Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. januar 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 7 - 10. januar 2007 tíðindi SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk útlond Stutt sagt Dálking drepur Luftin í iranska høvuðs­ staðnum Teheran er so illa dálkað, at sambært einum embætismanni, sum BBC hevur tosað við, eru næstan 10.000 fólk í býnum deyð av luftdálking tað seinasta árið. Tey flestu eru deyð av hjartatrupulleikum ella trupulleikum við anda­­rásini, sigur em­bætis­ mað­urin. For­mað­urin í nevndini, sum skipar fyri átøkum ímóti luftdálking, sigur við BBC, at støðan er so álvarssom, at talan er næst­an um felags sjálv­ morð. Sambært for­mann­ in­um er luftdálkingin versn­að nógv teir sein­ astu mánaðarnar, og hann heldur, at ein triðingur av teimum 10.000 doyðu í oktober. Olmert avhoyrast Á mánan Gongst sum ætlað, fara bretar at senda eitt ómannað rúmdarfar upp á m´snsn innan trý ár. Ætlanin er at fullføra verkætlanina í tveimum. Í fyrra lagi skal eitt ómannað far sendast í ringrás um mánan at gera ymsar kanningar, og eydnast tær væl, skal eitt annað far seta seg á mánan. Bretska granskingarráðið og ráðharrin í gransking taka undir við ætlanini, sigur BBC. Í Ísrael hevur løg­regl­ an gjørt av at boð­ senda landsins for­ sætis­ráðharra, Ehud Ol­mert, til avhoyringar. Sjónvarpið Aruz 10 veit at siga, at løgreglan ætl­ ar at tosa við Olmert um fleiri mál, sum hava við korrupsjón at gera. Eitt nú hevur løg­reglan illgruna um, at Olmert hjálpti nøkr­um vinmonnum inn­an handilslívið, tá bank­in Leumi bleiv ein­ skildur. Olmert var fíggj­ armálaráðharri tá. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Ehud Olmert er settur í samband við korrupsjón, men hann er ongantíð dømdur. Eis­ini hesa ferð noktar hann seg sekan. – Helst ætlaðu teir at beina fyri mær, tí at eg eri svartur (Ernest Lampkins, amerikanskur borgarstjóri). Í Stavanger reiv ein partur av dómkirkjutekjuni, og 57.000 sviar hava ongan streym Tað var rættiligt illveður á Vesturlandinum í Noregi í gjár. Í Stavanger fór ein partur av tekjuni á dómkirkjuni, og tað sama hendi kirkjuni hjá hvítusunnusamkomuni í býnum. Løgreeglan av­byrgdi økið kring tær báð­ar kirkjurnar, og sløkki­ liðsmenn høvdu úr at gera við at leggja okkurt omaná. Í Haugesund tók stormurin eina goymsluhøll, sum stóð við flogvølli, og fleiri bilar, sum stóðu uttan fyri høllina, fingu stóran skaða. Ein ferja, sum lá við bryggju, sleit, men tað eydnaðist at fáa hana aftur at bryggju, áðrenn hon fór á land. Veðurmenninir høvdu boðað frá stórari flóð millum Lista og Kristiansund, og nógvastaðni var flóðin ein góðan hálvan metur oman fyri tað vanliga. Tað hevði millum annað við sær, at sjógvurin fløddi upp á Bryggen í Bergen, har fleiri handlar stóðu undir í sjógvi fyri. Aftenposten skrivar, at hetta er fjórðu ferð síðani í desember, at handilsmenninir á Bryggen noyðast at turka sjógv upp av gólvinum. Mistu streymin Har vesturi í Svøríki var illveður í nátt, og um­leið 57.000 fólk lógu í streym­ loysi, tá tey vaknaðu í morgun. Myndugleikarnir siga, at fleiri trø eru rykt upp við rót ella brotnað í tí nógva vindinum, og ferðslan var nógv darvað í morgun. Trupul­leikar vóru eisini við telefon­sambandinum. Sambært myndug­leik­un­ um fekk eingin skaða í ill­ veðrinum, hvørki í Noregi ella í Svøríki. Illveður í Noregi og Svøríki Í Svøríki var eisini illveður um vikuskiftið. Millum annað fór eitt fjós, men eingin av teimum 65 kálvunum fekk mein. Hesin slapp í hvussu er væl Tey flestu, sum búgva í Greenwood, eru hvít. Men borgarstjórin er svartur, og tað hóvar ikki øllum. Húðaliturin hevur framvegis nógv at siga í fleiri av teim­um amerikonsku suður­statunum, og tað mugu svartir politikarar mang­­an sanna. Tann 30. desem­ber varð Gerald Washing­ton funnin deyður í heimbýnum Westlake í statinum Louisiana. Tveir dagar seinni skuldi hann taka við sum tann fyrsti svarti borgarstjórin í býnum. Myndugleikarnir siga, at hann framdi sjálvmorð, men tey avvarðandi eru sann­førd um, at hann varð fyribeindur. Í Greenwood, sum eisini er í Louisiana, hevur løgreglan hert eftirlitið uttan fyri húsini hjá borgarstjóranum, Ernest Lampkins, eftir at ókendir menn skutu eftir húsunum í gjár. – Tað er einki at ivast í, at teir ætlaðu at beina fyri mær. Orsøkin kann vera, at eg eri svartur, og at eg vann á undanmanninum, sigur Ernest Lampkins við tíðindastovuna AP. Skutu eftir húsunum hjá borgarstjóranum