Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. januar 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 7 - 10. januar 2007 7 tíðindi - Endamálið er at verja tey, sum ikki roykja og at tryggja teimum rætt til eitt roykfrítt umhvørvi, bæði á arbeiðsplássinum, á matstovum og barrum, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður Roykipolitikkur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Hans Pauli Strøm ætlar sær nú rættiliga í hernað fyri at verja øll tey mongu, sum ikki roykja. Í hesum sambandi hev­ ur landsstýrismaðurin nú tosað við landsstýrið um at seta forboð fyri at royk­ja, allastaðni, har fólk ko­ma saman á almennum støð­ um. - Gongur, sum eg vil, verð­ ur bannað at roykja alla­stað­ ni, uttan heima og uttandura frá 1. januar, 2008, sigur Hans Pauli Strøm. Men hann viðgongur, at enn er langt á mál og tí veit hann ikki um tað lukkast. Málið er nú reist í lands­ stýri­n­um og har er full und­ ir­tø­ka fyri tí. Men nú skal tað so gjøgnumarbeiðast politiskt, eins og tað skal send­ast til hoyringar hjá teim­um pørtum, sum hetta á­virk­ar og so fáa vit at sígg­ja. Hann ásannar, at hetta er eitt tiltak, sum fer at raka roykjarar hart. - Men endamálið við hes­um er eina og aleina at tryggja øllum teimum, sum ikki roykja, rættin til eitt roykfrítt umhvørvi og rættin til at sleppa undan tubbaksluft, sum er eitt tað skað­i­liga­sta sum er. - Endamálið er eisini gera tað so torført at roykja, at tað skal forða fyri, at fleiri yvir­høv­ur fara at roykja. Skulu ikki vera eftirbátar Hann vísir á, at áður er tað gjørt ólógligt at roykja á almennum arbeiðsplássum. - Tí er tað mótstríðandi, at tað skal vera loyvt at royk­ja á øllum øðrum arb­ eiðs­plás­s­um, sigur hann. Men hann heldur eisini, at føroyingar eiga ikki at vera eftirbátar á hesum øki og hann vísir á, at fleiri lond hava sett forboð fyri royking í almenna rúm­in­ um. - Tí haldi eg eisini, at tað í Føroyum eigur at verða bannað at roykja í alla­stað­ni, har fólk koma sam­an, bæði til arbeiðis og til undirhalds og tað bæði á privatum og á almennum støðum Hans Pauli Strøm mæl­ir tí til at tað verður ban­nað at roykja á øllum ar­beið­s­ plás­s­um, bæði privatum og al­menn­um. Men hann mælir eisini til, at hetta forboðið verður galdandi har fólk kom saman til undirhald, til mentanartiltøk og til frí­tíð­ ar­ítr­iv, tað verið seg á mat­ stov­um, á barrum, á pubb­ um, á dansistøðum, kon­sert­ høl­um, og alla aðrastaðni við. Hin vil hann eisini hava við í lógina, at tey, sum selja sigarettir og tubbak, sku­lu ikki hava loyvi at hava hetta standandi frammi á sjón­lig­ um staði. - Í løtuni er ólógligt at hava sigarettir á sølufremjandi staði, men tað er so ógreitt, hvat tað merkir, at fútin sær seg ikki føran fyri at hava eftir­lit við tí, sigur Hans Pauli Strøm Nú verður munandi bíligari at ferðast við skipunum hjá strandferðsluni, bæði hjá ferðafólki til gongu og fyri ferðafólk í bilum Strandferðsla Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú verður tað skjótt mun­ an­di bíligari at ferð­ast við skipunum hjá Strand­ferð­ slu­ni. Og tað verður bæði gald­ an­di fyri ferðafólk til gon­ gu og fyri ferðafólk við bil­um. Á fíggjarlógini fyri í ár fekk Strandferðslan fimm mil­li­ón­ir, sum vórðu mark­ að­ar til at lækka prísin á ferða­seð­l­um fyri. Hetta eru eini 20% av inntøkunum hjá Strand­ ferðs­lu­ni. Tað merkir, at sum heild fer tað at vera 20% bíligari at ferðast. Men landsstýrið ætlar, at tað skal verða nógv bíligari enn so. Jacob Vestergaard, lands­ stýr­is­mað­ur í inn­lend­is­mál­ um, sigur, at ætlanin er ikki at lækka prísirnar fyrr enn fram ímóti sumri, kanska í mai mánaði. Men afturfyri er so ætlanin at høgga rættiliga nógv av prísinum tá. Hann sigur, at skal læk­k­ ing­in javnast yvir alt árið, ger tað ikki tann heilt stóra munin. Men verður bíðað til longur út á árið, verður lækk­ing­in tvær ferðir so stór, so tað fer at merkjast mun­an­di betri. Men so er eisini ætlanin at varðveita somu, lágu prís­ ir frameftir. Tað merkir, at Strand­ferðs­lan skal hava upp­aft­ur meiri pengar næs­ ta ár. - Vit fara at brúka hesa næstu tíðina at finna útav, akkurát, hvussu prísirnir skulu lækka, sigur hann. Munandi príslækking Hann sigur, at eitt, sum tey sku­lu finna útav, er, um allir prís­ir skulu lækka eins nógv, ella um munur skal vera á lækkingunum. Ein annar spurn­in­gur at taka støðu til, verður, hvussu góðar og nógvar avsláttarskipanir sku­lu verða framyvir. Av tí sama kann Jacob Vestergaard heldur ikki si­ga, hvussu nógv teir ymis­ ku prísirnir fara at lækka. Men fara prísirnir at læk­ ka eini 40-50%, skal tað ikki undra nakran. - Tað eru lækkingar í hesi støddini, eg hugsi mær at seta í verk, sigur Jacob Vestgergaard. Hann sigur, at samgongan hev­ur arbeitt við tølum, sum siga, at framyvir skal ein ferðaseðil aftur og fram kos­ta einar 50 krónur til­sam­ ans og ein ferðaseðil aftur og fram við bili skal kosta einar 100 krónur tilsamans. Men tá skal tað ikki gera mun, hvussu nógv fólk eru í bilinum. - Tað verður mett at kosta einar 18 milliónir um árið, ella níggju milliónir fyri hálv­­ár­ið. Men nú fekk Strand­­ferðs­lan so fimm mil­ li­ó­n­ir fyri alt árið og tað er gott helvtin av tí. -Tað røkkur so neyvan til at lækka prísirnar so nógv, sum samgongan hev­ur ætlað. Men verður lækkingin sett í verk frá í mai, røkkur tað í øllum, førum til at lækka prísirnar munandi, so at teir kanska verða eini 40% lægri, enn teir eru nú. Verða allir prísir lækkaðar 40% yvir ein kamb, fer tað at merkja, at ein vanligur ferðaseðil við Smyril fer úr 75 krónum, niður í einar 45 krónur og ein ferðaseðil til bil fer úr 130 krónum, niður í einar 80 krónur. Men her kann tað enda við, at vanligir ferðaseðlar ikki fara at lækka so nógv, men at tað afturfyri fer at verða munandi bíligari at keypa tíggju-túrakort. Ein annar spurningur er, hvus­su nógv fólk skulu kunna vera í einum bili, uttan at tað kostar eyka. - Hetta eru nakrir av spurn­ ing­un­um, sum vit tosa um í sam­gong­uni í løtuni, sigur Jacob Vestergaard. Nú verður nógv bíligari at ferðast við Strandferðsluni Tað skal ikki koma óvart á nakran, vissi tað skjótt verður næstan helvtina so dýrt at sigla við Smyrli Nú skulu roykjarar út í kuldan-ella halda seg heima Endamálið er ikki at raka tey, sum roykja. Endamálið er at verja øll tey, sum ikki roykja og at tryggja teimum rættin til roykfría luft, sum er eitt tað heilsuskaðiligasta, sum er