mikudagur 10. januar 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 7 - 10. januar 2007
Mazda BT-50 4x4,
sum vit herfyri
roynadarkoyrdu í
Athen í Grikkalandi,
er nú komin til
landið. BT-50 fæst
í fýra ymiskum
útgávum: Regular
Cab, Freestyle Cab,
Double Cab og sum
”chassis” til trælast
e.l.
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Mazda
B2500
er
nú
avloystur av BT-50, ið er
ein heilt nýggjur nútímans
pickup.
B-serian
hjá
Mazda, ið hevur røtur heilt
aftur til 1961, er kend fyri
haldbarheit og slitstyrki
sum arbeiðsbilar hjá t.d.
handverkarum og bóndum.
Bilar sum koyra uttan
trupulleikar. Hesin nýggi
BT-50 vendir sær bæði til
vinnuna og til teirra sum
ynskja sær ein ektaðan
4x4.
BT-50 er ein ”rættuligur
offroadari”, ið lastar nógv,
orkar væl at draga og kann
koyra allastaðni. Bilurin
er flottur og stílfullur og
riggar væl við eykaútgerð
sum t.d. boylum, gáttum
o.s.fr. Til Freestyle Cab og
Double Cab ber til at keypa
sokallaða Sumo-pakkan við
t.d. alufelgum, kromaðum
síðuspeglum, hurðahand
tøkum, trinbrettum og tok
ulyktum.
Motorurin er heilt nýggj
ur. Talan er um ein 2,5-litur
common-rail turbodiesel v.
“intercoolara” og 143 hk.
Motorgongdin
er
bleyt
og ljóðleys. Ein kvikur
og orkusparandi motorur,
sum koyrir frá 0-100 km/t
upp á einans 11,9 sekund.
Snúningsmometið er upp á
330 Nm.
Mazda BT-50 er ein av
„svervektarunum“ í sínum
klassa. Í teimum ymisku
útgávunum (alt eftir hvussu
stór lastin er), lastar hann
millum 1.118 og 1.172 kg,
og kann draga ein viðfestis
vogn, sum vigar upp til 3
tons.
Fýra ymiskar útgávur
Innan er BT-50 sum ein
vanligur persónbilur. All
ar útgávurnar hava sum
standard t.d. airbag, el-síðu
rútar, el-síðuspegl, sentral
lás, hita í setrunum og
radio við fløguspælara og
møguleika til MP3-spælara.
Allar útgávurnar hava 4x4
system við reduktiónsgiri.
BT-50
fáast
í
fýra
ymiskum útgávum: Regular
Cab, Freestyle Cab, Double
Cab og sum ”chassis” til
trælast e.l. (bert til Regular
Cab).
Regular Cab 4x4 er tann
bíligasti við minstu kabinuni
við tveimum síðuhurðum
og longstu lastini upp á
heilar 2.280 mm. Freestyle
Cab
4x4
hevur
størri
kabinu og fýra síðuhurðar,
har tann “ósjónliga” bak
hurðin kann latast upp, og
eingin mittarstólpi er mill
um hurðarnar. Hetta ger, at
bilurin er sera arbeiðsligur,
og lætt er at handfara
arbeiðsamboð ella hvat
tað skal vera inn og út úr
kabinuni. Double Cab 4x4
hevur størstu kabinuna við
tveimum røðum av setr
um og fýra síðuhurðum
- sum á einum vanligum
persónbili. Er væl egnaður
sum mannskapsbilur ella
hjá teimum sum hava brúk
fyri stórari kabinu og last.
Vit hava royndarkoyrt
BT-50 undir “ekstremum”
koyriumstøðum í Grikka
landi á eini breyt, sum er
gjørd til royndarkoyring av
slíkum akførum. Bilurin
kláraði seg væl og kom
fram allastaðni. Eingir
trupulleikar við at klára
seg gjøgnum næstan ófram
komiligu koyriumstøður
nar.
Frá Bilasøluni í Hoyvík
verður sagt, at teir hava
Mazda BT-50 í teimum
ymisku útgávunum, sum
øll eru vælkomin at síggja
og royna. Prísirnir byrja við
kr. 217.000,-
bilar
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Mazda BT-50 komin
Mazda BT-50 4x4
Motorurin
2,5-litur 4 syl turbodiesel 143 hk
v.common-rail innspræning
0-100 km/t
11,9 sek.
Oljunýtsla
8,9 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd
215/70-15
Stødd og vekt
Longd
507,5 cm
Breidd
180,5 cm
Hædd
162,0 cm
Lastar
1.118-1.172 kg
Prísur
Kr. 217.000,- ( Regular Cab )
Søluumboð
Bilasølan
Vegurin Langi
FO 188 Hoyvík
Tel. 359700
www.bilasolan.fo
FAKTA
Fróði Clementsen, sølumaður hjá Bilasøluni,
við nýggja Mazda BT-50
Mazda BT-50
undir “ekstremum”
koyriumstøðum