Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. januar 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 7 - 10. januar 2007 tíðindi Gjómaður endurstovnað Umleið 30 fólk vóru á fundi í Miðlahúsinum í gjárkvøldið at endurstovna gamla felagið hjá gjáarfólki,Gjómaður, sum nú skal hava til endamáls at varðveita ymiskt gamalt við Gjógv og at forða fyri, at ymiskt forferst. Fundurin valdi eina fimm manna nevnd, og í hana komu Hans Andrias Djurhuus, formaður, Jonna Clementsen, næstformaður, Sofus Johannesen, kassameistari, Helena Fríðheim, skrivari og Atli Hansen, nevndarlimur. Sansir flyta Danska deildin hjá Sansum er ikki longur á Frederiksberg. 7. januar flutti deildin í nýggj høli í Toldbodgade 12, sum er ein av síðugøtunum til Nýhavnina mitt í Keypmannahavn. Har hava Sansir leigað eitt 180 fermetrar stórt høli, har pláss er fyri níggju fólkum. Ein partur er fundarhøli. Sum er arbeiða fimm fólk hjá Sansum í Keypmannahavn, men virksemið økist, og tí koma tvey fólk afturat í næstum, eitt í apríl og eitt í mai. Um midnáttarleitið í gjárkvøldið fór garnabáturin Drelnes á land við eystara arm á Byrgishavn, sum er uttarliga á Trongisvágsfirði og innanvert Øravík Drelnes Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Garnabáturin var á veg til fiskiskap, men hesin túrurin gjørdist ikki drúgvur. Sum skilst, sigldi skipið beina leið frá bryggjuni á Tvøroyri, tvørtur um fjørðin og á land hinumegin. 10 mans eru við Drelnesi, sum skuldi út at draga gørnini. Ætlanin var at koma innaftur at landa mánadagin. Tíbetur hendi eingin mans­ skaði, tá ið skipið stoytti í Byrgishavn. Tað er Gudmund Morten­ sen á Tvøroyri, sum eigur Drelnes, ið er fyrrverandi Akraborg. Orsøkin ógreið Sommer Joensen, sýslu­ maður, sigur, at løgreglan var á staðnum, eftir at skipið var farið á land. – Enn er ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt um, hví hetta hendi, men sjóforhoyr verður í málinum, og tá fæst neyvari greiði á hesum. Hann sigur, at teimum er upplýst, at skipari og stýri­ maður vóru á brúnni, tá ið skipið fór á land, men annars hevur løgreglan enn ongar serligar upplýsingar fingið um tilburðin. At blóðroyndir verða tiknar undir slíkum umstøðum, er ikki óvanligt, og soleiðis var eisini í hesum førinum. Nær sjófrágreiðing verður í málinum, veit Sommer Joensen ikki í løtuni, men tað verður so í næstum. Bíðaðu eftir flóð Tað var fjøra, tá ið Drelnes fór á land, og tí valdu menn at bíða, til tað fjarðaði aftur í morgun. Tjaldrið fór suður longu síðstu nátt, og Brimil kom suður í morgun. Um 10­tíðina í morgun togaði Tjaldrið skipið av aftur og sum skilst, gekk hetta bæði skjótt og væl. Drelnes liggur nú aftur við bryggjuna á Tvør­ oyri, haðani skipið loysti um midnáttarleitið í gjár­ kvøldið. Hol er komið á skipið nið­ arliga á stevninum, og olja er likin út á sjógv. Bæði bjargingarfeløgini í Suðuroy hava saman við OSR og sløkkiliðnum roynt at byrgt upp fyri dálking. Skiparin á Brimli, Jákup Muller, sigur, at teir tóku nakað av útgerð suður við sær, so hendan útgerðin eis­ ini kundi vera til hjálpar. Drelnes fór á land í Byrgishavn – Enn vita vit ikki við vissu, hví garnaskipið Drelnes fór á land, men sjófrágreiðing verður í málinum, sigur sýslumaðurin í Suðuroy, Sommer Joensen Mynd: J. A. Nielsen Nú garnaskipið Drel­ nes fór á land í Byrg­ ishavn, lak olja úr skipinum, og í nátt og í morgun hava feløg í Suðuroy samstarvað og tikið olju upp Dálking Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nógv verður tosað um til­ búgving í løtuni, og tað er ikki uttan orsøk. Beint í løt­ uni eru bæði Vágsfjørður og Trongisvágsfjørður fongdir við olju. Síðstu nátt fór garna­ skipið Drelnes á land í Byrgishavn á syðra armi á Trongisvágsfirði. Skipið var á veg til fiski­ skap og hevði bunkrað olju. Stoyturin elvdi til, at hol kom á skipið, og olja lak út á sjógv. Pauli Einarsson, stjóri í OSR, sigur, at bæði bjarging­ arfeløgini í Suðuroy, OSR og sløkkiliðið hava saman við vaktarskipum roynt at byrgt upp fyri dálking, nú olja er likin úr Drelnesi. – Vit hava higartil tikið ein­ ar 6.000­7.000 litrar upp, og vit meta, at tilsamans 8.000­ 10.000 litrar eru farnir úr skipinum og á sjógv. Hann sigur, at veðrið hevur verið gott í nátt og tað, sum hevur verið av loti, hevur ligið upp í Byrgishavn. – Tað er heppið fyri upp­ tøkuarbeiði, at veðrið hevur verið so gott, og tað er eisini heppið, at tað lotið, sum hevur verið, hevur ligið av landnyrðingi. Pauli Einarsson heldur ikki, at nevniverdar nøgdir nú leka úr skipinum. – Drelnes liggur nú á Tvør­ oyri. Tað hevur bráað nakað rundan um skipið, men vit halda ikki, at tað lekur meira úr tangunum. Hann sigur, at feløgini nú royna at fáa alla oljuna upp, sum er rikin inn í Byrgis­ havn. – Hetta er gassolja, og tað ger arbeiði lættari, enn tá ið oljutangin á Vágsverkinum fór at leka. Pauli Einarsson vísir á, at veðurmenninir siga vind seinni. – Men eg vænti kortini ikki, at oljan, sum er likin úr Drelnesi, og sum enn ikki er fingin upp, fer at gera stórvegis um seg, heldur stjórin í OSR. Báðir teir stóru firðirnir í Suðuroy dálkaðir