mikudagur 10. januar 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 7 - 10. januar 2007
23
Tá Jaguar S-Type
verður avloystur,
verður tað helst av
einum bili í stíl við
konseptbilin C-XF,
sum í hesum døgum
verður sýndur fram í
Detroit. Talan verður
um ein rættuliga
framkomnan og
sermerktan sedan
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
At Jaguar eru við at skifta
stíl, er konseptbilurin C-
XF besta dømi um. Bilurin
verður sýndur fram fyrstu
ferð á North American
International Auto Show i
Detroit, sum verður nú í
januar.
Talan er um ein fram
tíðarbil sum verður sýndur
fram fyri at vita hvussu
hann verður móttikin á fram
sýningini. C-XF skal eftir
ætlan avloysa núverandi
Jaguar S-Type. Men nær tað
verður, vita vit ikki enn.
C-XF er ein sedan við
fýra hurðum. Designið er
rættuliga sermerkt, t.d. eru
hurðahandtøkini í stólpu
num ístaðin fyri á síðunum
á hurðunum, sum er tað
mest vanliga.
Motorurin er ein 4,2
litur V8 við 420 hk (snún
ingsmoment: 500 Nm) og
6-trins automatiskum gir
kassa.
Bilurin verður rættuliga
framkomin. Sambært fyrstu
upplýsingunum um C-XF
hevur hann t.d. eina nýggja
teknologi, sum nevnist
JaguarSense, har bilførarin
hevur møguleika at akti
vera ymiskar funktiónir á
instrumentborðinum
við
bert at flyta hondina, ístaðin
fyri at trýsta á knøttar.
C-XF skal
avloysa
Jaguar S
bilar
Konseptbilurin Jaguar C-XF verður sýndur fram á
North American International Auto Show i Detroit
C-XF er eins sermerktur innan sum uttan við t.d. nýggju tøknini, sum nevnist JaguarSense
C-XF er ein sedan við fýra hurðum.
Designið er rættuliga sermerkt
C-XF skal
eftir ætlan
avloysa
núverandi
Jaguar S