Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. januar 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri› F R Í G G J A D A G U R   1 2 . J A N U A R   2 0 0 7 VARPIÐ TV3 Leygardagin kl. 20.00 Titans Ein svartur maður verður settur at venja eitt fottball lið í Virginia í byrjanini av 70’unum. Rasisman er í hæddini, og fleiri av hvítu spælarunum á liðnum nokta at spæla undir nýggja venjaranum. Undir einum dysti læra bæði hvítir og svartir tó at samstarva, og talan verður enntá um vinarløg tvørtur um húðarlitin. DR1 Fríggjadagin kl. 20.30 Open Range Charley Waite er cobwoy. Ein fámæltur maður við eini fortíð, sum mann ikki tosar hart um. Saman við Mose og unga Button arbeiðir hann fyri ranch- eigaran Boss Spearman. Lívið er hart men friðarligt, men tá Baxter fer at gera um seg í Harmonville, noyðist Charley at nýta allar tær dygdir, sum í síni tíð ræddu øll fólk. TV3 Hósdagin kl. 21.00 Den virkelige Rainman Hvat hendi í veruleikanum við Rainman. Stillføri einarin Kim Peek, hvørs ótrúliga søga gav Dustin Hoffmann íblástur til leik- lutin í kenda filminum. Peek er ikki autistur men savantur. Hann hevur lisið á leið 7.600 bøkur, og hann minnist tær allar uttanat. Hann varð føddur við einum heilaskaða, og hesin hevur givið honum eitt ófatuligt minni, eins og hann roknar nakað nógv skjótari, enn tey flestu.Í dokumentarsen- dingini verður farið aftur um Rainman, og fýra vísindamenn royna at greiða frá, hvat veruliga fyrifrest í høvdi hansara. Canal+Film1 Fríggjadagin kl. 19.00 God Save the King Í 1984 er Abra um av kvælast av lítla keði- liga býnum, sum hon býr í. Við dreyminum um at byrja sítt egna punk-band fer hon til Gøteborg, har hon hittir Millan, og saman gera tær báðar av at satsa alt í royndini at røkka dreyminum.