mikudagur 10. januar 2007síða 3
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 7 - 10. januar 2007
3
tíðindi
Bæði Dorete Bloch,
leiðari á Náttúrugrip
asavninum, og Janus
Hansen, lívfrøðingur,
halda tað vera rætt at
kippa dálkaða fuglin
í Vági heldur enn at
reinsa hann. Men Jan
us Hansen metir, at
vit kundu brúkt hetta
til at fyrireika okkum,
um ein størri oljudálk
ing kom, ið av álvara
hótti fuglin
DÁLKING
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Í Sosialinum í gjár vóru
nakrar ótespiligar myndir
at síggja frá Vágsfirði, sum
enn er oljudálkaður, eftir at
leki kom á ein av tangunum
hjá SEV í Vági fyri góðum
mánaði síðani.
Úr Vági frættist, at tilsam
ans vita fólk um einar 30
fuglar serliga æður – sum
eru funnar og kiptar.
Dorete Bloch, stovnleiðari
á Føroya Náttúrugripasavni,
sigur, at tað sjálvandi er
óheppið, tá slíkir lekar hen
da, men at tey í hesum førin
um bóru skjótt at, og tað er
rætt ikki at nýta kemikaliir
at reinsa økið frammi við
landi við, av tí at hetta iva
leyst hevði sokkið niður á
botn og ávirkað tey dýrini,
sum æðan etur.
Hon vísir á, at tá talan er
um einar 30 fuglar hevur
hetta einki at siga fyri sjálv
an stovnin, og tað haraftur
at er sera trupult at reinsa
slíkan fugl.
Dorete Bloch minnir á
støðuna eftir seinna heims
bardaga, tá skip í hópatali
vórðu søkt, og olja fleyt á
høvunum. Men hóast hetta
dálkaði, týndi tað ikki eitt
nú æðustovnin.
Eingin tilbúgvin á økin
um
Janus Hansen er lívfrøð
ingur og næstformaður í
Føroya Fuglafrøðifelag.
Hann metir, at á ein hátt
er ikki neyðugt at fara
undir at reinsa fuglin, sum
er dálkaður á Vágsfirði,
av tí at hetta ikki ávirkar
stovnin. Hinvegin er hann
ikki sørt ivasamur, tá sagt
verður, at talan bert er um
einar 30 æður.
Talið kennir eingin, tí
tað krevst, at onkur dugir
at telja fugl, sigur Janus
Hansen og leggur afturat, at
tann stóri trupulleikin kann
taka seg upp, um vit verða
rakt av einum oljuleka, sum
hóttir stovnin, tí vit hava
onga tilbúgving á hesum
økinum.
Um ein vildi fyrireikað
seg til eina stóra dálking,
kundi man brúkt hetta til at
lært seg, sigur Janus Han
sen.
Lívfrøðingurin heldur, at
teir almennu myndugleikar
nir áttu at borið so í bandi,
at greiðar mannagongdir
vórðu skipaðar, og at t.d.
Náttúrugripasavnið kundi
samskipað hetta arbeiðið.
Vit hava onga almenna
ætlan um, hvat skal gerast,
og tá ein vika er farin, er ov
seint, sigur Janus Hansen
um støðuna, um Føroyar
vórðu raktar av eini stórari
oljudálking.
Hann metir, at í tí konkreta
døminum á Vágsfirði er
best at kippa fuglin, av tí
at hann er so illa dálkaður,
men hann vísir á, ayt um
dálkingin var størri, hevði
verið neyðugt at vitað, hvat
gerast skuldi.
Janus Hansen sigur, at
aðrastaðni verður við jøvn
um millumbilum talt fram
við strondunum, hvussu
nógvur fuglur er skolaður
upp á land, og um hann t.d.
er oljudálkaður.
Hetta hevði borið væl
til, men onkur má samskipa
hetta, sigur Janus Hansen.
Fyrsta altjóða íløgan
hjá FT International
er farin fyri bakka,
eftir at Telabria fór í
sjálvbodna avtøku.
Hetta gevur grund
til sjálvrannsakan,
sigur Kristian
Davidsen, stjóri í
Føroya Tele.
Vit taka eina og
hvørja íløgu seriøst,
sigur Tróndur
Djurhuus, stjóri í FT
International
VINNA
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Vit áttu at havt blandað
okkum meira upp í rak
sturin og dugað betur at
bjóðað førleikarnar hjá Før
oya Tele fram, segði Trónd
ur Djurhuus, stjóri í FT
International, við Vinnuvit
an í seinastu viku. Hann
legði afturat, at altjóða
arbeiðið hjá FT Internat
ional, sum er partur av
Føroya Tele, kortini heldur
fram, hóast roknast kann
við broytingum.
FT International, ið stend
ur fyri altjóða átøkum hjá
Føroya Tele, átti ein fimta
part av Telabria og hevur
gjørt íløgur í felagið fyri
góðar 7 milliónir krónur.
Kristian Davidsen, stjóri
í Føroya Tele, sigur, at
Telabria var ein sokallað
uppstartsfyritøka, og tað,
sum eyðkennir slíkar, er,
at møguleikin fyri vinningi
er stórur, men tað er váðin
eisini.
Sjálvrannsakanin er byrjað
Hann greiðir frá, at mett
varð, at hetta var ein góð
íløga, av tí at hetta var ein
breiðbandsíløga, ið hevur
við framtíðina at gera, sum
hann málber seg.
Men tað vísti seg sum tíð
in gekk, at produktini ikki
vóru so stabil, og fyritøkan
fekk ikki vaksið um søluna,
og tí avgjørdu íleggjararnir
ikki at seta meira pengar í,
sigur Kristian Davidsen.
Spurdur, um hetta fær
nakrar avleiðingar, sigur
stjórin í Føroya Tele:
Hetta gevur grund til
sjálvrannsakan, og vit skulu
síggja, hvat vit kunnu læra
av hesum, so tað ikki hend
ir aftur.
Tann prosessin er farin
gongd, sigur Kristian David
sen, ið metir, at íløgur uttan
lands eru neyðugar.
Men fer Føroya Tele at
royna at ávirka fyritøkurnar
meira, sum tey gera íløgur í
í framtíðini?
Tað eru tvær typur av
íleggjarum. Tað eru finan
siellir íleggjarar, sum bara
koma við kapitali. Og tað
eru industriellir íleggjarar,
og Føroya Tele vil typiskt
vera ein fyritøka, sum bland
ar seg uppí, sigur Kristian
Davidsen.
Royndir íleggjarar
Tróndur Djurhuus sigur
við Sosialin, at FT Inter
national hevur arbeitt við
virkismenning, og at ætlan
in var at uppbyggja eitt kon
sept við tráðleysum breið
bandi eins og tey sóu, at
tað bar til við Televarpinum
sum konsepti við talgildum
sjónvarpi.
Hann er samdur við Krist
ian Davidsen í, at tað er
neyðugt at gera íløgur uttan
lands, og tey valdu Bret
land, m.a. av tí at tann før
oyski marknaðurin ikki var
búgvin til hetta.
Íløgan í Telabria varð
gjørd saman við royndum
entreprenøri og royndum
íleggjarum, ið Tróndur
Djurhuus kallar seriøsar og
professionellar.
Eins og Kristian David
sen, metir hann, at framyvir
skal Føroya Tele hava størri
ávirkan á íløgurnar, og tað
metti hann eisini, at teir
høvdu sum nevndarlimir
í Telabria, har teir spurdu
seg fyri.
Men saman við hinum
íleggjarunum var avgjørt at
taka felagið av, og enn er ikki
greitt, um partapeningurin
er mistur.
Eyðmjúk um íløgurnar
Spurdur, um 7 milliónir er
nógv í slíkum høpi, sigur
Tróndur Djurhuus, at tey
taka eina og hvørja íløgu
seriøst.
Okkum dámar ikki at
missa pengar. Vit eru eyð
mjúk um hvørja millión, sig
ur hann, og leggur afturat,
at tey eisini harmast um, at
konseptið ikki bar til, tí tað
hevði verið eitt gott aktiv,
sum hann tekur til. Tróndur
Djurhuus vísir á, at Føroya
Tele hevur gjørt íløgur í 4
fyritøkur tað seinasta hálva
annað árið.
Tvær lógu í útkantinum
av okkara kjarnuvirksemi,
og tvær vóru smærri nýskap
andi fyritøkur, sigur Trónd
ur Djurhuus, ið avdúkar,
at íløgan í Telabria ikki var
tann størsta.
Spurdur, hvussu Føroya
Tele ætlar at fylgja neyvari
við teirra íløgum, tá sagt
verður í eftirmetingini,
at hetta skal gerast við
management og nevndar
arbeiði og møguliga eisi
ni upp á aðrar mátar. Har
afturat skal ein partur av
eftirmetingini vera, hvar
og hvussu Føroya Tele best
brúkar ekspertisuna, sigur
Tróndur Djurhuus.
Breiðband
framvegis
framtíðin
Tróndur Djurhuus ivast tó
ikki í, at breiðband fram
vegis er framtíðin, og at
IPtøknin er tann mest savn
andi tøknin, sum kann brúk
ast á ymsar hættir, men
sum eisini er neyðugt at
menna sum tráðleysa tøkni.
Hann metir, at fyritøkur
í framtíðini fara at finna
nisjur, sum t.d. Televarpið
er eitt dømi um, og koma
við konseptum, tí tíðin, tá
t.d. GSMskipanin var eitt
gullnám, er farin.
Vit fáa virkisøki við
minni marginalum, sigur
Tróndur Djurhuus, og legg
ur afturat, at prísirnir verða
trýstir niðureftir, og tí er
neyðugt at skapa breiðari
marknaðir.
Spurdur, um hann fram
vegis verður at síggja í FT
International framyvir eftir
ta miseydnaðu íløguna í Tel
abria, sigur Tróndur Djur
huus, at hann einki veit um
framtíðina.
Men hvørt einstakt
starvsfólk í Føroya Tele ger
sítt til at tryggja fyritøkuna
sum best.
Hvørjar íløgur verða tær
næstu altjóða íløgurnar hjá
FT International?
Tað er ein forrætnings
hemmeligheit, sigur Trónd
ur Djurhuus.
Føroya Tele vil hava størri eftirlit við íløgunum
- Breiðband er framvegis framtíðin, sigur Tróndur Djurhuus
Vágsfjørður er framvegis dálkaður
Áki Bertholdsen
Vit kundu lært av hesum