mikudagur 10. januar 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 7 - 10. januar 2007
Nýggja fløgan hjá Týr
er ein varði innan
føroyskan tónleik,
men fyri óroynda
lurtaran kann hon
vera ein stórur biti at
svølgja.
Ummæli
Fróði Stenberg
post@sosialurin.fo
Síðan “Eric The Red”
kom á hyllarnar á sumri í
2003, hevur tað bara gingið
frameftir hjá føroyska
tungmálms bólkinum Týr.
Frá lokal konsertum í TB
húsinum og ymsu høllunum í
Havnini, er tað blivið til fleiri
víðkaðar konsertferðir runt
Evropa saman við bólkum,
sum t.d. svensku mjøð bryggj
arunum úr Amon Amarth
og týsku hetjunum Die
Apokalyptischen Reiter. So
kann ein spyrja seg sjálvan
hvat fer nú at henda, tá ið
heimurin hevur hoyrt nýggju
fløguna “Ragnarok”.
Hjá tí óroynda lurtaranum,
fer hendan útgávan, ið eisini
tann fyrsta hjá bólkinum fyri
nýggja plátufelagið Napalm
Records, at vera ein heldur
stórur biti at svølgja. Tað
nyttar ikki at fara í holt við
einstøk løg eftir sum tey
hava so nógv í sær sjálv
um. Í høvuðsheitum spæla
Týr hálvgum progressivan
víkingamálm við serligum
íblástri frá gomlu kvæðun
um. Hesaferð er tað Tór
steins Kvæðið, ið sameinar
tað siðbundna við tí tunga og
melodiøsa á sama hátt sum
“Regin Smiðjur” og “Orm
urin Langi” hava gjørt, og
enn einaferð má staðfestast,
at sanna merkisvøran hjá
bólkinum enn megnar at
skera gjøgnum inn á merg. Á
lagnum “Victory”eru spæli
menninir við Kristian Blak
á odda á stuttari vitjan, og
er hetta eitt frískt millumbil,
áðrenn tungmálmurin setur
inn aftur. Fløgan er á longd
við ein vanligan Steven
Seagal film t.v.s. næstan
70 minuttir, og er nógv av
sokallaðum instrumentalum
pørtum ímillum tey ógvus
ligu løgini, sum eru 6 min
uttir í miðal.
Manningin í bólkinum
hevur ment seg yvir allar
vónir. Serliga eru tað høvuðs
maðurin Heri Joensen (sang
og gittara) og Kári Streymoy
(trummur), sum hava spælt
seg upp í eina hægri eind.
Jacob Hansen hevur gjørt
eitt framúrskarandi arbeiðið
við at fáa tað besta úr okkara
monnum. Danin hevur eisini
tikið sær av ljóðblandinum,
og er væl ávegis til at
blíva tann fimti limurin í
bólkinum. Meira av øllum
er komið aftrat tí, sum ein
kundi hoyra á “Eric The
Red”. Tað er blivið størri
rúm til tonsatal av riffum,
melodium, ræddar har
monium, ja enntá dupultar
bass trummur leita sær ofta
fram í ljóðmyndina. Heri
og Terji eru báðir óførir at
fingrasurfa á sínum gittar
um, tað er ein fragd fyri
oyra at hoyra teirra fresarí á
løgum sum t.d. “Wings Of
Time” og “The Rage Of The
Skullgaffer”.
Okkara rósverdu víkingar
hava við hesari framsøknu
útgávu tikið eitt stórt stig
fram og víst dirvi. 16 væl
skipaði løg, ílatin í einum
knúsandi tungum ljóðið, og
so snúgva tekstirnir seg um
síðsta kríggið millum gud
arnar, sum at enda fremur
heimsins enda sambært
nørrønu gudalæruni. Jú,
“Ragnarok”er sanniliga eitt
víkinga undur og uppaftur
meira ein varði innan før
oyskan tónleik.
Síðsta
kríggið
millum
gudarnar í
tónum og
orðum
Villmenn royna
seg bæði við tí
siðbundna og tí meira
eksperimenterandi á
Villmannatjóðini, ið
kom út stutt fyri jól.
Ummæli
Fróði Stenberg
post@sosialurin.fo
Langt um leingi er triðja
fløgan hjá Villmonnunum
komin á marknaðinum.
At hesin bólkurin hoyrir
til eina sjáldsama grein av
skemtiligum kompromi
leysum rokktónleiki, skulu
flestu fólk nokk skjótt blíva
samd um, og tað vísa teir
eisini á nýggju útgávuni
“Villmannatjóðin”, ið kom
út í desember mánaði.
Innihaldi á fløguni er
fjølbroytt, men tann trúgvi
fjepparin skal nokk hoyra tað
góða gamla, ið gjørdi hann
til viðhaldsfólk á fyrsta sinni.
Sjálvur er undirritaði tikin á
bóli. Holgar og Co. leggja
sera flot út við “Bangin” og
“Kvølur”. Bæði løgini mugu
sigast at vera annarleiðis,
enn eg hevði væntað. Fyrst
nevnda hevur eitt einfalt men
barasta so fangandi guitar
tema, at neyðugt er at flyta
fingrarnar við. Á “Kvølur”
eru tveir gestir; Rasmus
Rasmussen, fyrrverandi
úr Makrel, spælir eina
sveimandi solo, og sjálvur
Terji Rasmussen, ið eisini
framleitt fløguna í studio
Oyravox úti í Nólsoy, hjálpir
til við akkustiskum guitara.
Nógv kann sigast um hvussu
skitnir og tvætlutir teir fýra í
Villmonum eru, men her er
onki at taka feil av, ein sonn
perla av einari ljóðmynd, her
hava teir fatur á nøkrum heilt
serligum.
Sjálvt um bólkurin úr
Vágum hevur tikið eitt
stig fram í sínari menning,
so varðveitir hann eisini
gomlu røturnar. Lurtarin
hoyrir týðiliga, at teir hugna
sær óført við sínum vill
mannarokki, sum kanska
ikki er so spennandi, men
svingar heilt væl. Lagið
“Cyberspace” fekk góð orð
við sær í blaðnum í fjør, og
er tað eisini eitt av teimum
meira nýskapandi verkunum
á fløguni. Tá hetta stuttliga
og heldur friðarliga lagið
eru liðugt, vísur bólkurin
veruliga sín kærleika fyri
skitna rokkinum, tá teir
tríva í “Gamlamannareyp”,
sum skal nokk fáa lív aftur
í gamlar dreingir kring
landið.
Bólkurin hevur eina
góða javnvág ímillum tað
siðbundna og tað eksperi
menterandi. Her eru bæði
merkisverd løg og siðbundin
útbrót av vágarokki. Eitt
gott dømi er tann bleyta
unplugged vibrationin á
lagnum “Cleopatra”, sum
vísur aftur til ein bólk, ið
er í menning, tá talan er
um tóna skriving. Men so
er eisini nokk. So verður
tendrað fyri forsterkarunum,
skift í skræddar buksir, á við
sólbrillunum, øl á borðið og
sigarettuna í kjaftin og so
rokkar lagið “Kaninaldurin”
úr hátalarunum.
Niðurstøðan er so tann,
at “Villmannatjóðin” er ein
fín útgáva til bæði nýggja og
eldra ættarliðið at njóta. So
satt sum atdráttarmegin er
áhaldandi frá degi til degi,
soleiðis kann ein altíð líta
á Villmenn at spæla góðan
gamlan rokktónleik, men tó
er greitt at teir vilja og kunna
annað enn bara tað.
Villmenn við góðari javnvág