mikudagur 10. januar 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 7 - 10. januar 2007
Eingin kommuna í landinum hevur gjørt so nógvar fermetrar
av havnaøki, sum ikki kunnu brúkast, sum Tórshavnar
Kommuna. Vit minnast havnabyggingina á Sundi, har mesta
økið framvegis stendur óbrúkt eini 20 ár aftaná. Vit minnast
sokallaðu “Nyhavnina” uttanfyri gamla molan í Havnini, sum
illa kann brúkast til atløgupláss.
Man skuldi trúð, at Tórshavnar Kommuna hevði lært okkurt
av hesum útbyggingum, men tað tykist ikki vera tilfeldið.
Tórshavnar Kommuna hevur nú ætlanir um at gera eina
stóra bingjuhavn á Oyrareingjum, sum man vera eitt tað
vindharðasta plássið í landinum. Tað er fleiri ferð komið fyri,
at 40 fóts bingjur eru foknar á sjógv í Kollafirði, seinastu
ferð í fjør.
Bingjuhavnin skal eftir ætlan gerast á gamla ídnaðarøkinum
á Oyrareingjum, ið stendur tómt, tí at Tórshavnar Kommuna
hevur hildið tað tómt seinastu árini.
Kommunan hevur blokerað virkjum frá at koma á hetta
økið í áravís, hóast økið hevur staðið sum vinnuøki í
byggisamtyktini. Virki hava søkt um at sleppa á økið,
men hava fingið nei. Tórshavnar Kommuna hevur við
vilja latið økið staðið tómt inntil kommunan hevur fingið
broytt byggisamtyktina fyri at gera tað til havnaøki. Tómt
er kanska í so nógv sagt, eftirsum órudd og burturkast
hevur ligið á økinum til stóran ampa hjá bygdarfólki og til
umhvørvisskomm hjá Tórshavnar Kommunu, hóast eitt lyfti
frá borgarstjóranum um at rudda økið seinasta summar.
At leggja eina bingjuhavn innast í einum fjørði nærendis
sethús, bendir á ein hugburð um betong og asfalt, sum
ikki hoyrir nútíðini til. At man bygdi havnir í bygdum
øki i 1950’unum merkir ikki, at tað er rætt at gera tað
nú. Umhvørvismedvitið hjá einari kommunu, sum ber seg
soleiðis at í 2007, kann ikki verða stórt. Tað er ikki uttan
grund, at man vanliga leggur bingjuhavnir og tungan ídnað
uttanfyri bygt øki, har man kann.
Hvussu við umhvørviskanningum? Hvussu við árinskann
ingum? Havnaarbeiðið á Oyrareingjum kann ikki verða byrjað,
tí so hevur tað verið í stríð við byggisamtyktina. Fer arbeiðið
í gond nú, so má ein umhvørvislig árinskanning væl saktans
gerast í tráð við nýggju føroysku havumhvørvislóggávuna frá
2005? Flokkarnir, sum mynda býráðssamgonguna, hava ein
umhvørvispolitikk, og tað forpliktar! Fylgja teir ikki hesum,
so váttar tað bert tann fordómin um Tórshavnar Býrað, at
talan ikki er um flokkar, men bert um einstaklingar, sum ikki
so mikið sum kvetta í stevnuskráir.
Landsplanlegging er eftir øllum at døma eitt banniorð í
Føroyum. Eitt tabuevni. Hví kunnu kommunur ikki samstarva
fyri landsins besta og fyri at spara dupultíløgur og oyðan av
umhvørvi og náttúru! Hví ikki gera Runavík til bingjuhavn.
Har eru fortreytirnar longu til steðar.
Føroyar verður meir og meir samanbundið. Klaksvík hevur
bygt eina stóra og góða havn í Ánunum, har landfast er til
meginøkið, og Runavíkar Havn hevur stór øki til taks. Um
ein tunnil kemur til Skálafjørðin, so verður skjótari at koyra
úr miðbýnum í Havn inn til Runavíkar, enn til Kollafjarðar.
Hóast hetta, so tykist Tórshavnar Kommuna geva okkum
eitt studium í lokalpolitikki og ósamstarvsvilja, tá hann er
ringastur, og byggja eina bingjuhavn afturat í hesum lítla
landi. Hevur Tórshavnar Kommuna einki lært?
Sosialurin
Hevur Tórshavnar
Kommuna einki lært?
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
“Deyðarevsing livir enn í
Sambandsflokkinum”, skriv
ar Sosialurin í yvirskrift
seinasta leygardag, og vísir
við løgnum grundgevingum
millum annað til skemti
teigin á heimasíðu Sam
bandsfloksins. Men hvat
vísir Sosialurin við sínum
skemtitekningum?
Tíðin ímillum jól og
nýggjár er ofta svanglig hjá
fjølmiðlunum. Tað hendir
lítið í samfelagnum hesa
ársins tíð, og tí er ringt at
finna tilfar til spennandi
yvirskriftir. Hetta endar
ofta við, at bløðini eru tær
beru yvirskriftir, meðan
sjálvar greinarnar hava lítið
uppá seg.
Sadam bjargaði forsíðuni
Avrættingin av Sadam Hus
sein var tí ein sannur fongur
fyri tíðindablaðið Sosialin.
Forsíðan var bjargað. Nú
ráddi bara um at halda máli
num í kóki.
Eg skal ikki blanda
meg uppí alt tað, sum er
sagt og skrivað um hetta
málið. Skal bara, áðrenn
eg sigi nakað meira, sláa
fast við sjey tumma seymi,
at eg taki ikki undir við
deyðarevsing.
Vilstur blaðmaður
Tað sum fær meg at gera
hesa viðmerking, er greinin
í Sosialinum leygardagin,
har yvirskriftin var “Deyða
revsing livir enn í Sam
bandsflokkinum”.
Eg veit ikki hvussu nógv
innlit, blaðmaðurin ið skriv
aði greinina hevur í før
oyskan politikk, men sum
tað framgongur av grein
ini, so hevur hann verið
inni á heimasíðuni hjá Sam
bandsflokkinum og leitað
eftir upplýsingum um støðu
floksins til deyðarevsing. Av
øllum tí rúgvismikla tilfari,
sum henda heimasíða hevur
at bjóða, velur blaðmaðurin
at vitja skemtisíðuna, fyri
síðani at brúka hana sum
eitt slag av “prógvi”. Hetta
er eitt løgið val, sum sigur
meira um blaðmannin enn
um Sambandsflokkin.
Endamálið við skemti
síðuni er at lýsa ymiskar
hendinga í samfelagnum
við einum skálkabrosi, og
talan er tí ikki um nakað
politiskt manifest.
Broytir týdningin
Blaðmaðurin
finnur
á
skemtisíðuni eina viðmerk
ing, sum undirritaði skrivaði
3. januar í sambandi við
eina grein hjá Tórbirni
Jacobsen.
Tórbjørn skrivaði í nevndu
greinini um deyðarevsing,
men hann var ikki serliga
heppin í sínum orðavali,
og millum annað kom
hann til at siga, at størsti
trupulleikin við martýrum
er, at hvørki riflukúlur, øks
ella gálgi bíta á teimum.
Hetta er skilaleys tala,
tí hvat skal ein maður,
sum sigur seg vera ímóti
deyðarevsing, brúka riflu
kúlur, øks og gálga til?
Tað var hetta, eg gjørdi
viðmerking til á skemti
síðuni. Viðmerkingin var
sostatt IKKI ein viðmerking
um deyðarevsing, men bert
um skilaleysu skrivingina
hjá Tórbirni
Jacobsen.
Men blaðmaðurin brúkar
hetta sum “prógv” fyri, at
“deyðarevsing livir enn í
Sambandsflokkinum.”
Sosialurin hevur eisini
ein skemtiteig
Nú er tað ikki bara heima
síðan hjá Sambandsflokki
num, ið hevur ein skemti
teig. Sosialurin hevur í
nógv ár havt sín skemtiteig
á baksíðuni, har dugnaligi
teknarin Óli P. ger skemti
ligar viðmerkingar til dag
sins aktuellu støðu. Hann
hevði millum annað í farnu
viku eina tekning av avrætt
ingini í Irak, har beinini á
Sadam sóust dingla niður
úr gálganum. Og tað eru
ikki bara bølmenni ið enda
sínar dagar á baksíðuni
á Sosialinum. Føroyskir
politikarar verða javnan
bæði hongdir, skotnir og
hálshøgdir á hesi síðuni,
meðan vanliga fólkið verður
tveitt útav Trælanýpuni.
So um eg skal døma
Sosialin eftir somu forskrift
um sum blaðmaðurin døm
ir heimasíðu Sambands
floksins, so kann dómurin
ikki vera annar enn, at
Sosialurin stuðlar deyða
revsing – eisini í Føroyum.
Helgi Abrahamsen vísir í
lesarabrævi oman fyri til
grein í Sosialinum fríggja
dagin, undir yvirskrivtini:
»Deyðarevsing livir enn
í
Sambandsflokkinum«.
Hann nevnir kortini ikki
essensin í greinini, sum
er, at formaðurin í Norð
oya Sambandsfelag alment
sigur, at vit í Vesturheimi
num ikki skulu siga irakiska
fólkinum, hvussu tey skulu
skipa sína rættvísisuppgerð
við fortíðina – les avrætt
ingina av Saddam Hussein.
Hetta kemur í kjalar
vørrinum av, at formaður
Sambandsfloksins
bæði
á tingsins røðarapalli 8.
november og á Portalinum/
í Sosialinum um nýggj
árshalguna hevur sagt, at
deyðadómurin av Saddam
Hussein var »ótrúliga posi
tivur«. Hesi orðini tók hann
kortini aftur – men sigur
nú, at »rættvísi sigraði«,
hvussu tað so skal skiljast.
At Helgi Abrahamsen,
sum er skrivari Sambands
floksins, ikki heldur, at
hetta hevur nógv upp á seg
og leggur Sosialinum undir
at gera eina gølu burtur úr
hesum, má bara standa fyri
hansara rokning. Men tað er
so ein veruleiki, at formaður
Sambandsfloksins og for
maðurin í Norðoya Sam
bandsfelag – hóast teir
siga seg vera ímóti deyða
revsing, hava fagnað deyða
dóminum av Saddam Hus
sein. Um tað er at skapa
eina gølu, at ein fjølmiðil
setir spurnartekin við slíkar
útmeldingar, so hava vit
kanska ikki somu uppfatan
av mannarættindum, av
politiskum støðufesti og av
fólkaræði sum heild.
Stuðlar Sosialurin deyðarevsing?
HELgI
ABrAHAMSEN
Sambandsmenn fagnaðu deyðarevsing
blaðstjóri
EIrIKUr
LINdENSKov