Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. januar 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 8 - 11. januar 2007 tíðindi SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 – Ætlanin hjá Hans Paula Strøm at bannað royking allastaðni, er eitt sindur hysterisk sigur, Kristian Magnussen, løgtingsmaður og roykjari RoykifoRboð Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta ber brá at puritanskum forstoppilsi. Kristian Magnussen er rættiliga irriteraður um ætlanina hjá Hans Paula Strøm, landsstýrismanni, at seta fullkomið roykibann allastaðni innandura, har fólk koma saman, antin tað so er til arbeiðis ella í frítíðini. Kristian Magnussen er løgtingsmaður og hann er eisini flokspolitiskur partamaður hjá landsstýris­ manninum. – Tað er irriterandi, at landsstýrismenn ferð eftir ferð kunngera stórar ætlan­ ir, áðrenn tær eru viðgjørd­ ar í samgonguni. Í hesum føri sipar hann ikki bara til Hans Paula Strøm. – Men tað kemur alt ov ofta fyri, at landsstýrismenn sleppa einari politiskari ballón fyri og aðrari eftir upp í loft, uttan at nøkur sum helst politisk viðgerð liggur aftanfyri. Hann heldur, at vilja landsstýrismenn fremja mál, er tað ikki hepnasti mátin at almannakunngera tey, áðrenn tey hava fingið nakra sum helst politiska viðgerð. – Tað kann tvørturímóti órógva málið verður loyst. Teir skulu heldur brúkt sína arbeiðsorku til tey mál, teir hava lovað at framt, leggur hann afturat. Hann vil tó ikki nevna ítøkilig mál. – Tað kundi verið so mangt, sigur Kristian Magnussen. Eitt sindur hysteriskt Men Kristian Magnussen er eisini týðiliga irriteraður inn á ætlanina at seta full­ komið roykiforboð í gildi allastaðni. – Hetta er eitt sindur hysteriskt og ber brá av puritanskum forstoppilsi. Hinvegin vildi eg ynskt, at eitt vet av tí nógv umrødda tolseminum eisini dryppaði á okkum roykjarar, sigur hann. Sjálvur hevur hann roykt í mong ár og vil fegin hava rætt at roykja, akkurát sum tey ið ikki roykja, skulu hava rætt til tað. – Vit hava akkurát hert tubbakslógina, so at ung undir 18 ár ikki hava loyvi at keypa sigarettir, samstundis sum sleppa handlar ikki at hava tubbakksvørur á sølufremjandi staði. Hann dugir væl at síggja, at tey, sum ikki roykja, skulu hava rætt til at sleppa undan royki. Men hann dugir eisini at síggja, at tað verður torført at halda roykiforboð allastaðni. – Í Írlandi er umfatandi roykiforboð, men eg veit, at har er onki mark fyri hugflognum í royndunum at snúgva sær undan for­ boðnum. – Eg dugi heldur ikki at síggja nakað sum helst endamál í at jagstra fólk út á gøtuna á einum arbeiðs­ plássi, har kanska øll roykja og sjálvi eru samd um at roykja innandura. Kristian Magnussen vísir á, at arbeiðsgevarar hava ræði á sínum arbeiðsplássi og hóast tað er lógligt at roykja, er tað onki, sum forðar teimum í at seta roykiforboð í gildi á inn­ andura. Tað er heldur onki, sum forðar matstovum, pubbum og gistingarhúsum at seta roykiforboð í gildi. – Men hví kann tað ikki vera sjálvboðið. Hví skal tað ikki bera til at hava støð, har tað er loyvt at roykja. So kunnu roykjarar halda seg har og hini halda seg burtur, vilja tey tað. Sjálvur vil Kristian Magnussen hava rætt at roykja. – Hvørki eg, ella onnur, roykja fyri at gera øðrum, fortreð. Men eins og onnur ikki roykja, eiga vit at hava rætt at roykja. Rakar havnina harðast Annars heldur hann, at tað er ein spurningur um, hvussu nógv, vit skulu lóggeva. – Hetta minnir ov nógv um formyndarí. Hvat verð­ ur so tað næsta, vit skulu lóggeva um? Hví so ikki eisini seta forboð fyri at drekka, spyr hann. – Tað er sanniliga eisini skaðiligt at drekka, og eg eri vísur í, at brennivín elvir til nógv størri skaða og menniskjansligar vanlagn­ ur enn roykingin ger. – Eg dugi ikki at síggja, hví roykjarar ikki kunnu hava roykirúm at vera í, men skulu rekast út at gøtuna. Tað er eisini stórur munur at standa úti á gøtunum í Føroyum, her veðrið er rættiliga illfýsi og so at ganga úti í nógvum øðrum londum. Kristian Magnussen er eisini sannførdur um, at eitt roykiforboð fer at raka vinnulívið í høvuðsstaðn­ um nógv harðast. – Tað er í Havnini, at allarflestu matstovurnar og skeinkistøðini eru, og tað er til Havnar, at fólk, víða um landið, leita sær hvørt vikuskiftið, so tað er eisini her, at eitt roykiforboð fer at merkjast, sigur hann. »Ætlanin at banna royking er hysterisk og ber brá av puritanskum forstoppilsi« Kristian Magnussen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin Eg vil hava frið at roykja Kristian Magnussen heldur, at tað er rættiliga irriterandi at landsstýrismenn sleppa einari politiskari bumbu fyri og aðrari eftir, uttan at nakar veit av. Hann sigur, at ætlanin hjá hjá Hans Paula Strøm um at seta fullkomið roykiforboð í gildið allastaðni, har fólk koma saman, er eitt dømi um hetta – Vit fara neyvan at mótmæla, at forboð verður sett fyri at roykja á matstovum og gistingarhúsum. Men treytin er, at ongi undantøk verða gjørd, so at kappingin ikki avlagast, sigur forkvinnan í Gistingarhús- og Matstovufelagnum RoykifoRboð Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – At seta forboð fyri at roykja á matstovum, barr­ um og gistingarhúsum er ikki tað býttasta og eg vænti ikki, at vit høvdu sett okkum ímóti tí. Ása Johnsdóttir er annar stjórin á Hotel Hafnia og hon er eisini forkvinna fyri Gistingarhús­ og Mat­ stovufelag Føroyar. Hóast nógv halda, at ein sigarett, góður matur og ein øl ella ein snapsur, hoyra óloysiliga saman, væntar hon ikki, at Gistingarhús­ og Matstovufelagið fer at seta seg upp ímóti ætlanini hjá Hans Paula Strøm, landsstýrismanni, at seta fullkomiligt forboð fyri at roykja í almenna rúminum, tvs allastaðni har fólk koma saman til arbeiðis, á barr og á matstovum tá ið tey eta úti. – At tey sum roykja, mugu hava eina sigarett afturvið ølini, er helst ein vani. Og tað kann verða torført at sleppa av við ein vana. Men tað letur seg væl gera og eg vænti, at tá ið ein tíð er fráliðin, hevði hetta heldur ikki verið ein trupulleiki her hjá okkum, tí tað letur seg væl gera aðrastaðni. – Eg vænti, at her er talan um eina tilvenjingartíð. Ongi hol Ása Johnsdóttir leggur tó stóran dent á, at skal forboð setast fyri royking, skal tað verða galdandi fyri øll. – Vit fara ikki at góðtaka, at undantøk verða gjørd, so at tað kortini verður loyvt at roykja onkustaðni, tí so er endamálið ikki rokkið og tað fer eisini at avlaga kappingina, sigur hon. Annars vísir hon á, at aðrastaðni er rákið tann vegin, at korini hjá teimum, sum roykja verða trengri og trengri og at tey, sum ikki roykja, samsvarandi verða betri og betri vard. – Tað eru eisini mat­ stovur í Føroyum, sum sjálvboðin hava sett forboð fyri at roykja. Og hóast tað er loyvt at roykja í einum parti í matstovuni á Hafnia, mugu vit staðfesta, at nógv fara út at roykja kortini. So bara hetta seinasta árið er hugburðurin hjá fólki ógvuliga nógv broyttur á hesum øki. – Tað er torført at hava nakað ímóti tí, tí vit vita øll, hvussu skaðiligt tað er at roykja. Vit vita eisini, hvussu ring óbeinleiðis royking er og hvussu heilsuskaðiligt tað eisini er hjá teimum, sum ikki roykja, at anda royk í seg frá teimum, sum roykja. – Serliga eru tey, sum arbeiða í okkara vinnu ­ tænarar og barrvørar­ illa fyri í so máta, tí tey har roykja fólk mangan illa. So at verja tey fyri óbeinleiðis royking er ein tann mest umráðandi grundgevingin fyri einum roykiforboði, sigur Ása Johnsdóttir. – Annars sleppa tey, sum arbeiða á slíkum støðum, ikki undan óbeinleiðis royk­ ing, sigur Ása Johnsdóttir. Hon vísir eisini á, at roykur dálkar illa og verð­ ur roykiforboð, minka útreiðslurnar til reingerð. – Ongantíð betur um fyritøkur av sínum ein­ tingum tóku seg saman í framtíðini og settu roykiforboð í gildi, uttan at tað var neyðugt at lóggávu á økinum. Tó so, verður lógin samtykt, verður tað so, leggur hon afturat. Roykiforboð er ikki tað býttasta – Tað er torført at siga nakað ímóti ætlanini at seta roykiforboð allastaðni, tí øll vita, hvussu skaðiligt tað er. Men skal forboð setast, skulu ongi undantøk gerast, sigur Ása Johnsdóttir, sum er forkvinna í Gistingarhús og Matstovu­ felagnum