Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. januar 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 7 - 10. januar 2007 11 Ikki visti eg, fyrrenn eg í farnu viku las grein í Sosial­inum, at trupul­ leikar vóru millum Finn og meg. Tí loyvi eg mær nið­an­fyristandandi við­ merk­ingar: …tá fleiri søgdu somu søg­ ur, haldi tað var um miðjan novembur, um at Finnur ikki taldist millum tey mest tolsomu, spurdi eg rætta persónin, um so var. Svarið frá Finni var greitt, og prátið okkara millum gott og friðsamt. Meira veit eg so ikki um málið, fyrenn eg síggi tað lýst á ein heilt annan hátt í Sosialinum. …at eg skal hava lagt Finn undir at vera antikrist, er jú beinleiðis láturligt. Veruleikin um antikrist, sum jú einaferð kemur, er alt ov álvarsamur til at sleingja um seg við í dag­ ligum kjaki. Útsøgnin skal vera søgd undir 2.viðgerð av fíggjarlógini, tá tosað varð um at fáa lívfrøðilga margfeldni í okkara náttúru allýst. Undir tí viðgerðini gjørdi eg vart við, at ávísur flokkur, ið tosaði so heitt um at verja náttúrliga marg­feldni v.m., júst hevði fingið viðtikið eitt uppskot um at gera ta ónáttúrliga náttúrligt. Hesa andsøgn loyvdi eg mær at undrast á, men eftir øllum at døma hevur hetta rakt meinari, enn eg varnaðist. … ikki skilji eg, hvaðani Finnur hevur fingið ta fatan, at eg í øði um § 266 b havið gingið og dømt hann- enntá til heljar. Mín uppgáva í tí málinum var m.a. at vísa á, hvat orð Guds boðar um hendan livihátt- og at ávarða ímóti at standa Gudi ímóti. At løgtingslimir løgdu uppskotið fram, og at meiriluti valdi at samtykkja hetta, var demokratiskur rætt­ur- og als ikki ein ábyrgd, ið hvílur á mínum herð­um. So kenslur mínar yvirfyri samstarvsfeløgum á Løgtingi eru ikki broyttar vegna ta avgerðina! Og tey, ið kenna meg mugu vita, at tað er ikki ein dømandi kristni­boðskap eg beri fram, men ein boðskap um tann kær­leika og ta náði Guds, sum vit aldri megna at skilja. Hugleiðingarnar um hvat hendir, tann dagin vit møta Gudi, eru skemtiligar, men avdúka eisini manglandi kunnleika. Tí tá verður ikki spurt um egnan førleika, avrik, kunnleika ella atburð v.m. Tá telur bert, um vit her á jørð, í sannan av egnum hjálparloysi, hava givið okkum í hendur Frels­ arans. Einfalt, men tó so trupult hjá mongum. Alt tað besta. Viðmerking til grein hjá Finni Helmsdal Jenis av Rana Guantánamo – fimm ár ov leingi! tíðindaskriv Amnesty International, Føroya Deild 11. januar 2007 eru fimm ár liðin síðani fyrstu fangarnir vórðu fluttir á Guantánamo- fangaleguna á Kuba. Síðani 2002 hava tilsamans 775 fangar verið afturhildnir á Guantánamo. Ì løtuni sita umleið 430 fangar úr 35 ymiskum londum í fangaleguni uttan ákæru ella dóm. Bert 10 fangar eru komnir fyri ein dómstól og eingin er dømdur. 17 av fangunum vóru undir 18 ár tá teir vóru handtiknir. Við árslok 2006 vóru fýra av teimum enn í fangaleguni. Píning og ring viðferð á Guantánamo Fleiri av fangunum hava roynt at tikið lívið av sær á fangaleguni. Nærum 200 fangar hava verið í hungurs­ verkfalli fyri at mótmæla vánaligu viðurskiftini og vánaligu viðferðina á fangaleguni. Fangarnir eru hildnir á lívi við at hava fingið mat noyddan í seg á sera pínufullan hátt. Í juni 2006 vórðu tríggir fangar funnir deyðir eftir at hava hongt seg. Fangarnir verða píndir, ómenniskjansliga og vanæru­ liga viðfarnir - valdsgerðir sum beinleiðis eru í stríð við altjóða lóggávu. Teir eru blivnir avbyrgdir uttan tíðarfreist, rætturin til svøvn er tikin frá teimum, teir eru hóttir og hava verið fyri eftirgjørdum avrættingum og aðrari mannminkandi og eyðmýkjandi viðferð. Framtíðarútlit Hóast bæði altjóða felagsskapir, harímillum Amnesty International, ST nevndin móti pining og ST serfrøðingar hava mælt til, at Guantánamo-legan verður latin aftur og at George W. Bush, forseti, sjálvur hevur boðað frá, at hann hevur ætlanir um at lata Guantánamo-leguna aftur, er lagnan hjá fangunum á Guantánamo enn ógreið. USA hevur júst útbygt fangaleguna, soleiðis at hon nú rúmar 200 fangum afturat. Amerikanska kongressin viðtók somuleiðis í oktober 2006 eina nýggja lóg, ið millum annað loyvir nýtslu av próvtilfari, sum er komið fram undir píning. Lógin loyvir somuleiðis myndugleikunum at halda fólki aftur uttan ákæru ella dóm. Nýggja lógin er beinleiðis í stríð við altjóða mannarættindalóggávu og hevur millum annað við sær, at fangar kunnu sita lívstíð í amerikanskum varðhaldi uttan ákæru og uttan rætt til verju. Moyskitin?!? Hoyrdi onkran siga orðið, moyskitin. Løgið orð. Tað ber neyvan til. Moyggin er jú rein og skær! Onkur spyr, um blaðmálrøkt man gera nakran mun. Ja, man tað ikki vera? Fyrr søgdu fólk: Faklarnir til kyndlagonguna. Nú sigur onkur: Kyndlarnir til faklagonguna!? Gott ný(ggj)ár! Á Borg á Argjum um nýggjársleitið 2007 Eyðun á Borg Tað sær út til at títt politiska “memory” er gott í ávísum førum, men tá tað um ávís minnið góð politisk avrik snýr seg so kiksar tað. Fyrst má eg konstaterað at tú ikki vildi svara ná­ greiniliga, hvat undan­farna samgonga við tær sum 17. manni hevði játtað til Suðuroyar Sjúkrahús - or­søkin er ivaleyst at ONKI er játtað av tí sum umbiðið hevur verið um - ússaligt má sigast. At tú so heldur ikki vilt siga hvørjum and­støðu­ uppskotum tú atkvøddi fyri – má so eisini verða ein ásannan um, at tey heldur ikki fingu tín stuðul. MEN tú væntar samstundis at vit sum nú eru samgongulimir skulu atkvøða blint fyri andstøðuuppskotum - álv­ aratos Hergeir, tú veitst væl, at soleiðis virkar politiska skipanin ikki – ikki enn í hvussu so er. Hergeir og Suðuroyar Sjúkrahús: At tú atkvøddi fyri at út­ byggja Suðuroyar Sjúkra­ hús skuldi bara mangla, sum valdur í Suðuroynni- ilt hevði verið annað. Men tú vart ikki einsamallur um hetta bragd og soleiðis skal tað verða. Vit eiga at arbeiða saman og ikki áhaldandi høggast, men tað sær út til, at tú so fegin vilt hava órógv í politiska samstarvinum millum teg og “hinar” tingmenninar í Suðuroy. Ilt er at siga hví. Greinin hjá mær um yvir­ upphitan hevði nú ikki so nógv við narkosulæknan at gera, - hóast vit kunnu verða samdir um, at eitt vællønt og vælkvalifiserað starv her í oynni altíð skal verða vælkomið, og verður eisini arbeitt við tí. Eitt starv munar tó lítið í tí stóra og heila, men størri ætlanir mugu til, ikki tær at siga. Hergeir og almenn størv til útjaðaran: Politiska minnið hjá tær má verða sera stutt tí hvør var tað sum pumpaði al­menna sektorin upp við starvs­seta­ num, so hesar frá 1998 til 2002 nærkaðust 1000 um ikki meira, og komu at kostað góðar 1,2 millardir meira um ÁRIÐ fyri sam­ felagið Føroyar?? Og ikki at gloyma - hvar blivu øll hesi størv sett ?? Jú meginparturin í høvuðsstaðarøkinum - hetta hóast eitt økismenningarálit bleiv gjørt, sum tá tað bleiv lagt framm vesturi í VB húsinum lovaði gyltar tíðar fyri størvum í útjaðaranum og økismenning ?? Hvar blivu størvini í útjað­ aranum av sum tín samgonga lovaði útjaðaranum í 6½ ár? Her suðuri hava vit so onki sæð til tey. Økismenningina sá ongin nakrastaðni í Føroyum nak­ að til, men alt meira mið­ savnan sóu øll. Hergeir og skatturin: Tá tú so fert at tosað um skattalættan og hvussu hann skal hava avskeplað samfelagið, so er hetta púra skeivt. Hann hevur virkað júst øvugt. Arbeiðsloysið er so lágt sum nakrantíð og tær 60 mill. har um helm­ingurin endar aftur í sam­halds­fasta til gagns fyri allar pen­siónistar í Før­oy­­­um av­skepl­ar onki sam­­felag, tað átti ein so skila­­góður maður sum tú at kunna roknað út - men tað ger lánifestin sum fer fram sum kann blíva ein trupul­leiki, tí einafer steðgar festin. Annars hevur ein partur av førda skattapolitikkinum verið at korrigerað skatta­ stigan aftur, tí hesin er gjøg­ num mong ár við ongari korrigering blivin alt meira og meira skeivur. Tit, sum tú ivaleyst veitst, góvu fleiri hundrað milliónir í skatta­ lætta í tykkara sam­gongu­ skeið, - MEN orsakað av at tit ikki korrigeraðu sam­ stundis progressiva skatta­ stigan, so goldu fólk hóast skattalætta yvir 3% meira í skattið. Lønirnar hækkaðu hvør ár, alt meðan marginal­skatta­ loftið var 160.000, - so at so hvørt sum ein við lønar­ hækkanini endaði oman fyri 160.000 í inntøku, so fekk ein toppskatt . Vit korrigerað hendan og skal í 2008 inntøkan verða 270.000 áðrenn ein rindar toppskatt. Roysnini hjá Tjóveldis­ flokkinum í Suðuroynni skal eg latað liggja hesaferð. Vágur 09.01.2007 Hergeir, hvar er minnið hjá tær farið? løgtingsmaður Johan Dahl Í sambandi við ta ætlaðu yvirtøkuna av Fólkakirkjuni á ólavsøku í ár eru tvey tey fyrstu lógaruppskotini nú farin til almenna hoyring FÓLKAKIRKJAN Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Uppskotini eru um ”kirkju­ ráð og prósta­dømisráð” og um ”at brúka kirkjuna og limaskap í fólkakirkjuni”. Til ber at lesa lógar­upp­skot­ ini á heimasíðu Menta­mála­ ráðsins www.mmr.fo undir slóðini: ”hoyring”. Øll eru vælkomin at gera viðmerkingar til uppskotini beinleiðis á heimasíðuni. Lógirnar verða sendar kirkjuráðunum og felags­ skapunum innan Fólka­kirkj­ una. Til ber at fáa lógirnar sendandi við at venda sær til Mentamálaráðið. Freistin at gera við­merk­ ingar til lógaruppskotini er mánadagin tann 22. januar 2007. Lógir um Fólkakirkjuna til almenna hoyring