóast roknast kann við broytingum. FT International, ið stend­ ur fyri altjóða átøkum hjá Føroya Tele, átti ein fim­ta­ part av Telabria og hevur gjørt íløgur í felagið fyri góð­ar 7 milliónir krónur. Kristian Davidsen, stjóri í Føroya Tele, sigur, at Tel­abr­ia var ein sokallað upp­starts­fyri­tøka, og tað, sum eyðkennir slíkar, er, at møguleikin fyri vinningi er stórur, men tað er váðin eisini. Sjálvrannsakanin er byrjað Hann greiðir frá, at mett varð, at hetta var ein góð ílø­ga, av tí at hetta var ein breiðbandsíløga, ið hevur við framtíðina at gera, sum hann málber seg. - Men tað vísti seg sum tíð­ in gekk, at produktini ikki vó­ru so stabil, og fyritøkan fekk ikki vaksið um søluna, og tí avgjørdu íleggjararnir ikki at seta meira pengar í, sigur Kristian Davidsen. Spurdur, um hetta fær nakr­ar avleiðingar, sigur stjór­in í Føroya Tele: - Hetta gevur grund til sjálvrannsakan, og vit skulu síggja, hvat vit kunnu læ­ra av hesum, so tað ikki hend­ ir aftur. - Tann prosessin er farin gongd, sigur Kristian Da­vid­ sen, ið metir, at íløgur ut­tan­ lands eru neyðugar. Men fer Føroya Tele at roy­na at ávirka fyritøkurnar mei­ra, sum tey gera íløgur í í framtíðini? - Tað eru tvær typur av íleggjarum. Tað eru fin­an­ si­ell­ir íleggjarar, sum bara ko­ma við kapitali. Og tað eru industriellir íleggjarar, og Føroya Tele vil typiskt vera ein fyritøka, sum bland­ ar seg uppí, sigur Kristian Davidsen. Royndir íleggjarar Tróndur Djurhuus sigur við Sosialin, at FT In­ter­ na­ti­on­al hevur arbeitt við virkismenning, og at æt­lan­ in var at uppbyggja eitt kon­ sept við tráðleysum breið­ ban­di eins og tey sóu, at tað bar til við Televarpinum sum konsepti við talgildum sjón­varpi. Hann er samdur við Krist­ ian Davidsen í, at tað er neyðugt at gera íløgur uttan­ lands, og tey valdu Bret­ land, m.a. av tí at tann før­ oy­ski marknaðurin ikki var búg­vin til hetta. Íløgan í Telabria varð gjørd saman við royndum en­tre­pren­øri og royndum í­legg­jar­um, ið Tróndur Djur­huus kallar seriøsar og professionellar. Eins og Kristian Da­vid­ sen, metir hann, at framyvir skal Føroya Tele hava størri ávirkan á íløgurnar, og tað metti hann eisini, at teir høv­du sum nevndarlimir í Telabria, har teir spurdu seg fyri. Men saman við hinum íleggjarunum var avgjørt at taka felagið av, og enn er ikki greitt, um partapeningurin er mistur. Eyðmjúk um íløgurnar Spurdur, um 7 milliónir er nógv í slíkum høpi, sigur Tróndur Djurhuus, at tey taka eina og hvørja íløgu seriøst. - Okkum dámar ikki at missa pengar. Vit eru eyð­ mjúk um hvørja millión, sig­ ur hann, og leggur afturat, at tey eisini harmast um, at kon­septið ikki bar til, tí tað hevði verið eitt gott aktiv, sum hann tekur til. Tróndur Djurhuus vísir á, at Føroya Tele hevur gjørt íløgur í 4 fyritøkur tað seinasta hálva annað árið. - Tvær lógu í útkantinum av okkara kjarnuvirksemi, og tvær vóru smærri ný­skap­ an­di fyritøkur, sig­ur Trónd­ ur Djurhuus, ið av­dúk­ar, at íløgan í Telabria ikki var tann størsta. Spurdur, hvussu Føroya Tele ætlar at fylgja neyvari við teirra íløgum, tá sagt verð­ur í eftirmetingini, at hetta skal gerast við management og nevn­dar­ ar­beiði og møguliga ei­si­ ni upp á aðrar mátar. Har­ aftur­at skal ein partur av eftir­met­ing­ini vera, hvar og hvussu Føroya Tele best brúk­ar ekspertisuna, sigur Trónd­ur Djurhuus. Breið­band fram­veg­is fram­tíð­in Trónd­ur Djurhuus ivast tó ikki í, at breiðband fram­ veg­is er framtíðin, og at IP-tøknin er tann mest savn­ an­­di tøknin, sum kann brúk­ ast á ymsar hættir, men sum eisini er neyðugt at menna sum tráðleysa tøkni. Hann metir, at fyritøkur í framtíðini fara at finna nisjur, sum t.d. Televarpið er eitt dømi um, og koma við konseptum, tí tíðin, tá t.d. GSM-skipanin var eitt gullnám, er farin. - Vit fáa virkisøki við min­ni marginalum, sigur Trónd­ur Djurhuus, og legg­ ur afturat, at prísirnir verða trýst­ir niðureftir, og tí er neyð­ugt at skapa breiðari mark­na­ð­ir. Spurdur, um hann fram­ veg­is verður at síggja í FT In­ter­nat­ion­al framyvir eftir ta miseydnaðu íløguna í Tel­ abria, sigur Tróndur Djur­ huus, at hann einki veit um fram­tíð­ina. - Men hvørt einstakt starvs­fólk í Føroya Tele ger sítt til at tryggja fyritøkuna sum best. Hvørjar íløgur verða tær næs­tu altjóða íløgurnar hjá FT International? - Tað er ein for­ræt­n­ings­ hem­me­lig­heit, sigur Trónd­ ur Djurhuus. Føroya Tele vil hava størri eftirlit við íløgunu m - Breiðband er framvegis framtíðin, sigur Tróndur Djurhuus Vágsfjørður er framvegis dálkaður Áki Bertholdsen - Vit kun du lært av hesum