Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. januar 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 7 - 10. januar 2007 tíðindi Eitt skammlop í eini el-innlegging er orsøkin til stóra eldin á Trongisvági fríggjakvøldið, tá gamla statoilstøðin brann í grund. Tað niðurstøðan eftir kanningar hjá løgregluni LØGREGLUTÍÐINDI Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Trongisvágur: Løgreglan hevur verið í Suðuroy og gjørt kanningar av tí, sum eftir er eftir stóra eldin í gomlu statoilstøðini á Trongis­vági í Suðuroy fríggja­kvøldið. – Vit hava verið í Suðuroy og hugt upp á tað. Út frá teimum fyrstu kanningunum kunnu vit staðfesta, at eld­ urin byrjaði í gomlu vaski­ høllini, og at orsøkin helst er eitt skammlop í eini el- innlegging, sigur Per Skov frá løgregluni í Havn. – Merkir frá einum skamm­lopi eru at síggja á leidn­ingum á vegginum í vaski­høllini, sigur Per Skov og leggur so aftrat, at brandmyndin vísir greitt, at tað var í vaskihøllini at eldurin byrjaði, og at hann hevur breitt seg hagani. Sent leidningar til Danmarkar Løgreglan í Føroyum hevur menn, sum hava útbúgvið seg serliga innanfyri eld, og teirra millum er Per Skov. Hann var sjálvur í Suðuroy og gjørdi kanningarnar, og við sær aftur tók hann nakrar leidningar, sum nú eru sendir til Danmarkar til nærri kanningar. – Hetta verður gjørt fyri at staðfesta og undirbyggja okkara niðurstøðu, greiðir Per Skov, løgreglumaður, frá. Skammlop orsøk til eldin Hetta er heims­ ins minsta land – kostnaður 5,6 milliardir Sealand eitur »land­ ið«, sum er 550 fer­ metr­ar til støddar og stend­­ur á tveimum be­­tong­súlum í Norð­ sjónum SØLA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo The Times sigur, at eigar­ ar­nir av Sealand ynskja at selja »landið«, sum virkaði sum sjóskansi undir øðrum Veraldarbardaga. Sea­land liggur 11 kilo­ metrar uttan fyri enska havna­ býin Harwich, og hevur egið flagg, tjóðsang, penga­støði og landslið í fótbólti. Tað var í 1967 at fyrr­ver­ andi majorurin, Paddy Roy Bates, festi búgv á plat­form­ inum. Beinanvegin skýrdi Paddy Roy Bates platformin at vera eitt land, og krýndi seg sjálvan sum prins. Í 1968 royndi enski flot­in fáa “Prins Bates” av plat­ forminum, men hann svar­aði aftur og skeyt eftir flotanum. Seinni gav ein bretsk­ur dóm­ari Bates við­hald í, at Sealand lá uttan­fyri bretskt farvatn, og soleiðis kundi Bates nøk­ur ár seinni leggja eina stjórnarskipan fram, gald­andi fyri Sealand. Í 1978 rændu nakrir týskir og hálendskir handilsmenn sonin hjá Prins Bates. Men Prins Bates svaraði aftur við luftálopum, bjargaði soninum og tók rænararnar til krígsfangar. Seinni vórðu teir tó leyslatnir aftur. Við til søguna hoyrir, at Sealand ikki er viðurkent sum land av nøkrum øðrum landi. Nú er tað altso til sølu fyri 5,6 milliardir, sigur The Times. Fleiri upplýsingar um Sealand eru at finna á heimasíðuni hjá landinum, www.sealandgov.org. Soleiðis sær tað út inni í stóru høllini, har millum annað stóri oljubilurin stóð, men sum var fingin út í evstu løtu Mynd: Áki Bertholdsen Kalsoyingar eftirmeta Fólk í norðaru helvt av Kalsoynni eru ikki serliga fegin um, at Klaksvíkar kommuna, sum eisini er teirra kommuna, ætlar at byggja eldrabýli saman saman við kommununum á Viðareiði og í Svínoy. Eyðun Eliasen, sum er í staðbundnu nevndini fyri Trøllanes, sigur við Norðlýsið, at tað hevði verið eitt rættiligt frambrot fyri tær báðar norðastu bygdirnar í Kalsoynni, varð slíkur stovnur bygdur har. Samanleggingin má eftirmetast, sigur hann. Meiri varandi orku Vit skulu brúka meiri av varandi orku í framtíðini. Tað heldur ein arbeiðsbólkur hjá Jarðfeingi og vinnumálaráðnum. Bólkurin heldur, at tað loysir seg betur at leggja dent á vindorku heldur enn vatnorku, og harafturat eiga vit at gera meiri burtur úr fjarhita, sigur bólkurin. Sambært stjóranum í Jarðfeingi, Sigurði í Jákupsstovu, eru góðir møguleikar fyri, at í 2015 fáa vit 20 prosent av orkuni frá varandi orkukeldum, um vilji er til tess. Ein stór elektrikara fyritøka hevur keypt eina minni elektr­ik­ ara fyritøku. Tað er veruleikin nú P/f Leif Mohr hevur keypt Eyðun Jespersen VINNA Rólant Waag Dam Tað sum er keypt, er felagið EJ Contractors. Tað er hold­ ingfelagið í einum samtaki. EJ Contractors eigur parta­ pen­ingin í feløgunum Eyð­ un Jespersen, Jes og Main­ hard Haldansen. Eisini eig­ur EJ Contractors báð­ar bygn­ingarnar, sum húsa virk­ seminum hjá samtak­inum. Felagið Eyðun Jespersen hevur virksemið innan el- mekanik, køli- og frystiarbeiði og el-arbeiði. Mainhard Hald­ an­sen ar­beiðir við teknikk og mek­anikki innan alibrúk og smolt­støðir. Onki virksemi er í Jes í løtuni. Hóska væl saman – Talan er um eina sera væl­ rikna fyritøku, sum hevur virk­semi, ið hóskar væl saman við verandi virksemi hjá LM. Keypið ger báðar fyritøkurnar sterkari, heldur enn um tær sum higartil vóru hvør fyri seg, sigur Leivur Holm, stjóri í Leif Mohr, tá vit spyrja hann um orsøkina til keypið, sum varð formaliserað 2. januar. – Vit meta, at vit koma at standa sterkari á økjum, har vit fyrr ikki hava gjørt so nógv um okkum, og vit verða førir fyri at bjóða eitt breiðari úrval av vørum og tænastum, vísir Leivur Holm á. Hann vil ikki siga nakað um keypsprís, tí partarnir hava avtalað sína millum, at hetta verður teirra millum. Framvegis sjálvstøðugt felag Fyri teir sum arbeiða hjá Eyð­ un Jespersen fer hetta ikki at merkja gerandisdagin. Teir arbeiða har fyrr sum enn, tí Eyðun Jespersen kemur at halda fram sum eitt sjálv­ støðugt felag. – So hvørt tíðin er búgvin, kunnu tillagingar millum LM og EJ koma uppá tal. Hetta alt fyri at gera felags drift so effektiva og dygdargóða sum møguligt, sigur Leivur Holm. Nýggjur stjóri Onkur broyting verður tó skjótt. Rói Vang byrjar sum stjóri í Eyðun Jespersen frá 1. februar. Hann arbeiðir í løtuni í ráðgevingarfyritøkuni KJ Elráð, og hevur áðrenn hetta verið stjóri í JT Electric.  Eyðun Jespersen sjálvur hevur játtað at halda  fram at arbeiða í felagnum sum verkførari, og tað fegnast Leivur Holm um. Leif Mohr keypt Eyðun Jespersen Leif Mohr hevur keypt Eyðun Jespersen, men tað fer ikki at merkja nakað í gerandisdegnum hjá teimum, tí Eyðun Jespersen heldur fram sum sjálvstøðugt felag Mynd: Rólant Waag Dam