Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. januar 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 7 - 10. januar 2007 9 tíðindi Visjón 2015 er eitt pro­pa­ga­nda­- o­g prestigupro­jekt hjá løgma­nni, sigur Høgni Ho­yda­l, sum ikki heldur, a­t la­nds- stýrið ka­nn verða­ nøgt við, a­t 31 pro­sent kenna­ seg sum ein pa­rt a­v visjónini Visjón 2015 Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Veljarakanningin, sum kan­ ningarstovnurin Fynd gjør­ di fyri Sosialin, vísti mill­ um annað, at 31 prosent av fólkinum kenna seg sum ein part av visjónini. Fólk hava verið ymisk á máli, um hetta er eitt nøktandi tal. Vit hava prátað við Høg­ na Hoydal, sum leggur fyri við at staðfesta, at hann í fyrsta umfari var væl nøgd­ ur við, at landsstýrið ætlaði at seta sær mál fyri framtíð­ ina. Men so rakk stuðulin frá formanni Tjóðveldis­ floksins heldur ikki longur. ­ Tá tað gjørdist greitt, at her var í staðin talan um eitt prestiguprojekt, sum ráðgevar løgmans fun­ nu uppá, við íblástri frá einum líknandi, men mis­ eydnaðum, tiltakið í EU, har embætisfólk sita og orða politiskar visjónir fyri framtíðina, so kundi eg ikki taka undir við hugskotinum longur, sigur Høgni Hoy­ dal. ­ Eg havi sagt tað við løgmann alla tíðina, at tað er ónyttugt at seta arbeiðsbólkar við embætis­ fólki at orða politiskar tan­ kar, tá hetta eigur at vera uppgávan hjá politikarun­ um, sum eisini verða vigaðir og eftirmettir av fólkinum fjórða hvørt ár, sigur Høgni Hoydal, sum tekur undir við teimum, sum rópa hetta fyri teknokratiska stýring av politikkinum. ­ Eg eri ikki sørt vónsvikin av, at embætisfólk lata seg misnýta til eitt politiskt pro­ paganda projekt, sum eftir­ hondini er at sammeta við kenda ævintýrið um nýggju klæði keisarans, skoytir Høgni Hoydal uppí. Sjálvstýrið avgreiðast Formaður Tjóðveldisflok­ sins sigur seg í fyrsta lagi sakna, at landsstýrið stingur út í kortið, hvat tað er fyri eitt samfelag, vit vilja hava í framtíðini. ­ Tá landsstýrið ikki hevur sett sær eitt ítøkiligt mál er tað beinleiðis høpisleyst, at heita á annars gløgg fólk úti í samfelagnum, um at koma við teirra boðum uppá fram­ tíðina, sigur Høgni Hoydal, sum sjálvsagt, í fyrsta umfari kundi hugsað sær, at vit funnu eina loysn á sjálvstýrismálinum, áðrenn eitt tílíkt visjónssarbeiðið varð sett í verk. Spurdur, um hann heilt realistiskt heldur, at vit í Føroyum finna eina semju á tí økinum, millum annað við fullveldissamgonguni í huga, sigur Høgni Hoydal, at tað er fortreytin fyri, at vit kunnu seta okkum nakað mál. ­ Vit kunnu í og fyri seg onga framtíð ímynda ella mynda okkum, tá vit ikki hava tikið støðu til, hvat tað er fyri eitt land, vit vilja hava. Og tað skulu embætis­ menn ikki taka støðu til, tí tað er ikki teirra uppgáva, sigur Høgni Hoydal. Hvat er málið? Men landsstýrið sigur júst í upplegginum, at sosiala vælferðin er endamálið við visjónini. Hvussu kann Høgni tá siga, at onki mál er við visjónini? ­ Vælferð, hvat er tað ­ skattalætti? Spyr Høgni retoriskt, og hann heldur fram: ­ Eg gevi onki fyri hatta við, at vælferðin er endamál­ ið. Upprunaliga var tað als ikki ætlanin, at tað skuldi vera við í Visjón 2015. Ikki fyrr enn Hans Pauli Strøm, landsstýrimaður í almanna­ og heilsumálum, fanst at løgmanni og kravdi at fáa sínar 13 bólkar við, funnu teir útav, at tað hevði verið eitt gott hugskot at sagt, at tað eisini skuldi vera enda­ málið, sigur Høgni Hoydal. Hann heldur, at lands­ stýrið hevur prógvað, at visjónin hevur onki trúvir­ ði, tí, sum hann vísir á, so ger landsstýrið beinleiðis ímóti tí, sum bólkarnir nú koma við, eitt nú á umhvør­ visøkinum, har Føroyar enn ikki er farið uppí Kyoto samstarvið. ­ Samstundis biður tú fólk um at koma við visjónum á økinum – hetta er ikki lítið ósmæðið, sigur Høgni Hoydal. Teknokratiskt spinn Spurdur, um tað ikki er gott, at mál verða sett, sigur Høgni Hoydal, at hann var fyrstur at rósa løgmanni fyri, at hann fór at arbeiða við visjónum. ­ Men tað gjørdist skjótt greitt, at løgmaður als ikki ætlaði at hetta skuldi vera eitt politiskt projekt, men eitt teknokratiskt spinn, uttan mál ella mið, sigur hann, og vísir á, at eftir hansara tykki er talan um, at landsstýrið við hesum kastar alla politiska ábyrgd frá sær. ­ Og tað ger tað ikki lættari at trúgva uppá hugskotið, tá landsstýrið á nærum øllum økjum arbeiðir beint ímóti tí, sum bólkarnir koma við. Til dømis innan útbúgving, gransking, mentan og umhvørvi, sigur Høgni Hoydal. Og Høgni hevur eisini ilt við at síggja, hvat endamálið er við at hava sokallaðu visjónstorgini. Og hann vísir á eina hend­ ing, har visjónstorg var á Hotel Føroyum. ­ Ein arbeiðsbólkur legði fram hugskot til, hvat grundarlagið skal vera fyri framtíðar samfelagið. Har vóru eitt nú uppskot í sam­ bandi við minstulønina og skattalætta. Men framløg­ an endaði við, at politisku umboðini sótu og funnust at bólkinum og embætisfólk­ ini. Hetta sigur bara, at tað nýttar onki, at seta onnur at orða politiskar visjónir, tí tær eru politikararnir valdir til, sigur Høgni Hoydal. Valár og valgagn Í mun til, at landsstýrið ætl­ ar at senda ein bókling við niðurstøðunum frá visjóns­ bólkunum út í hvørt hús, er hetta eisini eitt, sum for­ maður Tjóðveldisfloksins fýlist á. ­ Nú valár er, er hetta bara enn eitt dømi um, at talan er um eitt íspunnið propa­ gandatiltak, sum onki høpi er í, sigur Høgni Hoydal, sum heldur, at um ætlanin var, at fólkið skal kjakast útfrá bóklinginum, so er tað løgið, at landsstýrið ikki sendi ein slíkan út, tá teir komu til valdið fyri trimum árum síðani. ­ Tað er ongin ivi um, at hetta verður uppfatað sum valagn og tá er endamálið ikki rokkið, sigur Høgni Hoydal. Parkeringspláss Tað hevur verið borið fram, at til komandi sam­ gongusamráðingar fer støð­ ið eitt nú at verða tikið í visjónsupplegginum. Hvat fer Høgni Hoydal at gera í einari slíkari støðu? – Sjálvsagt fara vit eisini at verða opin yvir fyri teimum góðu hugskotunum, sum bólkarnir koma við. Men sjálvt hugtakið Visjón 2015, fara vit ikki at arbeiða bein­ leiðis víðari við, tí, sum eg havi sagt so ofta, so er her bara talan um eitt tómt hug­ tak, sum prógvar, at verandi landsstýrið absolutt ongar visjónir hevur sjálvt, sigur Høgni Hoydal Spurdur, hvat hann held­ ur um, at 31 prosent siga seg kenna seg sum ein part av visjónini, sigur Høgni Hoydal, at hetta er eitt greitt tekin um, at fólk ikki hava tikið hugtakið til sín. ­ Í og fyri seg er tað hug­ vekjandi, at somikið nógv fólk siga seg kenna seg sum ein part av visjónini. Tí hvat er visjónin? Eg veit tað ikki, og ongin, sum eg havi prátað við, veit hvat visjónin er fyri nakað, sigur Høgni Hoydal, sum rópar visjónina fyri heimsins stør­ sta parkeringspláss. Hvønn sunnuda­g millum kl. 10.00 o­g 12.00 lurta­ ein millión da­nska­ra­r eftir undirha­ldssendingini Ca­fe Ha­ck á P4. Lena­ Anderssen va­r gestur í hesi sending sunnuda­gin, skriva­r Føro­ya­ Ba­nki á heima­síðu síni. Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Lena fekk sambært for­ oyabanki.fo stórt rós frá vertinum, Søren Dahl, fyri sín tónleik Lena og Søren Dahl tosaðu um føroyska mentan, samband hennara við Kanada og tónleikin hjá henni og Niclasi Johannesen. Verturin las upp úr einum av tekstunum hjá Lenu og rósti henni fyri at duga væl at skriva sangtekstir. Eisini spældi hann lagið “I Still Love You,” sum hann útnevndi til eitt av sínum yndisløg­ um. Lena og Niclas spældu eisini sjálv sangin “Seasons Will Change,” Framførslan á Café Hack varð væl fagnað, skrivar Føroya Banki. Lena hevur seinasta hálvt annað árið, síðan fløgan Can’t Erase It kom út í Danmark, spælt nógv kring Danmark. Hon hevur eisini verið rættiliga nógv at hoyrt á útvarpsrásunum P4 og P3. Tey bæði eru í løtuni í ferð við at leggja seinastu hond á eina spildurnýggja fløgu saman við Óla Poulsen. Fløgan er tikin upp í Útvarpshøllini og í Abbey Road. Hoyr don­ sku útvarpssendingina á: http://www.dr.dk/P4/ Programmer/CafeHack/ Forside.htm Lena­ spældi fyri eina­ri millión Herbo­rg To­rkilsdóttir á myspa­ce Alt fleiri føroysk listafólk gera um seg á myspace, nýggjasta føroyska tónlistarliga íkastið er við Herborg Torkilsdóttir og dóttir hennara 9 ára gomlu Sissal. Herborg Torkilsdóttir er 29 ára gomul havnargenta, ið býr í Danmark. Á profili sínum sigur Herborg, at hon hevur spælt gittar og skrivað sangir í fleiri ár, og nú hevur hon endiliga avgjørt at spæla inn okkurt av tí, ið hon hevur skrivað. Hon sigur, at hon ikki hevði tíð at finna ein professionellan gittarleikara, og hevur tí spælt alt inn sjálv. Herborg sigur, at tað var sera stuttligt í upptøkuhølinum og at dóttir hennara Sissal hjálpti henni á lagnum Savannah, ið er skrivað til yngstu dóttir Herborgs, Savannah, meðan hon enn lá í móðurlívi. Á profilinum liggja 4 løg, ið eru í singer/songwriter stílinum. 3 eru á føroyskum, meðan Savannah er á føroyskum. Vitjað Herborg á: http://www.myspace.com/herborgtorkilsdttir Visjónin er eitt pa­rkeringspláss