Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. januar 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 7 - 10. januar 2007 15 tíðindi Nógvur reki Undir vanligum umstøðum hevði tað verið hugaligt at verið rekamaður á jútsku vesturstrondini í hesum døgum. Eitt farmaskip av Malta misti alla dekslastina í illveðri í Norðsjónum seinasta vikuskiftið, og nú er viðurin rikin inn á land. Tað er ikki eiti á reki, tí viðurin er spjaddur fleiri kilometrar eftir fjøruni. Men rekamenninir fáa einki burturúr, tí reglurnar siga, at myndugleikarnir eiga rekan, og at hann skal seljast á uppboði. Gággan væl umtókt Klaksvíksbáturin Komet, sum roynir við rúsum eftir gággu, gjørdi ein góðan túr mánadagin. Teir høvdu 670 rúsur í sjónum, og tá avreitt varð gjáramorgunin, vigaði tað 3.120 kilo. Tað er 400 kilo meiri, enn teir hava fingið fyrr. Tað stendur heldur ikki á at sleppa av við gággurnar til agn. Fýra útróðrarbátar í Klaksvík keyptu gágguna, og sambært Norðlýsinum hava útróðrarmenn í Vágur og Eysturoynni eisini víst áhuga fyri gággu frá Komet. - Rækjuvirksemið á Oyri er helst ein farin tíð - í hvussu er fyribils. Hinvegin er skeljavinnan áhugaverd, sigur Gunnbjørn Joensen, stjóri í P/F Thor, sum nú eigur meirilutan í O. C. Holding Vinnulív Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Thor í Hósvík, sum sein­ astu 10-12 árini hevur vaks­ið seg til eitt av størstu vinnufeløgunum í Før­ oy­um, eigur nú 60% av parta­peninginum í O. C. Hold­ing á Oyri. Uppi í nýggju ognunum, sum Thor nú eigur meirilutan í, er skelja­virki, skeljatrolarin Norð­heim, gággubáturin Varð­borg, rækjuvirki og eitt frystihús. Aftrat hesum er eitt rækjuloyvi. Thor hevur eini 400-500 fólk í starvi, harav umleið ein triðingur eru føroyingar, sum sigla við skipum hjá felagnum og starvast á skrivstovum. Fleiri bein Annar av stjórunumí P/F Thor, Gunnbjørn Joensen, sigur, at felagið hevur gjørt iløguna í O. C. Holding fyri at fáa felagnum fleiri bein at standa á, sum hann tekur til. Hann heldur, at handilin, sum felagið gjørdi við ársenda í 2006, er skilagóður. Vit hava spurt Gunnbjørn, um felagið umhugsar at fara undir rækjuvirksemi aftur á Oyri, nú framleiðslan á virkinum hevur ligið still í eitt ár. Men tað væntar hann ikki – ikki fyribils í hvussu er. – Nei, eg vil ikki siga, at tað er rækjuframleiðsla, sum lá frammaliga í huganum, tá ið vit keyptu. Undir teimum umstøðum, sum eru í løtuni, er hetta fyribils ein farin tíð. Og tó. Vit vita ikki, hvat liggur fyri framman. Gunnbjørn sigur, at hann ikki vil útiloka, at virkið einaferð í framtíðini aftur letur upp sum rækjuvirki. – Men hetta er ikki nakað, sum liggur í ”pappírunum”, tí eingin økonomiur er í hesi framleiðslu í løtuni, leggur hann aftrat. Stjórin sigur, at skelja­ virksemi, sum eftirhondini hevur nógv ár á baki, fer at halda fram. – Tað er serliga hesin part­urin av virkseminum hjá O. C. Holding, sum er áhuga­verdur, haldi eg, sigur Gunnbjørn Joensen, sum var upptikin og fáorðaður, tá ið vit hittu hann í telefonini. Nýtt veiðiøki Edmund Joensen, sum í mong ár hevur verið ”prim­ us-motorur” aftanfyri virk­ semið á Oyri, og sum nú saman við bróðuri sínum, Hans, er minniluta eigari í O. C. Holding, sigur, at Norðheim fiskar eini 4.000 tons av jákupsskel í vertíðini. Burtur úr hesum eru eini 10% kjøt – alt eftir, hvussu skelin er til dygdar. – Gongur væl at dreggja, kann Norðheim gera ein túr um samdøgnið, og á einum slíkum túri hevur hann eini 55 tons, sigur hann. Vinnuliga veiðiøkið hjá Norðheim hevur higartil verið eystanfyri, men í fleiri ár hevur skipið saman við Fiskirannsóknarstovuni eisini gjørt royndir norð­an­ fyri. Í hesum sambandi eru kanningar gjørdar av, hvussu dreggini fara við botninum og vistskipanini á botni. – Útróðrarmenn hava verið skeptiskir um skeljaveiði norðanfyri, men nú letur til, at eitt økið verður klárt at fara inn á, soleiðis at skipið bæði kann veiða eystanfyri og norðanfyri. Edmund Joensen heldur tað hava stóran týdning fyri skeljavinnuna, at skipið kann sleppa royna bæði eystanfyri og norðanfyri. – Tað hevði verið ein fyri­ munur, um skipið kundi veitt umleið helmingin av árligu veiðini eystanfyri – og hin helmingin norðanfyri. Tá hevði veiðan verið meira samanhangandi, báðu megin oyggjarnar, sigur hann. Skeljavinnan er størsta aktiv hjá O. C. Holding Meðan rækjuframleiðslan á Oyri fyribils er søga, halda nýggju eigararnir í O. C. Holding, at skeljavinnan er áhugaverd Mynd: Vilmund Jacobsen Edmund Joensen, sum nú er minniluta eigari, veit at siga, at Norðheim nú slepp­ ur norður um at dreggja eftir skeljum Mynd: Vilmund Jacobsen – Tað er eingin økonomiur í rækju­fram­ leiðsl­uni í løtuni, og tí liggur hetta ikki í kortunum, sigur Gunnbjørn Joensen Mynd: Jens Kr. Vang