mikudagur 10. januar 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 7 - 10. januar 2007
tíðindi
- Tað var merkiligt, at
eg júst tá skuldi fara
niður at fáa mær kaffi.
Ja, tað var tað.
- Gjørdi eg ikki tað,
stóð eg neyvan her í
dag og tosaði við teg,
greiður skiparin Páll
Johan Poulsen frá.
Mikudagin í farnu
viku fekk rækju
trolarin Fríðborg ein
brotasjógv sum legði
skipið fullkomuliga
lamið. Í samfullar 16
tímar róku teir fyri
vág og vind
Í havsneyð
Orð & myndir: Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Runavík: Klokkan er farin
beint av 11 í gjáramorgunin,
tá manningin á Fríðborg
aftur fekk fast undir fótum.
Teir høvdu verið í Íslandi
og landað, og vóru á veg
til nýggjan túr, tá óhappið
hendi: Um áttatíðina um
kvøldið gjørdi ein brota
sjógvur
miklan
skaða
umborð.
Her var einki annað at
gera enn at sigla heim. Og
tá skipið legði at landi í gjár,
var gleðin hjá manningini
at hitta sínu kæru aftur eyð
sýnd.
- Jú, tað var gott at koma
heim hesaferð. Tað má av
sonnum sigast, sigur Páll
Johan við Sosialin.
Fyri skipinum stóð somu
leiðis reiðarin Osmund
Justinussen á havnalagnum
í Runavík. Hann kundi
beinanvegin staðfesta, at
nógvur skaði var hendur
á brúnni og aðrastaðni
umborð á trolaranum.
- Hetta verður ein um
fatandi umvæling, staðfesti
Osmund.
– Hevði ikki
lirrað í mær!
Mikukvøldið 3. januar var
Fríðborg stødd 350 fjórð
ingar suður úr Kappanum.
- Tað var keðiligt veður,
men kortini ikki so øgiliga
óslætt.
- Í stuttum hendi bert tað,
at vit fingu eitt skeivt brot,
greiðir Páll Johan frá.
Stóra og skeiva brotið
rakti í veruleikanum mitt
á brúnna og nakað út í
bakborð, og førdi við sær
at tríggir rútar fóru í sor og
ein fjórði er rivnaður.
Øll útgerðin undir lofti
num
skrædnaði
niður
yvir instrumentbrettið og
yvir skiparastólin, eins
og sjógvur kom í øll tey
nautisku tólini.
Sjálvur sá Páll Johan
ikki hendingina, tí hann
júst í hesi løtuni var á veg
niður í messuna at fylla sær
kaffikoppin.
- Sat eg í stólinum tá,
so hevði ikki lirrað eftir í
mær!, sigur hann.
Heppin
Páll Johan koma á vaktina
um hálvgum sjey tíðina hetta
minniliga mikukvøldið fyri
eini viku síðani.
- Brúgvavaktin og eg sótu
heruppi á brúnni og tosaðu
um, at veðrið sá so gott út
beint tá.
- Eg segði so við hann, at
eg fari líka niður í messuna
at fáa mær heitari kaffi í
koppin. Men so langt kom
eg kortini ikki, greiðir skip
arin frá.
Áðrenn hann kemur nið
ur í messuna og fær stoytt
sær kaffið í koppin, fær
skipið henda ógvusliga
brotasjógvin.
- Ja, eg var heppin. Eingin
ivi um tað!
Merki í stólinum
Vanliga situr skiparin í
hesum stólinum, sum gevur
honum yvirlit og útsjón
yvir útgerðina og sjógvin
fyri framman.
At hann ikki var staddur
her, júst tá brotasjógvurin
kom, er helst orsøkin til at
hann er á lívi í dag.
- Alt panelið kom beint
niður yvir stólin, har eg
plagi at sita. Tú kanst bara
hyggja eftir hesum merki
num í stólinum, sigur
hann.
Í stólarygginum á skipara
stólinum sæst ein týðilig
riva - og eitt týðiligt tekin
- um ta megi og ferð sum
sjógvurin hevði.
Gott at ein mannakroppur
ikki var fyri!
Fingu einki gjørt
Páll Johan skilti beinan
vegin, at her var vandi á
ferð og skundaði sær upp
á brúnna.
Hetta var ikki heilt ein
falt, tí nógvur sjógvur rann
niður trappurnar. Men upp
kom hann kortini.
Her kundi hann beinan
vegin staðfesta, at støðan
var álvarsom: Øll tann
nautiska útgerðin á brúnni
hevði fingið skaða og var
slóknað.
Hinvegin so kundi hann
gleðast um, at sjálvur høv
uðsmotorurin ikki var steðg
aður.
- Hvat eg hugsaði eina
slíka løtu?! Tja, - at vit ikki
fingu manerera. Vit fingu
snøgt sagt einki gjørt.
- Eg visti, at tað rættasta
var at fáa lagt síðuna á
skipinum upp ímóti vindi
num, sigur Páll Johan.
Løtu seinni hevði skipað
lagt síðuna til vindin.
Hepni í vanhepni
Við
sløktari
nautiskari
útgerð og í heldur buldra
sligum veðri, lá Fríðborg
og rak fyri vág og vind í
samfullar 16 tímar.
Hesar
tímarnar
nýtti
manningin til at rudda upp
umborð á skipinum, sam
stundis sum teir vistu at
Havborg var á veg ímóti
teimum. 110 fjórðingar
vóru millum skipini, ta
óhappið hendi.
Sum eitt hepni í vanhepn
inum var eingin skaði hend
ur sendaranum í radiorúmi
num.
- Havborg var tíbetur bert
var 100 fjórðingar burtur
frá okkum.
- Men vit vóru hepnir, tí
hesin sendarin sum virkaði,
hann røkkur altso 150
fjórðingar! Soleiðis fingu
vit givið boð frá okkum,
greiðir Páll Johan frá.
Neyðmóttakarin slóknaði
eisini av brotasjógvinum.
Tá hann ger tað, sendir hann
samstundis út neyðarkall,
og tí vistu teir umborð at
onnur skip vóru kunnað um
støðuna.
Øtlaði
Tá brotasjógvurin kom var
keðiligt veður, men støðan
gjørdist ikki betri umborð
út á morgunin: Tá øtlaði
hann av sonnum veðrið.
Hóast hetta hendi ikki
annar skaði umborð, og
gleðin var tí stór umborð á
Fríðborg, tá teir fingu eygu
á Havborg.
Ein maður umborð fekk
skaða í síðuna, tá brota
sjógvurin kom og skal hann
til kanningar hjá lækna.
So líðandi fingu teir tey
neyðugu nautisku tólini
at rigga aftur, m.a. róður
maskinuna, hóast teir máttu
sigla og stýra við hond eftir
magnet-kumpassini.
Havborg var í nánd av
teimum ta fyrstu tíðina,
men tá tað vísti seg at Frí
borg hóast alt kundi sigla,
skiltust skipini bæði - Hav
borg fór norðureftir til
fiskiskap, meðan Fríðborg
setti kós móti Runavík.
– Kaffikoppurin eigur lívið í
”
Vit gingu bara
runt og gjørdu
okkum okkara
egnu tankar
um tað sum var
hent. Og tankin
um ta ringasta,
sum henda
kundi, kom eisini
framvið. Tað
hevur ein altíð
lyndi til
”
Sat eg í stólinum
tá, so hevði ikki
lirrað eftir í mær
Merkið í skiparastólinum er besta teknið um, hvussu heppin Páll Johan í roynd og veru var. - Sat eg her, hevði ikki lirrað í mær, sigur hann
- Skaðin er umfatandi,
sigur skiparin Páll Johan
Poulsen sum her samtalar við
reiðaran, Osmund Justinussen