mikudagur 10. januar 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 7 - 10. januar 2007 ]
Atli aftur í Gøtu
Atli Gregergsen hevur gjørt avtalu við GÍ um,
at hann aftur fer at leika fyri felagið komandi
kappingár. Tað boðar felagið frá á heimasíðu sínari
í dag. Tað var í gjár, at Gøtu Ítrottarfelag og Atli
Gregersen komu ásamt um avtaluna. Seinast Atli
Gregersen spældi við GÍ var í 2005, tá hann var
við at vinna steypakappingina fyri liðið. Síðani
hann gavst í felagnum tá, hevur hann roynt seg í
Frem, har millum annað Jónas þór Næs og Gunnar
Nielsen dagliga leika, men nú er hann so heima í
Føroyum aftur, klárur at fara í eldin fyri GÍ.
Málveitsla á Anfield
Í gjárkvøldi tók Liverpool ímóti Arsenal í útsettu kvartfinaluni
í minnu enska steypakappingini, Carling Cup. Hesin dysturin
endaði sum ein sonn málveitsla, og tað vóru gestirnir, sum
endaðu oman á. Arsenal legði seg á odda við málið frá unga
Jeremie Aliadiere, men løtu seinni javnaði Robbie Fowler fyri
Liverpool. Arsenal skoraði tó 3 ferðir afturat áðrenn hálvleik.
Málskjúttarnir vóru Baptista, Song og aftur Baptista. Í seinna
hálvleiki økti Baptista til 5-1, áðrenn Liverpool minkaði til
bæði 2-5 og 3-5 við málum frá Gerrard og Hyypia. Í síðstu
minuttunum slóg Baptista Arsenal-sigurin fastan við málinum
til 6-3, og hetta var samstundis hansara fjórða mál í dystinum.
Vestmenningar
hálaðu seg í viku
skiftinum inn á
klaksvíkingar, og
liðini bæði hava nú
skilt seg frá hinum
kappingarneytunum
Talv
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Stríðið um heiður og gull
er byrjað aftur. Telvarar
hava glett seg um jóltíðir
at sleppa at nýta kyknur
og hugflog á teimum 64
puntunum.
Sunnudagin
varð 5. umfar telvað.
Kappingin í 1. deild fekk
eitt skot fyri bógvin áðrenn
beint undan 4. umfar, tá
kollfirðingar tóku sítt lið
úr kappingini. Men ilt er at
gráta ov leingi yvir spilta
mjólk, og hetta vísa ser
liga klaksvíkingar og vest
menningar í verki. Odda
liðini halda fram við góðum
úrslitum, og nú er eingin
munur millum liðini.
Skerd lið í Havnini
Ikki varð tað einans havnar
menn, sum at kalla høvdu
eitt eykalið í dystinum ímóti
oddaliðnum úr Klaksvík.
Heini Olsen og Ólavur
Simonsen vantaðu nevniliga
á klaksvíksliðnum. Munurin
er tó tann, at klaksvíkingar
hava ein breiðan og dygdar
góðan hóp. Terji Petersen
og Haldur Suni Johansen –
sum vanliga telva við Klaks
vík 2 í 1. deild – vóru við
Klaksvík 1 sunnudagin.
Hvalvíkingarnar
Finn
bjørn
Zachariassen
og
Martin Brekka vóru ikki
við havnarliðnum á hesum
sinni, og tískil leiktu Andri
as Ziska og Birgi Hansen
við Havnini.
Sum væntað vunnu klaks
víkingar tryggan sigur.
Martin Poulsen vann á Stein
tóri Rasmussen, men hinir
havnarmenninir megnaðu
ikki at fáa nakað stig. Martin
- sum nú hevur 4,5 stig av 5
- telvaði sannførandi ímóti
Steintóri.
Havnarliðið er alt ov
óstøðugt til at blanda seg í
toppin, meðan klaksvíkingar
vísa, at teir veruliga ynskja
at vinna FM-heitið nú
felagið verður 40 ár í ár.
Føroyameistararnir
halda kósina
Vestmenningar lata ikki
Klaksvík 1 fáa frið. Eftir
3,5 - 0,5 stórsigurin sunnu
dagin á Klaksvík 2, eru
teir fremstir saman við
Klaksvík 1 við 11,5 stigum
(av 16 møguligum).
Av tí at Klaksvík 1 mangl
aðu fólk, varð Klaksvík 2
eisini skert. Talvið millum
John Rødgaard og Rana
Nolsøe á 1. borði líktist
leingi einum javnleiki. Men
sum so ofta fyrr, megnaði
Rødgaard at útnytta smáir
feilir í endatalvinum og
loksins vinna talvið.
Hálva stigið klaksvíkingar
fingu, fekk Rani Baldursson
í talvinum ímóti Jákup á
Rógvu Andreasen. Í byrj
anarspælinum hevði Jákup
møguleikan, og tá javn
leikurin varð samdur, hevði
Rani greiðan fyrimun. Rani
segði aftan á talvið, at hann
ikki kendi seg tryggan við
støðuni, tí tíðin hjá honum
var um at renna undan.
Longsta talvið í dystinum
endaði við sigri til Sjúrð
Thorsteinsson á Rógva
Dragaberg. Ein greiður
sigur til væltelvandi liðið
úr Vestmanna.
Klaksvík 1 og Klaksvík 2
hittast komandi sunnudag,
og vestmenningar vitja í
Sandavági.
Somuleiðis javn
støða í 2. deild
Oddadysturin
millum
Havnina 3 og Vestmanna
2 endaði 2-2. Torført var at
meta um úrslitið, tí liðini
tóktist rættiliga jøvnlík á
pappírinum. Vestmenningar
høvdu Samson Højgaard
og John Jacobsen á fremru
borðunum ímóti ávíkavist
Regini Reinert og Sigurði
Justinussen hjá Havnini.
Samson vann og talvið á
2. borði endaði javnt. Á
aftaru borðunum megnaðu
Súni Jacobsen (remis) og
Jens Ole Næsborg (vann)
á havnarliðnum at fáa javn
vág aftur í dystin.
Í unglingadeildini halda
sandavágsdreingir fram við
at hølva frá hond. Klaks
víkingar kunnu møguliga
hótta vágaliðið, men tað
verða helst teir úr Sanda
vági, sum vinna FM-heitið
í ár.
Stavn um stavn
1. deild
Havnan-Klaksvík 1
1-3
Martin Poulsen-Steintór Rasmussen
1-0
Andrias Ziska-Finnbjørn Vang
0-1
Jógvan Næs-Terji Petersen
0-1
Birgir Hansen-Haldur Suni Johansen
0-1
Klaksvík 2-Vestmanna
0,5-3,5
Rani Nolsøe-John Rødgaard
0-1
Tummas Martin Sólsker-Carl Eli N. Samuelsen
0-1
Rani Baldursson-Jákup á Rógvu Andreasen
0,5-0,5
Rógvi Dragaberg-Sjúrður Thorsteinsson
0-1
Støðan
1 Vestmnana
11,5
2 Klaksvík 1
11,5
3 Havnin
7,5
4 Klaksvík 2
5,0
5 Sandavágur
4,5
Úrslit og støður
2. deild
Havnin 3-Vestmanna 2
2,2
Sandavágur-Havnin 2
2,2
Toftir-Vestmanna
3,5-0,5
Støðan
1 Vestmanna 2
13,5
2 Havnin 3
13,5
3 Havnin 2
11,0
4 Sandavágur
9,5
5 Toftir
9,0
6 Vestmanna 3
3,5
Martin Poulsen vann
sítt talv, men tað var
langt ífrá nóg mikið
hjá Havnini, sum
við greiðum tapi fyri
Klaksvík dragnaði í
oddastríðnum
savnsmynd