Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. januar 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 7 - 10. januar 2007 tíðindi - Tað var merkiligt, at eg júst tá skuldi fara niður at fáa mær kaffi. Ja, tað var tað. - Gjørdi eg ikki tað, stóð eg neyvan her í dag og tosaði við teg, greiður skiparin Páll Johan Poulsen frá. Mikudagin í farnu viku fekk rækju- trolarin Fríðborg ein brotasjógv sum legði skipið fullkomuliga lamið. Í samfullar 16 tímar róku teir fyri vág og vind Í havsneyð Orð & myndir: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Runavík: Klokkan er farin beint av 11 í gjáramorgunin, tá manningin á Fríðborg aftur fekk fast undir fótum. Teir høvdu verið í Íslandi og landað, og vóru á veg til nýggjan túr, tá óhappið hendi: Um áttatíðina um kvøldið gjørdi ein brota­ sjógvur miklan skaða umborð. Her var einki annað at gera enn at sigla heim. Og tá skipið legði at landi í gjár, var gleðin hjá manningini at hitta sínu kæru aftur eyð­ sýnd. ­ Jú, tað var gott at koma heim hesaferð. Tað má av sonnum sigast, sigur Páll Johan við Sosialin. Fyri skipinum stóð somu­ leiðis reiðarin Osmund Justinussen á havnalagnum í Runavík. Hann kundi beinanvegin staðfesta, at nógvur skaði var hendur á brúnni og aðrastaðni umborð á trolaranum. ­ Hetta verður ein um­ fatandi umvæling, staðfesti Osmund. – Hevði ikki lirrað í mær! Mikukvøldið 3. januar var Fríðborg stødd 350 fjórð­ ingar suður úr Kappanum. ­ Tað var keðiligt veður, men kortini ikki so øgiliga óslætt. ­ Í stuttum hendi bert tað, at vit fingu eitt skeivt brot, greiðir Páll Johan frá. Stóra og skeiva brotið rakti í veruleikanum mitt á brúnna og nakað út í bakborð, og førdi við sær at tríggir rútar fóru í sor og ein fjórði er rivnaður. Øll útgerðin undir lofti­ num skrædnaði niður yvir instrumentbrettið og yvir skiparastólin, eins og sjógvur kom í øll tey nautisku tólini. Sjálvur sá Páll Johan ikki hendingina, tí hann júst í hesi løtuni var á veg niður í messuna at fylla sær kaffikoppin. ­ Sat eg í stólinum tá, so hevði ikki lirrað eftir í mær!, sigur hann. Heppin Páll Johan koma á vaktina um hálvgum sjey tíðina hetta minniliga mikukvøldið fyri eini viku síðani. ­ Brúgvavaktin og eg sótu heruppi á brúnni og tosaðu um, at veðrið sá so gott út beint tá. ­ Eg segði so við hann, at eg fari líka niður í messuna at fáa mær heitari kaffi í koppin. Men so langt kom eg kortini ikki, greiðir skip­ arin frá. Áðrenn hann kemur nið­ ur í messuna og fær stoytt sær kaffið í koppin, fær skipið henda ógvusliga brotasjógvin. ­ Ja, eg var heppin. Eingin ivi um tað! Merki í stólinum Vanliga situr skiparin í hesum stólinum, sum gevur honum yvirlit og útsjón yvir útgerðina og sjógvin fyri framman. At hann ikki var staddur her, júst tá brotasjógvurin kom, er helst orsøkin til at hann er á lívi í dag. ­ Alt panelið kom beint niður yvir stólin, har eg plagi at sita. Tú kanst bara hyggja eftir hesum merki­ num í stólinum, sigur hann. Í stólarygginum á skipara­ stólinum sæst ein týðilig riva ­ og eitt týðiligt tekin ­ um ta megi og ferð sum sjógvurin hevði. Gott at ein mannakroppur ikki var fyri! Fingu einki gjørt Páll Johan skilti beinan­ vegin, at her var vandi á ferð og skundaði sær upp á brúnna. Hetta var ikki heilt ein­ falt, tí nógvur sjógvur rann niður trappurnar. Men upp kom hann kortini. Her kundi hann beinan­ vegin staðfesta, at støðan var álvarsom: Øll tann nautiska útgerðin á brúnni hevði fingið skaða og var slóknað. Hinvegin so kundi hann gleðast um, at sjálvur høv­ uðsmotorurin ikki var steðg­ aður. ­ Hvat eg hugsaði eina slíka løtu?! Tja, ­ at vit ikki fingu manerera. Vit fingu snøgt sagt einki gjørt. ­ Eg visti, at tað rættasta var at fáa lagt síðuna á skipinum upp ímóti vindi­ num, sigur Páll Johan. Løtu seinni hevði skipað lagt síðuna til vindin. Hepni í vanhepni Við sløktari nautiskari útgerð og í heldur buldra­ sligum veðri, lá Fríðborg og rak fyri vág og vind í samfullar 16 tímar. Hesar tímarnar nýtti manningin til at rudda upp umborð á skipinum, sam­ stundis sum teir vistu at Havborg var á veg ímóti teimum. 110 fjórðingar vóru millum skipini, ta óhappið hendi. Sum eitt hepni í vanhepn­ inum var eingin skaði hend­ ur sendaranum í radiorúmi­ num. ­ Havborg var tíbetur bert var 100 fjórðingar burtur frá okkum. ­ Men vit vóru hepnir, tí hesin sendarin sum virkaði, hann røkkur altso 150 fjórðingar! Soleiðis fingu vit givið boð frá okkum, greiðir Páll Johan frá. Neyðmóttakarin slóknaði eisini av brotasjógvinum. Tá hann ger tað, sendir hann samstundis út neyðarkall, og tí vistu teir umborð at onnur skip vóru kunnað um støðuna. Øtlaði Tá brotasjógvurin kom var keðiligt veður, men støðan gjørdist ikki betri umborð út á morgunin: Tá øtlaði hann av sonnum veðrið. Hóast hetta hendi ikki annar skaði umborð, og gleðin var tí stór umborð á Fríðborg, tá teir fingu eygu á Havborg. Ein maður umborð fekk skaða í síðuna, tá brota­ sjógvurin kom og skal hann til kanningar hjá lækna. So líðandi fingu teir tey neyðugu nautisku tólini at rigga aftur, m.a. róður­ maskinuna, hóast teir máttu sigla og stýra við hond eftir magnet­kumpassini. Havborg var í nánd av teimum ta fyrstu tíðina, men tá tað vísti seg at Frí­ borg hóast alt kundi sigla, skiltust skipini bæði ­ Hav­ borg fór norðureftir til fiskiskap, meðan Fríðborg setti kós móti Runavík. – Kaffikoppurin eigur lívið í ” Vit gingu bara runt og gjørdu okkum okkara egnu tankar um tað sum var hent. Og tankin um ta ringasta, sum henda kundi, kom eisini framvið. Tað hevur ein altíð lyndi til ” Sat eg í stólinum tá, so hevði ikki lirrað eftir í mær Merkið í skiparastólinum er besta teknið um, hvussu heppin Páll Johan í roynd og veru var. - Sat eg her, hevði ikki lirrað í mær, sigur hann - Skaðin er umfatandi, sigur skiparin Páll Johan Poulsen sum her samtalar við reiðaran, Osmund Justinussen