hósdagur 11. januar 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 8 - 11. januar 2007
tíðindi
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
– Ætlanin hjá Hans
Paula Strøm at
bannað royking
allastaðni, er eitt
sindur hysterisk sigur,
Kristian Magnussen,
løgtingsmaður og
roykjari
Roykiforboð
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
–
Hetta
ber
brá
at
puritanskum forstoppilsi.
Kristian Magnussen er
rættiliga irriteraður um
ætlanina hjá Hans Paula
Strøm, landsstýrismanni,
at seta fullkomið roykibann
allastaðni innandura, har
fólk koma saman, antin
tað so er til arbeiðis ella í
frítíðini.
Kristian Magnussen er
løgtingsmaður og hann
er eisini flokspolitiskur
partamaður hjá landsstýris
manninum.
– Tað er irriterandi, at
landsstýrismenn ferð eftir
ferð kunngera stórar ætlan
ir, áðrenn tær eru viðgjørd
ar í samgonguni.
Í hesum føri sipar hann
ikki bara til Hans Paula
Strøm.
– Men tað kemur alt ov
ofta fyri, at landsstýrismenn
sleppa einari politiskari
ballón fyri og aðrari eftir
upp í loft, uttan at nøkur
sum helst politisk viðgerð
liggur aftanfyri.
Hann heldur, at vilja
landsstýrismenn
fremja
mál, er tað ikki hepnasti
mátin at almannakunngera
tey, áðrenn tey hava fingið
nakra sum helst politiska
viðgerð.
– Tað kann tvørturímóti
órógva málið verður loyst.
Teir skulu heldur brúkt sína
arbeiðsorku til tey mál, teir
hava lovað at framt, leggur
hann afturat. Hann vil tó
ikki nevna ítøkilig mál.
– Tað kundi verið so
mangt,
sigur
Kristian
Magnussen.
Eitt sindur hysteriskt
Men Kristian Magnussen
er eisini týðiliga irriteraður
inn á ætlanina at seta full
komið roykiforboð í gildi
allastaðni.
– Hetta er eitt sindur
hysteriskt og ber brá av
puritanskum forstoppilsi.
Hinvegin vildi eg ynskt, at
eitt vet av tí nógv umrødda
tolseminum eisini dryppaði
á okkum roykjarar, sigur
hann.
Sjálvur hevur hann roykt
í mong ár og vil fegin hava
rætt at roykja, akkurát sum
tey ið ikki roykja, skulu
hava rætt til tað.
– Vit hava akkurát hert
tubbakslógina, so at ung
undir 18 ár ikki hava loyvi at
keypa sigarettir, samstundis
sum sleppa handlar ikki
at hava tubbakksvørur á
sølufremjandi staði.
Hann dugir væl at síggja,
at tey, sum ikki roykja,
skulu hava rætt til at sleppa
undan royki.
Men hann dugir eisini
at síggja, at tað verður
torført at halda roykiforboð
allastaðni.
– Í Írlandi er umfatandi
roykiforboð, men eg veit,
at har er onki mark fyri
hugflognum í royndunum
at snúgva sær undan for
boðnum.
– Eg dugi heldur ikki
at síggja nakað sum helst
endamál í at jagstra fólk út
á gøtuna á einum arbeiðs
plássi, har kanska øll roykja
og sjálvi eru samd um at
roykja innandura.
Kristian Magnussen vísir
á, at arbeiðsgevarar hava
ræði á sínum arbeiðsplássi
og hóast tað er lógligt at
roykja, er tað onki, sum
forðar teimum í at seta
roykiforboð í gildi á inn
andura. Tað er heldur onki,
sum forðar matstovum,
pubbum og gistingarhúsum
at seta roykiforboð í gildi.
– Men hví kann tað ikki
vera sjálvboðið. Hví skal
tað ikki bera til at hava
støð, har tað er loyvt at
roykja. So kunnu roykjarar
halda seg har og hini halda
seg burtur, vilja tey tað.
Sjálvur
vil
Kristian
Magnussen hava rætt at
roykja.
– Hvørki eg, ella onnur,
roykja fyri at gera øðrum,
fortreð. Men eins og onnur
ikki roykja, eiga vit at hava
rætt at roykja.
Rakar havnina harðast
Annars heldur hann, at
tað er ein spurningur um,
hvussu nógv, vit skulu
lóggeva.
– Hetta minnir ov nógv
um formyndarí. Hvat verð
ur so tað næsta, vit skulu
lóggeva um? Hví so ikki
eisini seta forboð fyri at
drekka, spyr hann.
– Tað er sanniliga eisini
skaðiligt at drekka, og eg
eri vísur í, at brennivín elvir
til nógv størri skaða og
menniskjansligar vanlagn
ur enn roykingin ger.
– Eg dugi ikki at síggja,
hví roykjarar ikki kunnu
hava roykirúm at vera í,
men skulu rekast út at
gøtuna. Tað er eisini stórur
munur at standa úti á
gøtunum í Føroyum, her
veðrið er rættiliga illfýsi og
so at ganga úti í nógvum
øðrum londum.
Kristian Magnussen er
eisini sannførdur um, at
eitt roykiforboð fer at raka
vinnulívið í høvuðsstaðn
um nógv harðast.
– Tað er í Havnini, at
allarflestu matstovurnar og
skeinkistøðini eru, og tað
er til Havnar, at fólk, víða
um landið, leita sær hvørt
vikuskiftið, so tað er eisini
her, at eitt roykiforboð fer
at merkjast, sigur hann.
»Ætlanin at banna royking er hysterisk og ber brá av
puritanskum forstoppilsi«
Kristian Magnussen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin
Eg vil hava frið at roykja
Kristian Magnussen heldur, at tað er rættiliga irriterandi at
landsstýrismenn sleppa einari politiskari bumbu fyri og aðrari
eftir, uttan at nakar veit av. Hann sigur, at ætlanin hjá hjá
Hans Paula Strøm um at seta fullkomið roykiforboð í gildið
allastaðni, har fólk koma saman, er eitt dømi um hetta
– Vit fara neyvan at
mótmæla, at forboð
verður sett fyri at
roykja á matstovum
og gistingarhúsum.
Men treytin er, at
ongi undantøk verða
gjørd, so at kappingin
ikki avlagast,
sigur forkvinnan
í Gistingarhús- og
Matstovufelagnum
Roykiforboð
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– At seta forboð fyri at
roykja á matstovum, barr
um
og
gistingarhúsum
er ikki tað býttasta og eg
vænti ikki, at vit høvdu sett
okkum ímóti tí.
Ása Johnsdóttir er annar
stjórin á Hotel Hafnia og
hon er eisini forkvinna
fyri Gistingarhús- og Mat
stovufelag Føroyar.
Hóast nógv halda, at ein
sigarett, góður matur og ein
øl ella ein snapsur, hoyra
óloysiliga saman, væntar
hon ikki, at Gistingarhús-
og Matstovufelagið fer at
seta seg upp ímóti ætlanini
hjá Hans Paula Strøm,
landsstýrismanni, at seta
fullkomiligt forboð fyri at
roykja í almenna rúminum,
tvs allastaðni har fólk koma
saman til arbeiðis, á barr
og á matstovum tá ið tey
eta úti.
– At tey sum roykja,
mugu hava eina sigarett
afturvið ølini, er helst ein
vani. Og tað kann verða
torført at sleppa av við ein
vana. Men tað letur seg
væl gera og eg vænti, at tá
ið ein tíð er fráliðin, hevði
hetta heldur ikki verið ein
trupulleiki her hjá okkum,
tí tað letur seg væl gera
aðrastaðni.
– Eg vænti, at her er talan
um eina tilvenjingartíð.
Ongi hol
Ása Johnsdóttir leggur tó
stóran dent á, at skal forboð
setast fyri royking, skal tað
verða galdandi fyri øll.
– Vit fara ikki at góðtaka,
at undantøk verða gjørd, so
at tað kortini verður loyvt
at roykja onkustaðni, tí so
er endamálið ikki rokkið
og tað fer eisini at avlaga
kappingina, sigur hon.
Annars vísir hon á, at
aðrastaðni er rákið tann
vegin, at korini hjá teimum,
sum roykja verða trengri og
trengri og at tey, sum ikki
roykja, samsvarandi verða
betri og betri vard.
– Tað eru eisini mat
stovur í Føroyum, sum
sjálvboðin hava sett forboð
fyri at roykja. Og hóast tað
er loyvt at roykja í einum
parti í matstovuni á Hafnia,
mugu vit staðfesta, at nógv
fara út at roykja kortini.
So bara hetta seinasta árið
er hugburðurin hjá fólki
ógvuliga nógv broyttur á
hesum øki.
– Tað er torført at hava
nakað ímóti tí, tí vit vita
øll, hvussu skaðiligt tað er
at roykja. Vit vita eisini,
hvussu ring óbeinleiðis
royking er og hvussu
heilsuskaðiligt tað eisini
er hjá teimum, sum ikki
roykja, at anda royk í seg
frá teimum, sum roykja.
– Serliga eru tey, sum
arbeiða í okkara vinnu -
tænarar og barrvørar- illa
fyri í so máta, tí tey har
roykja fólk mangan illa. So
at verja tey fyri óbeinleiðis
royking er ein tann mest
umráðandi grundgevingin
fyri einum roykiforboði,
sigur Ása Johnsdóttir.
– Annars sleppa tey, sum
arbeiða á slíkum støðum,
ikki undan óbeinleiðis royk
ing, sigur Ása Johnsdóttir.
Hon vísir eisini á, at
roykur dálkar illa og verð
ur
roykiforboð,
minka
útreiðslurnar til reingerð.
– Ongantíð betur um
fyritøkur av sínum ein
tingum tóku seg saman
í
framtíðini
og
settu
roykiforboð í gildi, uttan at
tað var neyðugt at lóggávu
á økinum. Tó so, verður
lógin samtykt, verður tað
so, leggur hon afturat.
Roykiforboð er ikki tað býttasta
– Tað er torført
at siga nakað
ímóti ætlanini at
seta roykiforboð
allastaðni, tí
øll vita, hvussu
skaðiligt tað er.
Men skal forboð
setast, skulu
ongi undantøk
gerast, sigur Ása
Johnsdóttir, sum
er forkvinna í
Gistingarhús
og Matstovu
felagnum