mikudagur 10. januar 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 7 - 10. januar 2007 ]
ítróttur
SAMBAND
JÁKUP MØRK
JAKUP@SoSiAlURiN.fo
tlf 341800
»Eg tori at siga við vissu, at hesin sigurin er komin
í hús, tí eingin vinnur við 16 málum í Klaksvík«
Henrik Gerster, Stjørnan
– Vit
revsa
teirra
feilir
Venjarin hjá Stjørnuni,
Henrik Gerster, var sum
vera man ein ovurfegin
venjari eftir knúsandi
sigurin ímóti Stjørn
uni. Hann helt ein av
mununum vera, at
Stjørnan var betri fyri
fysiskt.
Tað er týðiligt í dyst
inum í dag, at vit eru
betri fyri fysiskt enn
tær. Harafturat tykjast
vit meiri klárar enn tær,
og tá er ikki lætt hjá
teimum.
Sjálvandi var Henrik
Gerster eisini sera væl
nøgdur við innsatsin
hjá leikarunum henda
dagin.
Tær góvu seg fult
út allan dystin, og tað
síggi vit eisini væl, tí í
samfullar 60 minuttirnar
av dystinum megna vit
at leggja teirra verju
undir eitt støðugt trýst,
og at enda renna vit tær
næstan út úr høllini.
Henrik Gerster helt eisini,
at uppleggið riggaði so
at siga til fulnar í hesum
dystinum.
Munurin á liðunum
er ikki serliga stórur í
fyrra hálvleiki, og her
føra vit við 3 málum.
Vit vistu tó, at Neistin
fyrr ella seinni fór at
fáa eina periodu, har
einki fór at rigga, tí tað
hava tær fingið í hinum
dystunum. Henda peri
odan kom eisini, og
hana vina vit 60. Vit
revsa teirra felir, og
eftir hetta var bara at
dríva á.
At enda spurdu vit
Henrik, um hálvfinalan
var avgjørd.
Ja, eg tori við vissu
at siga, at sigurin er
komin i hús, tí eingin
megnar at vinna við 16
málum í Klaksvík.
Stjørnan læt ongan
sum helst iva vera
um, at tær ætla sær
luttøku í steypa
finaluni í kvinnu
hondbólti í ár. Í fyrru
hálvfinalu ímóti
Neistanum rætt og
slætt hølvaðu tær
Neistan av
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialrin.fo
Lagt var upp til brak av
einum dysti, tá tey bæði
oddaliðini í føroyskum
kvinnuhondbólti, Neistin
og Stjørnan, brustu saman
á Hálsi í fyrru hálvfinalu
sínámillum. Alt árið hava
hesi bæði liðini ligið stavn
um stavn í oddastríðnum,
og so seint sum sunnudagin
møttust tey seinast. Tann
dystin vann Stjørnan tepurt,
og við sigrinum býttu tær
eisini um pláss við Neistan
á stigatalvuni, soleiðis at
Stjørnan nú er oddalið í
deildini.
Tí var helst væntandi, at
neistakvinnur fóru at vera
sera uppsettar til henda dyst
in, og at tær fóru at geva
Stjørnuni harða mótstøðu,
men í so máta bleiv dysturin
eitt stórt vónbrot.
Neistin kláraði
20 minuttir
Í byrjanini var annars okk
urt sum bendi á, at Neistin
ætlaði sær nakað í hesum
dystinum. Tær løgdu hart
út, og fyrstu løtuna av
dystinum vóru tær held
ur oman á. Hevði tað ikki
verið fyri tvey brend brots
køst fyrstu løtuna, so kundu
neistakvinnur havt ført við
fleiri málum.
Fyrsta
góða
korterið
spældi Neistin skjótan og
góðan hondbólt, meðan
verjan hevði gott takk á
álopinum hjá Stjørnuni.
Men so við og við raknaðu
klaksvíkskvinnurnar við,
og tá 20 minuttir vóru
farnir, høvdu tær vunnið
neistaleiðsluna innaftur, og
nú vendi gongdin fullkomi
liga.
Verjan og Agne
tóku alt
Tá ið Stjørnan fyrst hevði
fingið gongd á spælið, so
var líkt til, at einki kundi
steðga teimum. Tær koyrdu
á, og serliga krútsterka verj
an gav Neistanum stórar
trupulleikar. Ímóti endanum
av fyrra hálvleiki skoraði
Neistin ikki í 10 minuttir,
og hetta gjørdi Stjørnan sær
dælt av. Tær komu fyrst
uppá javnleik, og so øktu
tær støðugt um munin. Agne
í málinum hjá Stjørnuni
stóð sera væl hesa løtuna,
og tá ið neistakvinnurnar
endiliga megnaðu at leika
seg fram við verjuni hjá
Stjørnuni, so stóð Agne fyri
í málinum.
Til allarsíðst í hálvleiki
num eydnaðist aftur Neist
anum at fáa mál, men nú
hevði Stjørnan fingið eitt
lítið hol niður til bláa havn
arliðið, og hálvleiksstøðan
var 1310 til Stjørnuna.
Klassamunur
Var nakar sum helst spenn
ingur í dystinum, tá liðini
komu út til seinna hálvleik,
so skúgvaði Stjørnan henda
spenning til viks bein
anvegin í seinna hálvleiki.
Hesin var ikki meir enn 5
minuttir gamal, so hevði
Stjørnan økt um munin
upp í 1911, og nú stóð á
gomlum nøglum hjá heima
liðnum.
Neistin royndi at kempa
seg innaftur í dystin, men har
var einki at koma eftir. Til
tess vóru stjørnukvinnurnar
ov sterkar henda dagin.
Ferð aftaná ferð blokkaði
verjan hjá Stjørnuni fyri
neistaskotum, og so vóru
klaksvíkskvinnur skjótar
at renna í mótálop. Serliga
Louisa Andreassen dugdi
væl at umseta neistafeilirnar
til mál í hinum endanum,
og í fleiri umførum skoraði
hon einsamøll við neista
málverjanum.
Sum dysturin leið gjørdist
munurin bara størri og
størri, og kvinnurnar hjá
Neistanum hingu bara meir
og meir við høvdinum, tí
her var stutt og greitt einki
at gera hjá teimum. Stjørnan
var væl fyrirekað, og tær
vóru betri enn Neistin í
øllum pørtum av spælinum
henda dagin.
Endaliga úrlsitið gjørdist
heili 3418 til Stjørnuna,
og sigurin má sigast at vera
fult uppiborin. Við sigrinum
hevur Stjørnan at kalla bæði
beinini í finaluna, meðan
Neistin nú má royna at halda
fokus á landskappingina, tí
í steypakappingini hava tær
neyvan nakran møguleika
at røkka finaluni.
Neistin-Stjørnan 18-34 (10-13):
Stjørnan bukaði Neistan
Neistin-Stjørnan 18-34 (10-13)
Málskjúttar:
Neistin: Nicoleta R. Hansen 5, Ása D. á Neystabø 5, Rakul
Augustinussen 3, Elin Stakksund 3, Annika Thomsen 1,
Katja Eigemann 1 (1)
Stjørnan: Alina Olaru 13 (6), Louisa Andreassen 6, Simona
Petersen 5, Durita Christophersen 5, Una Olsen 3, Anna K.
Samson 1, Bára S. Klakstein 1
Brotskøst: Neistin 7, Stjørnan 6
Útvísingar: Neistin 2, Stjørnan 3
Dómarar: Hannis Wardum & Uni Wardum
FAKTA
Stjørnan gjørdi bart, tá tær vitjaðu hjá Neistanum í fyrru hálvfinaluni í Coca Cola-kappingini. Stjørnan vann við ikki færri enn 16 málum.
savnsmynd