Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. januar 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 7 - 10. januar 2007 Nýggja fløgan hjá Týr er ein varði innan føroyskan tónleik, men fyri óroynda lurtaran kann hon vera ein stórur biti at svølgja. Ummæli Fróði Stenberg post@sosialurin.fo Síðan “Eric The Red” kom á hyllarnar á sumri í 2003, hevur tað bara gingið frameftir hjá føroyska tungmálms bólkinum Týr. Frá lokal konsertum í TB húsinum og ymsu høllunum í Havnini, er tað blivið til fleiri víðkaðar konsertferðir runt Evropa saman við bólkum, sum t.d. svensku mjøð bryggj­ ar­unum úr Amon Amarth og týsku hetjunum Die Apo­kalyptischen Reiter. So kann ein spyrja seg sjálvan hvat fer nú at henda, tá ið heimurin hevur hoyrt nýggju fløguna “Ragnarok”. Hjá tí óroynda lurtaranum, fer hendan útgávan, ið eisini tann fyrsta hjá bólkinum fyri nýggja plátufelagið Napalm Records, at vera ein heldur stórur biti at svølgja. Tað nytt­ar ikki at fara í holt við einstøk løg eftir sum tey hava so nógv í sær sjálv­ um. Í høvuðsheitum spæla Týr hálvgum progressivan víkingamálm við serligum íblástri frá gomlu kvæð­un­ um. Hesaferð er tað Tór­ steins Kvæðið, ið sameinar tað siðbundna við tí tunga og melodiøsa á sama hátt sum “Regin Smiðjur” og “Orm­ urin Langi” hava gjørt, og enn einaferð má staðfestast, at sanna merkisvøran hjá bólkinum enn megnar at skera gjøgnum inn á merg. Á lagnum “Victory”eru spæli­ menninir við Kristian Blak á odda á stuttari vitjan, og er hetta eitt frískt millumbil, áðrenn tungmálmurin setur inn aftur. Fløgan er á longd við ein vanligan Steven Sea­gal film t.v.s. næstan 70 minuttir, og er nógv av sokallaðum instrumentalum pørtum ímillum tey ógvus­ ligu løgini, sum eru 6 min­ uttir í miðal. Manningin í bólkinum hevur ment seg yvir all­ar vónir. Serliga eru tað høv­uðs­ maðurin Heri Joensen (sang og gittara) og Kári Streymoy (trummur), sum hava spælt seg upp í eina hægri eind. Jacob Hansen hevur gjørt eitt framúrskarandi arbeiðið við at fáa tað besta úr okkara monnum. Danin hevur eisini tikið sær av ljóðblandinum, og er væl ávegis til at blíva tann fimti limurin í bólkinum. Meira av øllum er komið aftrat tí, sum ein kundi hoyra á “Eric The Red”. Tað er blivið størri rúm til tonsatal av riff­um, melodium, ræddar har­ monium, ja enntá dupultar bass trummur leita sær ofta fram í ljóðmyndina. Heri og Terji eru báðir óførir at fingrasurfa á sínum gitt­ar­ um, tað er ein fragd fyri oyra at hoyra teirra fresarí á løgum sum t.d. “Wings Of Time” og “The Rage Of The Skullgaffer”. Okkara rósverdu víkingar hava við hesari framsøknu útgávu tikið eitt stórt stig fram og víst dirvi. 16 væl skipaði løg, ílatin í einum knúsandi tungum ljóðið, og so snúgva tekstirnir seg um síðsta kríggið millum gud­ arnar, sum at enda fremur heims­ins enda sambært nørrønu gudalæruni. Jú, “Ragna­rok”er sanniliga eitt víkinga undur og uppaftur meira ein varði innan før­ oysk­an tónleik. Síðsta kríggið millum gudarnar í tónum og orðum Villmenn royna seg bæði við tí siðbundna og tí meira eksperimenterandi á Villmannatjóðini, ið kom út stutt fyri jól. Ummæli Fróði Stenberg post@sosialurin.fo Langt um leingi er triðja fløgan hjá Villmonnunum komin á marknaðinum. At hesin bólkurin hoyr­ir til eina sjáldsama grein av skemtiligum kom­promi­ leysum rokktónleiki, skulu flestu fólk nokk skjótt blíva samd um, og tað vísa teir eisini á nýggju útgávuni “Vill­mannatjóðin”, ið kom út í desember mánaði. Innihaldi á fløguni er fjøl­broytt, men tann trúgvi fjepparin skal nokk hoyra tað góða gamla, ið gjørdi hann til viðhaldsfólk á fyrsta sinni. Sjálvur er undirritaði tikin á bóli. Holgar og Co. leggja sera flot út við “Bangin” og “Kvølur”. Bæði løgini mugu sigast at vera annarleiðis, enn eg hevði væntað. Fyrst nevnda hevur eitt einfalt men barasta so fangandi guitar tema, at neyðugt er at flyta fingrarnar við. Á “Kvølur” eru tveir gestir; Rasmus Ras­mussen, fyrrverandi úr Makrel, spælir eina sveim­andi solo, og sjálvur Terji Rasmussen, ið eisini framleitt fløguna í studio Oyravox úti í Nólsoy, hjálpir til við akkustiskum guitara. Nógv kann sigast um hvussu skitnir og tvætlutir teir fýra í Villmonum eru, men her er onki at taka feil av, ein sonn perla av einari ljóðmynd, her hava teir fatur á nøkrum heilt serligum. Sjálvt um bólkurin úr Vágum hevur tikið eitt stig fram í sínari menning, so varðveitir hann eisini gomlu røturnar. Lurtarin hoyrir týðiliga, at teir hugna sær óført við sínum vill­ mannarokki, sum kanska ikki er so spennandi, men sving­ar heilt væl. Lagið “Cyberspace” fekk góð orð við sær í blaðnum í fjør, og er tað eisini eitt av teimum meira nýskapandi verkunum á fløguni. Tá hetta stuttliga og heldur friðarliga lagið eru liðugt, vísur bólkurin veruliga sín kærleika fyri skitna rokkinum, tá teir tríva í “Gamlamannareyp”, sum skal nokk fáa lív aftur í gamlar dreingir kring landið. Bólkurin hevur eina góða javnvág ímillum tað siðbundna og tað eksperi­ ment­erandi. Her eru bæði merkisverd løg og siðbundin útbrót av vágarokki. Eitt gott dømi er tann bleyta un­plugged vibrationin á lagn­um “Cleopatra”, sum vísur aftur til ein bólk, ið er í menning, tá talan er um tóna skriving. Men so er eisini nokk. So verður tendrað fyri forsterkarunum, skift í skræddar buksir, á við sólbrillunum, øl á borðið og sigarettuna í kjaftin og so rokkar lagið “Kaninaldurin” úr hátalarunum. Niðurstøðan er so tann, at “Villmannatjóðin” er ein fín útgáva til bæði nýggja og eldra ættarliðið at njóta. So satt sum atdráttarmegin er áhaldandi frá degi til degi, soleiðis kann ein altíð líta á Villmenn at spæla góðan gamlan rokktónleik, men tó er greitt at teir vilja og kunna annað enn bara tað. Villmenn við góðari javnvág