Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. januar 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 7 - 10. januar 2007 ] ítróttur SAMBAND JÁKUP MØRK JAKUP@sosialurin.fo tlf 341800 »Eg tori at siga við vissu, at hesin sigurin er komin í hús, tí eingin vinnur við 16 málum í Klaksvík« Henrik Gerster, Stjørnan – Vit revsa teirra feilir Venjarin hjá Stjørnuni, Henrik Gerster, var sum vera man ein ovur­fegin venjari eftir knús­andi sigurin ímóti Stjørn­ uni. Hann helt ein av mununum vera, at Stjørn­an var betri fyri fys­iskt. - Tað er týðiligt í dyst­ i­num í dag, at vit eru betri fyri fysiskt enn tær. Harafturat tykjast vit meiri klárar enn tær, og tá er ikki lætt hjá teimum. Sjálvandi var Henrik Gerster eisini sera væl nøgdur við innsatsin hjá leikarunum henda dagin. - Tær góvu seg fult út allan dystin, og tað síggi vit eisini væl, tí í samfullar 60 minuttirnar av dystinum megna vit at leggja teirra verju undir eitt støðugt trýst, og at enda renna vit tær næstan út úr høllini. Henrik Gerster helt eisini, at uppleggið riggaði so at siga til fulnar í hesum dystinum. - Munurin á liðunum er ikki serliga stórur í fyrra hálvleiki, og her føra vit við 3 málum. Vit vistu tó, at Neistin fyrr ella seinni fór at fáa eina periodu, har einki fór at rigga, tí tað hava tær fingið í hinum dystunum. Henda peri­ odan kom eisini, og hana vina vit 6-0. Vit revsa teirra felir, og eftir hetta var bara at dríva á. At enda spurdu vit Henrik, um hálvfinalan var avgjørd. - Ja, eg tori við vissu at siga, at sigurin er komin i hús, tí eingin megnar at vinna við 16 málum í Klaksvík. Stjørnan læt ongan sum helst iva vera um, at tær ætla sær luttøku í steypa­ finaluni í kvinnu­ hond­bólti í ár. Í fyrru hálvfinalu ímóti Neistanum rætt og slætt hølvaðu tær Neistan av HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialrin.fo Lagt var upp til brak av einum dysti, tá tey bæði oddaliðini í føroyskum kvinnu­hondbólti, Neistin og Stjørnan, brustu saman á Hálsi í fyrru hálvfinalu sínámillum. Alt árið hava hesi bæði liðini ligið stavn um stavn í oddastríðnum, og so seint sum sunnudagin møttust tey seinast. Tann dystin vann Stjørnan tepurt, og við sigrinum býttu tær eisini um pláss við Neistan á stigatalvuni, soleiðis at Stjørnan nú er oddalið í deildini. Tí var helst væntandi, at neistakvinnur fóru at vera sera uppsettar til henda dyst­ in, og at tær fóru at geva Stjørnuni harða mótstøðu, men í so máta bleiv dysturin eitt stórt vónbrot. Neistin kláraði 20 minuttir Í byrjanini var annars okk­ urt sum bendi á, at Neistin ætlaði sær nakað í hesum dystinum. Tær løgdu hart út, og fyrstu løtuna av dystinum vóru tær held­ ur oman á. Hevði tað ikki verið fyri tvey brend brots­ køst fyrstu løtuna, so kundu neistakvinnur havt ført við fleiri málum. Fyrsta góða korterið spældi Neistin skjótan og góðan hondbólt, meðan verj­an hevði gott takk á álopi­num hjá Stjørnuni. Men so við og við raknaðu klaksvíkskvinnurnar við, og tá 20 minuttir vóru farnir, høvdu tær vunnið neista­leiðsluna innaftur, og nú vendi gongdin fullkomi­ liga. Verjan og Agne tóku alt Tá ið Stjørnan fyrst hevði fingið gongd á spælið, so var líkt til, at einki kundi steðga teimum. Tær koyrdu á, og serliga krútsterka verj­ an gav Neistanum stórar trupulleikar. Ímóti endanum av fyrra hálvleiki skoraði Neistin ikki í 10 minuttir, og hetta gjørdi Stjørnan sær dælt av. Tær komu fyrst uppá javnleik, og so øktu tær støðugt um munin. Agne í málinum hjá Stjørnuni stóð sera væl hesa løtuna, og tá ið neistakvinnurnar endiliga megnaðu at leika seg fram við verjuni hjá Stjørnuni, so stóð Agne fyri í málinum. Til allarsíðst í hálv­leiki­ num eydnaðist aftur Neist­ anum at fáa mál, men nú hevði Stjørnan fing­ið eitt lítið hol niður til bláa havn­ arliðið, og hálv­leiks­støðan var 13-10 til Stjørnuna. Klassamunur Var nakar sum helst spenn­ ingur í dystinum, tá liðini komu út til seinna hálv­leik, so skúgvaði Stjørnan henda spenning til viks bein­ anvegin í seinna hálvleiki. Hesin var ikki meir enn 5 minuttir gamal, so hevði Stjørnan økt um munin upp í 19-11, og nú stóð á gomlum nøglum hjá heima­ liðnum. Neistin royndi at kempa seg innaftur í dystin, men har var einki at koma eftir. Til tess vóru stjørnukvinnurnar ov sterkar henda dagin. Ferð aftaná ferð blokkaði verjan hjá Stjørnuni fyri neistaskotum, og so vóru klaksvíkskvinnur skjótar at renna í mótálop. Serliga Louisa Andreassen dugdi væl at umseta neistafeilirnar til mál í hinum endanum, og í fleiri umførum skor­aði hon einsamøll við neista­ málverjanum. Sum dysturin leið gjørdist munurin bara størri og størri, og kvinnurnar hjá Neistanum hingu bara meir og meir við høvdinum, tí her var stutt og greitt einki at gera hjá teimum. Stjørnan var væl fyrirekað, og tær vóru betri enn Neistin í øllum pørtum av spælinum henda dagin. Endaliga úrlsitið gjørdist heili 34-18 til Stjørnuna, og sigurin má sigast at vera fult uppiborin. Við sigrinum hevur Stjørnan at kalla bæði beinini í finaluna, meðan Neistin nú má royna at halda fokus á landskappingina, tí í steypakappingini hava tær neyvan nakran møguleika at røkka finaluni. Neistin-Stjørnan 18-34 (10-13): Stjørnan bukaði Neistan Neistin-Stjørnan 18-34 (10-13) Málskjúttar: Neistin: Nicoleta R. Hansen 5, Ása D. á Neystabø 5, Rakul Augustinussen 3, Elin Stakksund 3, Annika Thomsen 1, Katja Eigemann 1 (1) Stjørnan: Alina Olaru 13 (6), Louisa Andreassen 6, Simona Petersen 5, Durita Christophersen 5, Una Olsen 3, Anna K. Samson 1, Bára S. Klakstein 1 Brotskøst: Neistin 7, Stjørnan 6 Útvísingar: Neistin 2, Stjørnan 3 Dómarar: Hannis Wardum & Uni Wardum FAKTA Stjørnan gjørdi bart, tá tær vitjaðu hjá Neistanum í fyrru hálvfinaluni í Coca Cola-kappingini. Stjørnan vann við ikki færri enn 16 málum. savnsmynd