mikudagur 10. januar 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 7 - 10. januar 2007
5
tíðindi
- Tað følist ótrúliga
gott at sonurin og teir
allir eru komnir aftur
í øllum góðum, sigur
Antines Poulsen av
Kambsdali.
Avvarðandi
Snorri Brend
- Vit fingu boðini um óhapp
ið um hálvgum ellivu-tíðina
mikukvøldið. Tá vóru ging
nir einir tveir tímar, síðani
teir fingu sjógvin, greiðir
Antines frá.
Hann var komin oman
á havnalagið fyri at taka
ímóti einum av hansara
kæru umborð, tí 16 ára
gamla Ken Bærentsen.
Hóast veðrið var ófanta
ligt í gjár, var eingin ivi um
ta gleðina sum lýsti út av
andliti hansara, nú Fríðborg
kom aftur í øllum góðum.
Antines mátti tó bíða eina
løtu til hann sá Ken aftur.
Manningin skuldi rigga
skipið av fyrst, men tá teir
so møttust aftur á brúnni
var gleðin stór.
- Ja, tað var gott at fáa
hann aftur, sigur Antines.
Tað eru sjálvandi altíð
boð við ófrættadámi, tá tað
frættist um eitt skip sum
kemur út fyri slíkum.
Tey har heima fingu sum
nevnt fyrstu boðini eina
tveir tímar eftir óhappið,
men so gekk heldur long
tíð, til tey frættu aftur.
Fyrstu tíðindini søgdu,
at eitt annað skip hjá
reiðarí’inum
”Havborg”
skuldi koma til teirra 12
tímar seinni.
- Men tað gekk so eitt
heilt samdøgur. Og tú
kanst líka trúgva, at hesir
24 tímarnir gingu ótrúliga
seint.
- Vit gingu bara runt
go gjørdu okkum okkara
tankar um tað sum var hent.
Og tankin um ta ringasta,
sum henda kundi, kom eis
ini framvið.
- Tað hevur ein altíð
lyndi til, sigur Antines
sum sjálvur hevur roynt sjó
lívið.
Tíbetur gekst tað ikki so:
Tey fingu at vita, at tað
stóð væl til við manning
og skipi.
- Allíkavæl tóktist tað
vera drúgt at bíða, sigur
hann.
- Um tað tekur ov
langa tíð at umvæla
skipið, so fari eg bara
við onkrum øðrum
báti ímeðan, sigur 16
ára gamli dekkarin,
Kenneth Bærentsen.
Í fleiri døgn hevði
hann ikki samband
við familjuna heima
í Føroyum, meðan
Fríðborg var stødd í
vandasjógvi
Bjargaður
Snorri Brend
Hetta er triði túrurin hjá
Kennethi umborð á Fríð
borg.
Hann hevði neyvan vænt
að at hesin skuldi fáa ein
slíkan enda, tá ein brota
sjógvur brádliga broytti alt
umborð.
Kenneth sat júst tá í mess
uni, tá onkur rópti at ein
rútur var brostin inn uppi
á brúnni.
- Tað kom faktiskt sum
eitt sjokk fyri meg, greiðir
hann frá.
Teir lupu frá borðinum
og kundu tá bert staðfesta,
at nógvur sjógvur rann
niður frá brúnni og inn í
kømrini.
- Tá skilti eg, at tað var
alvorligt!, sigur Kenneth.
Eitt sindur bangin
Hann byrjaði beinanvegin
at hjálpa til við at oysa
sjógvin fyri borð aftur.
Men hetta var lættari sagt
enn gjørt:
- Tað var faktiskt sjógvur
allastaðni. Tað kom púra
óvart á meg.
- Og skal eg vera heilt
erligur, so bleiv eg eitt lítið
sindur bangin. Eg havi jú
aldrin roynt slíkt fyrr, sigur
Kenneth, sum hevur verið
umborð á Fríðborg í fýra
mánaðir.
Hesa løtuna fóru nógvir
tankar gjøgnum høvdið á
tí unga Kennethi: ”Hvat
hendir nú?”, ”Hvat skal eg
gera?”, ”Hvussu skulu vit
gera?”, ”Hvør bestemmar?”
- og kanska eisini ”Koma
vit heilskapaðir burtur úr
hesum?”
Alarmarnir bibbaðu
Tað gekk tó ein góð - kanska
ein alt ov long - løta, til
teir fingu fulla greiðu á
støðuni á brúnni og umborð
annars.
Har stóð kanska ikki alt
ov væl til beint tá:
- Uppi á brúnni var ein
øgiligur gangur og nógv
ljóð. Allir alarmarnir stóðu
og bibbaðu.
- Men ein tíma aftaná
byrjaðu vit at slappa av aft
ur, greiðir Kenneth frá.
Samstundis við hetta
arbeiddu teir á brúnni at fáa
tey nautisku tólini at virka
aftur. So líðandi eydnaðist
hetta, soleiðis at teir kundu
byrja heimferðina, væl fyrri
enn ætlað.
Ikki skrekk
Fyri tann unga sjómannin
var hetta ein serstøk og ikki
sørt ógvuslig hending.
- Hetta var ræðuligt. Eg
fekk ikki sovið, men gekk
bert uppi allatíðina fyri
at vita, hvussu gekst við
arbeiðinum.
- Tíbetur endaði alt gott,
sigur Kenneth, sum kortini
ætlar sær til skips aftur so
skjótt sum tilber.
- Eg var eitt sindur bang
in, men eg havi kortini
ikki fingið skrekk fyri sjó
lívinum.
Sonurin:
– Eg fari
aftur
til skips
Pápin: – Gott at fáa sonin aftur
mær
Ikki
fyrstu
ferð
Ógvusligi brotasjógv
urin umborð á Fríðborg
er ikki fyrsti brotasjógv
urin hjá Páll Johan sum
skipara.
Fyri seks árum síðani
sigldi hann við Sólborg
og var komin heim av
túri. Hann fór tá ein túr
sum skipari við Trasti,
tí teir manglaðu ein
avloysara.
28. januar 2001 fekk
skipið ein brotasjógv í
ringum veðri.
Trastur var tá staddur
millum Sandoyarbanka
og Suðuroyarbanka í
slíkum roki, at illa sást
fram um stavn.
Hesin brotasjógvurin
rakti, eins og hesin
seinasti, brúnna, har øll
tann nautiska útgerðin
fór.
- Har gjørdist ikki ann
að enn at sleipa okkum
inn aftur til lands, sigur
Páll Johan.
- Eg var eitt sindur
bangin, sigur
Kenneth Bærentsen
(vinstrumegin á
myndini), og sum var
á triðja túrinum við
Fríðborg
Familjan hjá Kennethi var komin til Runavíkar at taka ímóti einum soni og mammubeiggja