mikudagur 10. januar 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 7 - 10. januar 2007
tíðindi
Gjómaður endurstovnað
Umleið 30 fólk vóru á fundi í Miðlahúsinum í gjárkvøldið
at endurstovna gamla felagið hjá gjáarfólki,Gjómaður, sum
nú skal hava til endamáls at varðveita ymiskt gamalt við
Gjógv og at forða fyri, at ymiskt forferst. Fundurin valdi
eina fimm manna nevnd, og í hana komu Hans Andrias
Djurhuus, formaður, Jonna Clementsen, næstformaður,
Sofus Johannesen, kassameistari, Helena Fríðheim, skrivari
og Atli Hansen, nevndarlimur.
Sansir flyta
Danska deildin hjá Sansum er ikki longur á Frederiksberg.
7. januar flutti deildin í nýggj høli í Toldbodgade 12, sum er
ein av síðugøtunum til Nýhavnina mitt í Keypmannahavn.
Har hava Sansir leigað eitt 180 fermetrar stórt høli, har
pláss er fyri níggju fólkum. Ein partur er fundarhøli. Sum
er arbeiða fimm fólk hjá Sansum í Keypmannahavn, men
virksemið økist, og tí koma tvey fólk afturat í næstum, eitt
í apríl og eitt í mai.
Um midnáttarleitið
í gjárkvøldið fór
garnabáturin Drelnes
á land við eystara
arm á Byrgishavn,
sum er uttarliga á
Trongisvágsfirði og
innanvert Øravík
Drelnes
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Garnabáturin var á veg til
fiskiskap, men hesin túrurin
gjørdist ikki drúgvur. Sum
skilst, sigldi skipið beina leið
frá bryggjuni á Tvøroyri,
tvørtur um fjørðin og á land
hinumegin.
10 mans eru við Drelnesi,
sum skuldi út at draga gørnini.
Ætlanin var at koma innaftur
at landa mánadagin.
Tíbetur hendi eingin mans
skaði, tá ið skipið stoytti í
Byrgishavn.
Tað er Gudmund Morten
sen á Tvøroyri, sum eigur
Drelnes, ið er fyrrverandi
Akraborg.
Orsøkin ógreið
Sommer Joensen, sýslu
maður, sigur, at løgreglan
var á staðnum, eftir at skipið
var farið á land.
– Enn er ov tíðliga at
siga nakað ítøkiligt um, hví
hetta hendi, men sjóforhoyr
verður í málinum, og tá fæst
neyvari greiði á hesum.
Hann sigur, at teimum er
upplýst, at skipari og stýri
maður vóru á brúnni, tá ið
skipið fór á land, men annars
hevur løgreglan enn ongar
serligar upplýsingar fingið
um tilburðin.
At blóðroyndir verða tiknar
undir slíkum umstøðum, er
ikki óvanligt, og soleiðis var
eisini í hesum førinum.
Nær sjófrágreiðing verður
í málinum, veit Sommer
Joensen ikki í løtuni, men
tað verður so í næstum.
Bíðaðu eftir flóð
Tað var fjøra, tá ið Drelnes
fór á land, og tí valdu menn
at bíða, til tað fjarðaði aftur
í morgun.
Tjaldrið fór suður longu
síðstu nátt, og Brimil kom
suður í morgun.
Um 10-tíðina í morgun
togaði Tjaldrið skipið av
aftur og sum skilst, gekk
hetta bæði skjótt og væl.
Drelnes liggur nú aftur
við bryggjuna á Tvør
oyri, haðani skipið loysti
um midnáttarleitið í gjár
kvøldið.
Hol er komið á skipið nið
arliga á stevninum, og olja
er likin út á sjógv.
Bæði bjargingarfeløgini
í Suðuroy hava saman við
OSR og sløkkiliðnum roynt
at byrgt upp fyri dálking.
Skiparin á Brimli, Jákup
Muller, sigur, at teir tóku
nakað av útgerð suður við
sær, so hendan útgerðin eis
ini kundi vera til hjálpar.
Drelnes fór á land í Byrgishavn
– Enn vita vit ikki við vissu, hví garnaskipið Drelnes fór á land, men sjófrágreiðing verður í málinum, sigur sýslumaðurin í Suðuroy, Sommer Joensen
Mynd: J. A. Nielsen
Nú garnaskipið Drel
nes fór á land í Byrg
ishavn, lak olja úr
skipinum, og í nátt og
í morgun hava feløg í
Suðuroy samstarvað
og tikið olju upp
Dálking
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nógv verður tosað um til
búgving í løtuni, og tað er
ikki uttan orsøk. Beint í løt
uni eru bæði Vágsfjørður og
Trongisvágsfjørður fongdir
við olju.
Síðstu nátt fór garna
skipið Drelnes á land í
Byrgishavn á syðra armi á
Trongisvágsfirði.
Skipið var á veg til fiski
skap og hevði bunkrað olju.
Stoyturin elvdi til, at hol
kom á skipið, og olja lak út
á sjógv.
Pauli Einarsson, stjóri í
OSR, sigur, at bæði bjarging
arfeløgini í Suðuroy, OSR og
sløkkiliðið hava saman við
vaktarskipum roynt at byrgt
upp fyri dálking, nú olja er
likin úr Drelnesi.
– Vit hava higartil tikið ein
ar 6.000-7.000 litrar upp, og
vit meta, at tilsamans 8.000-
10.000 litrar eru farnir úr
skipinum og á sjógv.
Hann sigur, at veðrið hevur
verið gott í nátt og tað, sum
hevur verið av loti, hevur
ligið upp í Byrgishavn.
– Tað er heppið fyri upp
tøkuarbeiði, at veðrið hevur
verið so gott, og tað er eisini
heppið, at tað lotið, sum
hevur verið, hevur ligið av
landnyrðingi.
Pauli Einarsson heldur
ikki, at nevniverdar nøgdir
nú leka úr skipinum.
– Drelnes liggur nú á Tvør
oyri. Tað hevur bráað nakað
rundan um skipið, men vit
halda ikki, at tað lekur meira
úr tangunum.
Hann sigur, at feløgini nú
royna at fáa alla oljuna upp,
sum er rikin inn í Byrgis
havn.
– Hetta er gassolja, og tað
ger arbeiði lættari, enn tá ið
oljutangin á Vágsverkinum
fór at leka.
Pauli Einarsson vísir á,
at veðurmenninir siga vind
seinni.
– Men eg vænti kortini
ikki, at oljan, sum er likin
úr Drelnesi, og sum enn ikki
er fingin upp, fer at gera
stórvegis um seg, heldur
stjórin í OSR.
Báðir teir stóru firðirnir í Suðuroy dálkaðir