Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. januar 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 7 - 10. januar 2007 13 Mánadagin 8. januar andaðist, umborð á Strandingi, Símun Berthelsen, Strendur, 53 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni. Andlát og jarðarferðir Hósdagin 11. januar 2006 fyllir Astrid á Dul í Havn 90 ár. Astrid er ættað úr Porkeri, men sum smágenta búði hon nógv ár í Hvalba. Størsta partin av lívi sínum hevur hon tó búð í Havn. Foreldrini hjá Astrid vóru: Anna, f. Djurhuus úr Skemmuni í Porkeri, og Johan Thomsen, ið var ættaður úr Fámjin. Anna og Johan fingu 11 børn, har 20 ár vóru millum tað elsta og tað yngsta. Av teimum eru fýra á lívi: Andrew Thomsen, Porkeri, Astrid á Dul, Tórs­ havn, Elsa av Reyni, Tórshavn, og Sigrid Poulsen í Skemmuni, Porkeri. Hini systkini vóru: Petra Vang, van­ liga nevnd Diddan, Tórshavn, Jacob Thomsen, búði í Danmark, John Thom­sen, Klaksvík, Fina av Reyni, Tórshavn, Hans Thomsen (Hanseman), Tórshavn, Sofus Thomsen, Saltangará, og Eivind Thomsen (andaðist í 1941, 18 ára gamal). Tá ið Anna, mamma Astrid, lá á song við soninum Eivind, fór Astrid til eina vinkonu hjá mammuni, Astrid Skaalum, f. Larsen úr Porkeri, at vera. Astrid var gift Jens Paula Skaalum, lærara úr Hvalba, og búðu tey har. Tey áttu eingi børn, og gjørdist tey tí sera góð við Astrid, sum bleiv verandi har, og í Hvalba verður hon nevnd ”lítla Astrid”. Hon gekk í barnaskúla í Hvalba. Har fekk hon eisini eina fostursystir, tá ið hon var stór genta, og frøddi tað hana nógv. Tað er Anna, sum býr í barnaheiminum í Hvalba. Hon er gift Niels Paula Mortensen úr Hvalba. Astrid hevur ofta nevnt, hvussu glað hon var fyri, at hon hevði Niels Winther Poulsen sum lærara tað síðsta árið, hon gekk í skúla. Frá honum fekk hon holla undirvísing í føroyskum máli og lærdi at skriva føroyskt, sum ikki var so vanligt tá. Síðst í 30-unum fór Astrid til Keyp­ mannahavnar at arbeiða. Hon var fyrst á Bispebjerg Hospital sum køksgenta, síðan fór at arbeiða á einum ísmeiaríi. Nøkur av systkjum hennara vóru um somu tíð í Keypmannahavn. Í 1940 giftist Astrid giftist Jákupi á Dul úr Havn. Hann var sonur Agnes f. Nicolajsen úr Havn, og Jógvan Jensen á Dul av Strondum. Jákup doyði í 1960 bert 45 ára gamal. Børn teirra eru Ása f. 1941, gift Poul Jacobsen av Tvøroyri, Jógvan f. 1942, Anna f. 1944, gift við Bjarta Mørkøre av Eiði, Agnas f. 1946, gift Helga Han­ sen av Norðoyri. Palli f. 1948, giftur Mariu f. Gregersen av Argjum. Jóna f. 1952, gift Ásmundi Olsen úr Svínoy, og Jastrid f. 1957, gift Mikkjali Sørensen úr Porkeri. Jastrid var tvíburi, men syst­ ir­in livdi bert í nakrar tímar. Ommubørnini eru 19 í tali. Tvey av teimum eru deyð, Jóannes av sjúku 6 ára gamal, og Hanus av ferðsluvanlukku 19 ára gamal. Langommubørnini eru 17 í tali. Av systkjunum í Skemmuni vóru tað fleiri, sum búsettust í Havnini. Tað, ið altíð hevur sermerkt systkini í Skemmuni hevur verið samanhald og hjartalag hvørt móti øðrum. Tey eru komin regluliga saman heilt til elliár, og hevur tað verið sera hugnaligt og stuttligt at verið saman við teimum.  Á sama hátt var vinarlagið gott við systkini hjá Jákupi, og komu tey eisini nógv saman. Heimið hjá Astrid og Jákupi í Dr. Jakobsensgøtu var al­tíð opið, og gistu nógv fólk har. Ung fólk búðu til leigu, meðan tey gingu í skúla ella lærdu. Vinarskarin hjá børnunum hevur eisini altíð verið vælkomin. Astrid var sera dugnalig til matgerð og við stokkunum. Í samkomuni í Ebenezer var hon eisini trúføst, so leingi hon orkaði. Hóast høga aldurin er Astrid væl fyri. Føðingardagin heldur hon í Pálsstovu hósdagin kl. 18, har øll eru hjartaliga vælkomin. Astrid á Dul 90 ár Dagurin 11. januar. Hyginus, deyður umleið ár 142. Valdur pávi í 138, men varð fyribeindur, tá ið keisarin Antonius Pius forfylgdi teimum kristnu. Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at elskaði maður, pápi og bróður okkara Símun Berthelsen Strendur andaðist mánadagin 8. januar umborð á Strandingi, 53 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Sjóvar kirkju fríggjadagin kl. 13.00. Familjunnar vegna Etly, Pauli, Dania, Jákup og Anna Tey, ið vilja minnast Símun, kunnu lata eina peningagávu til nýtt missiónshús á Strondum, konta í peningastovnunum. J.C. SVABOSGØTA 6 | FO-100 TÓRSHAVN | TLF 315 777 | ERGO@ERGO.FO | WWW.ERGO.FO Øll eru vælkomin hjá Ergo, at hoyra um og royna MBT skógvarnar fríggjadagin 12. januar kl. 10-17, har fysioterapeuturin Vibeke frá MBT Danmark vitjar. Innbjóðing Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Sosialurin Sosialurin Visti tú ikki tað? Visti tú ikki tað? www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo