mikudagur 10. januar 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 7 - 10. januar 2007
tíðindi
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
útlond
Stutt Sagt
Dálking
drepur
Luftin í iranska høvuðs
staðnum Teheran er so
illa dálkað, at sambært
einum embætismanni,
sum BBC hevur tosað
við, eru næstan 10.000
fólk í býnum deyð av
luftdálking tað seinasta
árið. Tey flestu eru deyð
av hjartatrupulleikum
ella trupulleikum við
andarásini, sigur embætis
maðurin. Formaðurin í
nevndini, sum skipar fyri
átøkum ímóti luftdálking,
sigur við BBC, at støðan
er so álvarssom, at talan
er næstan um felags sjálv
morð. Sambært formann
inum er luftdálkingin
versnað nógv teir sein
astu mánaðarnar, og hann
heldur, at ein triðingur av
teimum 10.000 doyðu í
oktober.
Olmert
avhoyrast
Á mánan
Gongst sum ætlað,
fara bretar at senda eitt
ómannað rúmdarfar upp
á m´snsn innan trý ár.
Ætlanin er at fullføra
verkætlanina í tveimum.
Í fyrra lagi skal eitt
ómannað far sendast
í ringrás um mánan at
gera ymsar kanningar,
og eydnast tær væl,
skal eitt annað far seta
seg á mánan. Bretska
granskingarráðið og
ráðharrin í gransking
taka undir við ætlanini,
sigur BBC.
Í Ísrael hevur løgregl
an gjørt av at boð
senda landsins for
sætisráðharra, Ehud
Olmert, til avhoyringar.
Sjónvarpið Aruz 10 veit
at siga, at løgreglan ætl
ar at tosa við Olmert um
fleiri mál, sum hava við
korrupsjón at gera. Eitt nú
hevur løgreglan illgruna
um, at Olmert hjálpti
nøkrum vinmonnum
innan handilslívið, tá
bankin Leumi bleiv ein
skildur. Olmert var fíggj
armálaráðharri tá. Hetta
er ikki fyrstu ferð, at
Ehud Olmert er settur í
samband við korrupsjón,
men hann er ongantíð
dømdur. Eisini hesa ferð
noktar hann seg sekan.
– Helst ætlaðu teir at beina fyri mær, tí at eg eri svartur
(Ernest Lampkins, amerikanskur borgarstjóri).
Í Stavanger reiv
ein partur av
dómkirkjutekjuni,
og 57.000 sviar hava
ongan streym
Tað var rættiligt illveður á
Vesturlandinum í Noregi í
gjár. Í Stavanger fór ein partur
av tekjuni á dómkirkjuni,
og tað sama hendi kirkjuni
hjá hvítusunnusamkomuni
í
býnum.
Løgreeglan
avbyrgdi økið kring tær
báðar kirkjurnar, og sløkki
liðsmenn høvdu úr at gera
við at leggja okkurt omaná.
Í Haugesund tók stormurin
eina goymsluhøll, sum stóð
við flogvølli, og fleiri bilar,
sum stóðu uttan fyri høllina,
fingu stóran skaða.
Ein ferja, sum lá við
bryggju, sleit, men tað
eydnaðist at fáa hana aftur
at bryggju, áðrenn hon fór
á land.
Veðurmenninir høvdu
boðað frá stórari flóð millum
Lista og Kristiansund, og
nógvastaðni var flóðin ein
góðan hálvan metur oman
fyri tað vanliga. Tað hevði
millum annað við sær,
at sjógvurin fløddi upp
á Bryggen í Bergen, har
fleiri handlar stóðu undir
í sjógvi fyri. Aftenposten
skrivar, at hetta er fjórðu
ferð síðani í desember, at
handilsmenninir á Bryggen
noyðast at turka sjógv upp
av gólvinum.
Mistu streymin
Har vesturi í Svøríki var
illveður í nátt, og umleið
57.000 fólk lógu í streym
loysi, tá tey vaknaðu í
morgun.
Myndugleikarnir siga, at
fleiri trø eru rykt upp við
rót ella brotnað í tí nógva
vindinum, og ferðslan var
nógv darvað í morgun.
Trupulleikar vóru eisini við
telefonsambandinum.
Sambært myndugleikun
um fekk eingin skaða í ill
veðrinum, hvørki í Noregi
ella í Svøríki.
Illveður í Noregi og Svøríki
Í Svøríki var eisini illveður um vikuskiftið. Millum annað fór eitt fjós, men eingin av teimum 65 kálvunum fekk mein. Hesin slapp í hvussu er væl
Tey flestu, sum búgva
í Greenwood, eru hvít.
Men borgarstjórin er
svartur, og tað hóvar
ikki øllum.
Húðaliturin hevur framvegis
nógv at siga í fleiri av
teimum
amerikonsku
suðurstatunum, og tað
mugu svartir politikarar
mangan sanna. Tann 30.
desember varð Gerald
Washington funnin deyður
í heimbýnum Westlake í
statinum Louisiana. Tveir
dagar seinni skuldi hann
taka við sum tann fyrsti
svarti borgarstjórin í býnum.
Myndugleikarnir siga, at
hann framdi sjálvmorð,
men tey avvarðandi eru
sannførd um, at hann varð
fyribeindur.
Í Greenwood, sum eisini er
í Louisiana, hevur løgreglan
hert eftirlitið uttan fyri húsini
hjá borgarstjóranum, Ernest
Lampkins, eftir at ókendir
menn skutu eftir húsunum
í gjár.
– Tað er einki at ivast í,
at teir ætlaðu at beina fyri
mær. Orsøkin kann vera,
at eg eri svartur, og at eg
vann á undanmanninum,
sigur Ernest Lampkins við
tíðindastovuna AP.
Skutu eftir húsunum hjá borgarstjóranum