mikudagur 10. januar 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 7 - 10. januar 2007
9
tíðindi
Visjón 2015 er eitt
propagan da- og
prestiguprojekt hjá
løgmanni, sigur
Høgni Hoydal, sum
ikki heldur, at lands
stýrið kann verða
nøgt við, at 31 prosent
kenna seg sum ein
part av visjónini
Visjón 2015
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Veljarakanningin, sum kan
ningarstovnurin Fynd gjør
di fyri Sosialin, vísti mill
um annað, at 31 prosent av
fólkinum kenna seg sum
ein part av visjónini. Fólk
hava verið ymisk á máli,
um hetta er eitt nøktandi
tal.
Vit hava prátað við Høg
na Hoydal, sum leggur fyri
við at staðfesta, at hann í
fyrsta umfari var væl nøgd
ur við, at landsstýrið ætlaði
at seta sær mál fyri framtíð
ina. Men so rakk stuðulin
frá formanni Tjóðveldis
floksins heldur ikki longur.
- Tá tað gjørdist greitt,
at her var í staðin talan
um eitt prestiguprojekt,
sum ráðgevar løgmans fun
nu uppá, við íblástri frá
einum líknandi, men mis
eydnaðum, tiltakið í EU,
har embætisfólk sita og
orða politiskar visjónir fyri
framtíðina, so kundi eg ikki
taka undir við hugskotinum
longur, sigur Høgni Hoy
dal.
- Eg havi sagt tað við
løgmann alla tíðina, at
tað er ónyttugt at seta
arbeiðsbólkar við embætis
fólki at orða politiskar tan
kar, tá hetta eigur at vera
uppgávan hjá politikarun
um, sum eisini verða vigaðir
og eftirmettir av fólkinum
fjórða hvørt ár, sigur Høgni
Hoydal, sum tekur undir
við teimum, sum rópa hetta
fyri teknokratiska stýring
av politikkinum.
- Eg eri ikki sørt vónsvikin
av, at embætisfólk lata seg
misnýta til eitt politiskt pro
paganda projekt, sum eftir
hondini er at sammeta við
kenda ævintýrið um nýggju
klæði keisarans, skoytir
Høgni Hoydal uppí.
Sjálvstýrið avgreiðast
Formaður Tjóðveldisflok
sins sigur seg í fyrsta lagi
sakna, at landsstýrið stingur
út í kortið, hvat tað er fyri
eitt samfelag, vit vilja hava
í framtíðini.
- Tá landsstýrið ikki hevur
sett sær eitt ítøkiligt mál er
tað beinleiðis høpisleyst, at
heita á annars gløgg fólk úti
í samfelagnum, um at koma
við teirra boðum uppá fram
tíðina, sigur Høgni Hoydal,
sum sjálvsagt, í fyrsta
umfari kundi hugsað sær,
at vit funnu eina loysn á
sjálvstýrismálinum, áðrenn
eitt tílíkt visjónssarbeiðið
varð sett í verk.
Spurdur, um hann heilt
realistiskt heldur, at vit í
Føroyum finna eina semju
á tí økinum, millum annað
við fullveldissamgonguni í
huga, sigur Høgni Hoydal,
at tað er fortreytin fyri,
at vit kunnu seta okkum
nakað mál.
- Vit kunnu í og fyri seg
onga framtíð ímynda ella
mynda okkum, tá vit ikki
hava tikið støðu til, hvat
tað er fyri eitt land, vit vilja
hava. Og tað skulu embætis
menn ikki taka støðu til, tí
tað er ikki teirra uppgáva,
sigur Høgni Hoydal.
Hvat er málið?
Men landsstýrið sigur júst
í upplegginum, at sosiala
vælferðin er endamálið
við visjónini. Hvussu kann
Høgni tá siga, at onki mál
er við visjónini?
- Vælferð, hvat er tað
- skattalætti? Spyr Høgni
retoriskt, og hann heldur
fram:
- Eg gevi onki fyri hatta
við, at vælferðin er endamál
ið. Upprunaliga var tað als
ikki ætlanin, at tað skuldi
vera við í Visjón 2015. Ikki
fyrr enn Hans Pauli Strøm,
landsstýrimaður í almanna-
og heilsumálum, fanst at
løgmanni og kravdi at fáa
sínar 13 bólkar við, funnu
teir útav, at tað hevði verið
eitt gott hugskot at sagt, at
tað eisini skuldi vera enda
málið, sigur Høgni Hoydal.
Hann heldur, at lands
stýrið hevur prógvað, at
visjónin hevur onki trúvir
ði, tí, sum hann vísir á, so
ger landsstýrið beinleiðis
ímóti tí, sum bólkarnir nú
koma við, eitt nú á umhvør
visøkinum, har Føroyar enn
ikki er farið uppí Kyoto
samstarvið.
- Samstundis biður tú fólk
um at koma við visjónum
á økinum – hetta er ikki
lítið ósmæðið, sigur Høgni
Hoydal.
Teknokratiskt spinn
Spurdur, um tað ikki er
gott, at mál verða sett, sigur
Høgni Hoydal, at hann var
fyrstur at rósa løgmanni
fyri, at hann fór at arbeiða
við visjónum.
- Men tað gjørdist skjótt
greitt, at løgmaður als ikki
ætlaði at hetta skuldi vera
eitt politiskt projekt, men
eitt teknokratiskt spinn,
uttan mál ella mið, sigur
hann, og vísir á, at eftir
hansara tykki er talan um,
at landsstýrið við hesum
kastar alla politiska ábyrgd
frá sær.
- Og tað ger tað ikki lættari
at trúgva uppá hugskotið, tá
landsstýrið á nærum øllum
økjum arbeiðir beint ímóti
tí, sum bólkarnir koma við.
Til dømis innan útbúgving,
gransking,
mentan
og
umhvørvi, sigur Høgni
Hoydal.
Og Høgni hevur eisini
ilt við at síggja, hvat
endamálið er við at hava
sokallaðu visjónstorgini.
Og hann vísir á eina hend
ing, har visjónstorg var á
Hotel Føroyum.
- Ein arbeiðsbólkur legði
fram hugskot til, hvat
grundarlagið skal vera fyri
framtíðar samfelagið. Har
vóru eitt nú uppskot í sam
bandi við minstulønina og
skattalætta. Men framløg
an endaði við, at politisku
umboðini sótu og funnust at
bólkinum og embætisfólk
ini. Hetta sigur bara, at tað
nýttar onki, at seta onnur at
orða politiskar visjónir, tí
tær eru politikararnir valdir
til, sigur Høgni Hoydal.
Valár og valgagn
Í mun til, at landsstýrið ætl
ar at senda ein bókling við
niðurstøðunum frá visjóns
bólkunum út í hvørt hús,
er hetta eisini eitt, sum for
maður Tjóðveldisfloksins
fýlist á.
- Nú valár er, er hetta bara
enn eitt dømi um, at talan
er um eitt íspunnið propa
gandatiltak, sum onki høpi
er í, sigur Høgni Hoydal,
sum heldur, at um ætlanin
var, at fólkið skal kjakast
útfrá bóklinginum, so er
tað løgið, at landsstýrið
ikki sendi ein slíkan út, tá
teir komu til valdið fyri
trimum árum síðani.
- Tað er ongin ivi um, at
hetta verður uppfatað sum
valagn og tá er endamálið
ikki rokkið, sigur Høgni
Hoydal.
Parkeringspláss
Tað hevur verið borið
fram, at til komandi sam
gongusamráðingar fer støð
ið eitt nú at verða tikið
í
visjónsupplegginum.
Hvat fer Høgni Hoydal at
gera í einari slíkari støðu?
– Sjálvsagt fara vit eisini at
verða opin yvir fyri teimum
góðu hugskotunum, sum
bólkarnir koma við. Men
sjálvt hugtakið Visjón 2015,
fara vit ikki at arbeiða bein
leiðis víðari við, tí, sum eg
havi sagt so ofta, so er her
bara talan um eitt tómt hug
tak, sum prógvar, at verandi
landsstýrið absolutt ongar
visjónir hevur sjálvt, sigur
Høgni Hoydal
Spurdur, hvat hann held
ur um, at 31 prosent siga
seg kenna seg sum ein part
av visjónini, sigur Høgni
Hoydal, at hetta er eitt greitt
tekin um, at fólk ikki hava
tikið hugtakið til sín.
- Í og fyri seg er tað hug
vekjandi, at somikið nógv
fólk siga seg kenna seg
sum ein part av visjónini.
Tí hvat er visjónin? Eg veit
tað ikki, og ongin, sum eg
havi prátað við, veit hvat
visjónin er fyri nakað, sigur
Høgni Hoydal, sum rópar
visjónina fyri heimsins stør
sta parkeringspláss.
Hvønn sunnudag
millum kl. 10.00
og 12.00 lurta
ein millión
danskarar eftir
undirhaldssendingini
Cafe Hack á P4.
Lena Anderssen var
gestur í hesi sending
sunnudagin, skrivar
Føroya Banki á
heimasíðu síni.
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Lena fekk sambært for-
oyabanki.fo stórt rós frá
vertinum, Søren Dahl, fyri
sín tónleik
Lena og Søren Dahl
tosaðu
um
føroyska
mentan, samband hennara
við Kanada og tónleikin
hjá henni og Niclasi
Johannesen. Verturin las
upp úr einum av tekstunum
hjá Lenu og rósti henni
fyri at duga væl at skriva
sangtekstir. Eisini spældi
hann lagið “I Still Love
You,” sum hann útnevndi
til eitt av sínum yndisløg
um.
Lena og Niclas spældu
eisini
sjálv
sangin
“Seasons Will Change,”
Framførslan á Café Hack
varð væl fagnað, skrivar
Føroya Banki. Lena hevur
seinasta hálvt annað árið,
síðan fløgan Can’t Erase
It kom út í Danmark, spælt
nógv kring Danmark.
Hon hevur eisini verið
rættiliga nógv at hoyrt á
útvarpsrásunum P4 og
P3.
Tey bæði eru í løtuni í
ferð við at leggja seinastu
hond á eina spildurnýggja
fløgu saman við Óla
Poulsen. Fløgan er tikin
upp í Útvarpshøllini og í
Abbey Road. Hoyr don
sku
útvarpssendingina
á: http://www.dr.dk/P4/
Programmer/CafeHack/
Forside.htm
Lena spældi fyri
einari millión
Herborg Torkilsdóttir á myspace
Alt fleiri føroysk listafólk gera um seg á myspace, nýggjasta føroyska tónlistarliga
íkastið er við Herborg Torkilsdóttir og dóttir hennara 9 ára gomlu Sissal.
Herborg Torkilsdóttir er 29 ára gomul havnargenta, ið býr í Danmark. Á profili sínum
sigur Herborg, at hon hevur spælt gittar og skrivað sangir í fleiri ár, og nú hevur hon
endiliga avgjørt at spæla inn okkurt av tí, ið hon hevur skrivað. Hon sigur, at hon ikki
hevði tíð at finna ein professionellan gittarleikara, og hevur tí spælt alt inn sjálv.
Herborg sigur, at tað var sera stuttligt í upptøkuhølinum og at dóttir hennara Sissal
hjálpti henni á lagnum Savannah, ið er skrivað til yngstu dóttir Herborgs, Savannah,
meðan hon enn lá í móðurlívi.
Á profilinum liggja 4 løg, ið eru í singer/songwriter stílinum. 3 eru á føroyskum, meðan
Savannah er á føroyskum.
Vitjað Herborg á: http://www.myspace.com/herborgtorkilsdttir
Visjónin er eitt parkeringspláss