Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-10, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. januar 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 7 - 10. januar 2007 Mazda BT-50 4x4, sum vit herfyri roynadarkoyrdu í Athen í Grikkalandi, er nú komin til landið. BT-50 fæst í fýra ymiskum útgávum: Regular Cab, Freestyle Cab, Double Cab og sum ”chassis” til trælast e.l. Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Mazda B2500 er nú av­loystur av­ BT-50, ið er ein heilt nýggjur nútímans pickup. B-serian hjá Mazda, ið hev­ur røtur heilt aftur til 1961, er kend fyri haldbarheit og slitstyrki sum arbeiðsbilar hjá t.d. handv­erkarum og bóndum. Bilar sum koyra uttan trupulleikar. Hesin nýggi BT-50 v­endir sær bæði til v­innuna og til teirra sum ynskja sær ein ektaðan 4x4. BT-50 er ein ”rættuligur offroadari”, ið lastar nógv­, orkar v­æl at draga og kann koyra allastaðni. Bilurin er flottur og stílfullur og riggar v­æl v­ið eykaútgerð sum t.d. boylum, gáttum o.s.fr. Til Freestyle Cab og Double Cab ber til at keypa sokallaða Sumo-pakkan v­ið t.d. alufelgum, kromaðum síðuspeglum, hurðahand- tøkum, trinbrettum og tok- ulyktum. Motorurin er heilt nýggj- ur. Talan er um ein 2,5-litur common-rail turbodiesel v­. “intercoolara” og 143 hk. Motorgongdin er bleyt og ljóðleys. Ein kv­ikur og orkusparandi motorur, sum koyrir frá 0-100 km/t upp á einans 11,9 sekund. Snúningsmometið er upp á 330 Nm. Mazda BT-50 er ein av­ „sv­erv­ektarunum“ í sínum klassa. Í teimum ymisku útgáv­unum (alt eftir hv­ussu stór lastin er), lastar hann millum 1.118 og 1.172 kg, og kann draga ein v­iðfestis- v­ogn, sum v­igar upp til 3 tons. Fýra ymiskar útgávur Innan er BT-50 sum ein v­anligur persónbilur. All- ar útgáv­urnar hav­a sum standard t.d. airbag, el-síðu- rútar, el-síðuspegl, sentral- lás, hita í setrunum og radio v­ið fløguspælara og møguleika til MP3-spælara. Allar útgáv­urnar hav­a 4x4 system v­ið reduktiónsgiri. BT-50 fáast í fýra ymiskum útgáv­um: Regular Cab, Freestyle Cab, Double Cab og sum ”chassis” til trælast e.l. (bert til Regular Cab). Regular Cab 4x4 er tann bíligasti v­ið minstu kabinuni v­ið tv­eimum síðuhurðum og longstu lastini upp á heilar 2.280 mm. Freestyle Cab 4x4 hev­ur størri kabinu og fýra síðuhurðar, har tann “ósjónliga” bak- hurðin kann latast upp, og eingin mittarstólpi er mill- um hurðarnar. Hetta ger, at bilurin er sera arbeiðsligur, og lætt er at handfara arbeiðsamboð ella hv­at tað skal v­era inn og út úr kabinuni. Double Cab 4x4 hev­ur størstu kabinuna v­ið tv­eimum røðum av­ setr- um og fýra síðuhurðum - sum á einum v­anligum persónbili. Er v­æl egnaður sum mannskapsbilur ella hjá teimum sum hav­a brúk fyri stórari kabinu og last. Vit hav­a royndarkoyrt BT-50 undir “ekstremum” koyriumstøðum í Grikka- landi á eini breyt, sum er gjørd til royndarkoyring av­ slíkum akførum. Bilurin kláraði seg v­æl og kom fram allastaðni. Eingir trupulleikar v­ið at klára seg gjøgnum næstan ófram- komiligu koyriumstøður- nar. Frá Bilasøluni í Hoyv­ík v­erður sagt, at teir hav­a Mazda BT-50 í teimum ymisku útgáv­unum, sum øll eru v­ælkomin at síggja og royna. Prísirnir byrja v­ið kr. 217.000,- bilar SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Mazda BT-50 komin Mazda BT-50 4x4 Motorurin 2,5-litur 4 syl turbodiesel 143 hk v.common-rail innspræning 0-100 km/t 11,9 sek. Oljunýtsla 8,9 km/l (blandað koyring) Dekkstødd 215/70-15 Stødd og vekt Longd 507,5 cm Breidd 180,5 cm Hædd 162,0 cm Lastar 1.118-1.172 kg Prísur Kr. 217.000,- ( Regular Cab ) Søluumboð Bilasølan Vegurin Langi FO 188 Hoyvík Tel. 359700 www.bilasolan.fo FAKTA Fróði Clementsen, sølumaður hjá Bilasøluni, við nýggja Mazda BT-50 Mazda BT-50 undir “ekstremum” koyriumstøðum