Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. januar 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri› F R Í G G J A D A G U R   1 2 . J A N U A R   2 0 0 7 VARPIÐ TV3 Leygardagin kl. 20.00 Titans Ein svartur maður verður settur at venja eitt fottball lið í Virginia í byrjanini av 70’unum. Rasisman er í hæddini, og fleiri av hvítu spælarunum á liðnum nokta at spæla undir nýggja venjaranum. Undir einum dysti læra bæði hvítir og svartir tó at samstarva, og talan verður enntá um vinarløg tvørtur um húðarlitin. DR1 Fríggjadagin kl. 20.30 Open Range Charley Waite er cobwoy.  Ein fámæltur maður við  eini fortíð, sum mann ikki  tosar hart um. Saman  við Mose og unga Button  arbeiðir hann fyri ranch- eigaran Boss Spearman.  Lívið er hart men friðarligt,  men tá Baxter fer at gera  um seg í Harmonville,  noyðist Charley at nýta  allar tær dygdir, sum í síni  tíð ræddu øll fólk. TV3 Hósdagin kl. 21.00 Den virkelige Rainman Hvat hendi í veruleikanum við Rainman.  Stillføri einarin Kim Peek, hvørs ótrúliga  søga gav Dustin Hoffmann íblástur til leik- lutin í kenda filminum. Peek er ikki autistur  men savantur. Hann hevur lisið á leið 7.600  bøkur, og hann minnist tær allar uttanat.  Hann varð føddur við einum heilaskaða,  og hesin hevur givið honum eitt ófatuligt  minni, eins og hann roknar nakað nógv  skjótari, enn tey flestu.Í dokumentarsen- dingini verður farið aftur um Rainman, og  fýra vísindamenn royna at greiða frá, hvat  veruliga fyrifrest í høvdi hansara. Canal+Film1  Fríggjadagin kl. 19.00 God Save the King Í 1984 er Abra um av  kvælast av lítla keði- liga býnum, sum hon  býr í. Við dreyminum  um at byrja sítt egna  punk-band fer hon til  Gøteborg, har hon hittir  Millan, og saman gera  tær báðar av at satsa  alt í royndini at røkka  dreyminum.