mikudagur 10. januar 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 7 - 10. januar 2007
tíðindi
Eitt skammlop í
eini el-innlegging
er orsøkin til stóra
eldin á Trongisvági
fríggjakvøldið, tá
gamla statoilstøðin
brann í grund.
Tað niðurstøðan
eftir kanningar hjá
løgregluni
LØGREGLUTÍÐINDI
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Trongisvágur: Løgreglan
hevur verið í Suðuroy og
gjørt kanningar av tí, sum
eftir er eftir stóra eldin
í gomlu statoilstøðini á
Trongisvági í Suðuroy
fríggjakvøldið.
– Vit hava verið í Suðuroy
og hugt upp á tað. Út frá
teimum fyrstu kanningunum
kunnu vit staðfesta, at eld
urin byrjaði í gomlu vaski
høllini, og at orsøkin helst
er eitt skammlop í eini el
innlegging, sigur Per Skov
frá løgregluni í Havn.
– Merkir frá einum
skammlopi eru at síggja
á leidningum á vegginum
í vaskihøllini, sigur Per
Skov og leggur so aftrat, at
brandmyndin vísir greitt,
at tað var í vaskihøllini at
eldurin byrjaði, og at hann
hevur breitt seg hagani.
Sent leidningar
til Danmarkar
Løgreglan í Føroyum hevur
menn, sum hava útbúgvið
seg serliga innanfyri eld, og
teirra millum er Per Skov.
Hann var sjálvur í Suðuroy
og gjørdi kanningarnar,
og við sær aftur tók hann
nakrar leidningar, sum nú
eru sendir til Danmarkar til
nærri kanningar.
– Hetta verður gjørt fyri
at staðfesta og undirbyggja
okkara niðurstøðu, greiðir
Per Skov, løgreglumaður,
frá.
Skammlop orsøk til eldin
Hetta er heims-
ins minsta land
– kostnaður
5,6 milliardir
Sealand eitur »land-
ið«, sum er 550 fer-
metrar til støddar og
stendur á tveimum
betongsúlum í Norð-
sjónum
SØLA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
The Times sigur, at eigar
arnir av Sealand ynskja at
selja »landið«, sum virkaði
sum sjóskansi undir øðrum
Veraldarbardaga.
Sealand liggur 11 kilo
metrar uttan fyri enska havna
býin Harwich, og hevur egið
flagg, tjóðsang, pengastøði
og landslið í fótbólti.
Tað var í 1967 at fyrrver
andi majorurin, Paddy Roy
Bates, festi búgv á platform
inum. Beinanvegin skýrdi
Paddy Roy Bates platformin
at vera eitt land, og krýndi
seg sjálvan sum prins.
Í 1968 royndi enski flotin
fáa “Prins Bates” av plat
forminum, men hann svaraði
aftur og skeyt eftir flotanum.
Seinni gav ein bretskur
dómari Bates viðhald í, at
Sealand lá uttanfyri bretskt
farvatn, og soleiðis kundi
Bates nøkur ár seinni leggja
eina stjórnarskipan fram,
galdandi fyri Sealand.
Í 1978 rændu nakrir týskir
og hálendskir handilsmenn
sonin hjá Prins Bates. Men
Prins Bates svaraði aftur
við luftálopum, bjargaði
soninum og tók rænararnar
til krígsfangar. Seinni vórðu
teir tó leyslatnir aftur.
Við til søguna hoyrir, at
Sealand ikki er viðurkent
sum land av nøkrum øðrum
landi. Nú er tað altso til sølu
fyri 5,6 milliardir, sigur The
Times. Fleiri upplýsingar
um Sealand eru at finna á
heimasíðuni hjá landinum,
www.sealandgov.org.
Soleiðis sær tað út inni í stóru
høllini, har millum annað
stóri oljubilurin stóð, men
sum var fingin út í evstu løtu
Mynd: Áki Bertholdsen
Kalsoyingar eftirmeta
Fólk í norðaru helvt av Kalsoynni eru ikki serliga fegin um,
at Klaksvíkar kommuna, sum eisini er teirra kommuna,
ætlar at byggja eldrabýli saman saman við kommununum á
Viðareiði og í Svínoy. Eyðun Eliasen, sum er í staðbundnu
nevndini fyri Trøllanes, sigur við Norðlýsið, at tað hevði
verið eitt rættiligt frambrot fyri tær báðar norðastu bygdirnar
í Kalsoynni, varð slíkur stovnur bygdur har. Samanleggingin
má eftirmetast, sigur hann.
Meiri varandi orku
Vit skulu brúka meiri av varandi orku í framtíðini. Tað heldur
ein arbeiðsbólkur hjá Jarðfeingi og vinnumálaráðnum.
Bólkurin heldur, at tað loysir seg betur at leggja dent á
vindorku heldur enn vatnorku, og harafturat eiga vit at gera
meiri burtur úr fjarhita, sigur bólkurin. Sambært stjóranum í
Jarðfeingi, Sigurði í Jákupsstovu, eru góðir møguleikar fyri,
at í 2015 fáa vit 20 prosent av orkuni frá varandi orkukeldum,
um vilji er til tess.
Ein stór elektrikara
fyritøka hevur keypt
eina minni elektrik-
ara fyritøku. Tað er
veruleikin nú P/f Leif
Mohr hevur keypt
Eyðun Jespersen
VINNA
Rólant Waag Dam
Tað sum er keypt, er felagið
EJ Contractors. Tað er hold
ingfelagið í einum samtaki.
EJ Contractors eigur parta
peningin í feløgunum Eyð
un Jespersen, Jes og Main
hard Haldansen. Eisini
eigur EJ Contractors báðar
bygningarnar, sum húsa virk
seminum hjá samtakinum.
Felagið Eyðun Jespersen
hevur virksemið innan el
mekanik, køli og frystiarbeiði
og elarbeiði. Mainhard Hald
ansen arbeiðir við teknikk og
mekanikki innan alibrúk og
smoltstøðir. Onki virksemi er
í Jes í løtuni.
Hóska væl saman
– Talan er um eina sera væl
rikna fyritøku, sum hevur
virksemi, ið hóskar væl
saman við verandi virksemi
hjá LM. Keypið ger báðar
fyritøkurnar sterkari, heldur
enn um tær sum higartil
vóru hvør fyri seg, sigur
Leivur Holm, stjóri í Leif
Mohr, tá vit spyrja hann um
orsøkina til keypið, sum varð
formaliserað 2. januar.
– Vit meta, at vit koma at
standa sterkari á økjum, har
vit fyrr ikki hava gjørt so nógv
um okkum, og vit verða førir
fyri at bjóða eitt breiðari úrval
av vørum og tænastum, vísir
Leivur Holm á.
Hann vil ikki siga nakað
um keypsprís, tí partarnir
hava avtalað sína millum, at
hetta verður teirra millum.
Framvegis
sjálvstøðugt felag
Fyri teir sum arbeiða hjá Eyð
un Jespersen fer hetta ikki at
merkja gerandisdagin. Teir
arbeiða har fyrr sum enn, tí
Eyðun Jespersen kemur at
halda fram sum eitt sjálv
støðugt felag.
– So hvørt tíðin er búgvin,
kunnu tillagingar millum LM
og EJ koma uppá tal. Hetta
alt fyri at gera felags drift
so effektiva og dygdargóða
sum møguligt, sigur Leivur
Holm.
Nýggjur stjóri
Onkur broyting verður tó
skjótt. Rói Vang byrjar sum
stjóri í Eyðun Jespersen frá 1.
februar. Hann arbeiðir í løtuni
í ráðgevingarfyritøkuni KJ
Elráð, og hevur áðrenn hetta
verið stjóri í JT Electric.
Eyðun Jespersen sjálvur
hevur játtað at halda fram
at arbeiða í felagnum sum
verkførari, og tað fegnast
Leivur Holm um.
Leif Mohr keypt Eyðun Jespersen
Leif Mohr hevur keypt
Eyðun Jespersen, men tað
fer ikki at merkja nakað í
gerandisdegnum hjá teimum,
tí Eyðun Jespersen heldur fram
sum sjálvstøðugt felag
Mynd: Rólant Waag Dam