hósdagur 11. januar 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 8 - 11. januar 2007 ]
- Vit brenna
ov illa
Eftir dystin fingu vit
eisini orðið á Roar
Dalsgarð hjá Neista
num. Hann helt, at teir
brendu ov illa, og hetta
blivu teir revsaðir fyri.
- Vit hava teir væl í
verjuni, men í álopinum
brenna vit ov illa, og tá
duga teir væl at revsa
okkum m.a. við skjót
um mótálopum. Tað er
altíð keðiligt at tapa,
men tapið kundi verið
størri í dag, so tað var
gott, at vit kláraðu at
minka um munin móti
endanum. Nú manglar
seinna hálvfinalan, og
hana skulu vit vinna,
tí vit ætla okkum í
steypafinaluna.
- Reyða
kortið var
ikki í lagi
Eftir dystin millum StÍF
og Neistan fingu vit
orðið á Finn Hansson
hjá strandingum, sum
bleiv rikin av vølli um
miðjan seinna hálvleik.
Hann var glaður fyri at
vinna dystin, men helt,
at sigurin átti at verið
størri.
- Fyrst og fremst skal
eg siga, at reyða kortið
var ikki í lagi. Skotið hjá
mær var sera vánaligt,
tá eg rakti málverjan í
høvdið, men hann flyt
ur seg, og tí burdi eg
ikki verið rikin av vølli.
Síggja vit burtur frá tí,
so eri eg ikki heilt nøgd
ur við dystin. Seint í
dystinum føra vit við
6 málum, men vit klára
ikki at halda fast. Eg
veit ikki, um vit kanska
føla okkum ov tryggar.
Nú fáa vit ein sera tor
føran dyst í Havn um
tvær vikur, men vit
ætla okkum heilt víst í
finaluna.
StÍF førdi stórt seint
í dystinum, men
síðstu løtuna minkaði
Neistin um munin,
so enn er hálvfinalan
púra opin
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Lagt var upp til eitt brak
av einum dysti, tá nr. 2 og
nr. 3 í landskappingini hjá
monnum, StÍF og Neistin,
brustu saman í fyrru hálv
finaluni millum liðini á Ská
la í gjárkvøldið.
Seinastu nógvu árini hev
ur StÍF verið steypaliðið í
føroyskum manshondbólti.
Teir hava verið at kalla fast
ir fúsir í finaluni, og tí vóru
teir kanska at rokna sum
favorittar undan fyrra dyst
inum.
Dystirnir millum StÍF
og Neistin hava tó verið
sera javnir í ár, og tí var
væntandi, at henda hálvfin
alan eisini fór at gerast sera
spennandi.
StÍF hevði munin
Fyrstu løtuna var eisini líkt
til, at hesin dysturin kundi
gerast júst so spennandi,
sum dystirnir í landskapp
ingini millum hesi bæði lið
ini hava verið. Liðini leiktu
skjótan og góðan hondbólt,
og tá 10 minuttir vóru farnir
stóð enn á jøvnum millum
liðini.
Nú byrjaðu strandingar
tó at røra uppá seg. Sum
hálvleikurin leið løgdu teir
størri trýst á Neistan, og
hetta gav úrslit. Teir vunnu
seg fram um gestirnar, sum
av øllum alvi royndu at han
ga í heimaliðnum.
StÍF megnaði tó at vinna
sær eina rættiliga trygga
leiðsla undan hálvleikssteð
ginum, og tá liðini fóru
til hálvleiks førdi StÍF við
trimum málum.
Finnur fekk reytt kort
Í seinna hálvleiki byrjaði
bláa havnarliðið betur, og tá
knappir 10 minuttir vóru far
nir, var aftur bert eitt mál á
muni millum liðini, men nú
tók StÍF veruliga yvir. Við
góðum verjuspælið og ein
um góðum málverja á odda
syrgdu teir fyri, at Neist
in ikki fekk nakað mál í
samfullar 10 minuttir. Hesa
løtuna megnaði StÍF eisini
at skora 5 ferðir, so nú førdi
StÍF við 6 málum.
Neistin manglaði tó ikki
møguleikar hesa løtuna,
men ein vælleikandi Marian
í StÍF-málinum tók at kalla
alt, og so dugdu strandingar
væl at revsa Neistan í hinum
endanum av vøllinum.
Tá 12 minuttir vóru eftir
at leika tók dysturin tó
eina avgerðandi vend fyri
Neistin. Tá bleiv Finnur
Hansson rikin av vølli fyri
at hava rakt málverjan í
høvdið úr fríari støðu, og
so mátti StÍF leika uttan
sterka íslendingin síðstu 12
minuttirnar av dystinum.
StÍF kempaði tó víðari,
men nú hevði Neistin fing
ið blóð á tánna. Síðstu 10
minuttirnar minkaði StÍF-
leiðslan støðugt, og tá
dómarin bríkslaði fyri sein
astu ferð, vóru bert trý mál
á muni.
Sum heild var sigurin hjá
StÍF fult uppiborin, tí teir
førdu at kalla allan vegin.
Móti endanum var líkt til, at
StÍF skuldi vinna stórsigur,
men Neistin megnaði tó at
kempa seg innaftur í dystin,
sum nú er púra opin undan
seinnu hálvfinaluni, sum
verður mikudagin tann 24.
januar.
StÍF vann fyrru hálvfinaluna
StÍF var nær við at vinna stórsigur í fyrru hálvfinaluni, men móti endanum kom Neistin væl aftur, og so gjørdist munurin einans
3 mál.
Skotar í øðini
Rangers gav í farnu viku franska venjara sínum,
Paul Le Guen, sekkin eftir vánalig úrslit og ófrið í
spælarahópinum. Síðani hava áhaldandi søgur gingið um,
at skotski landsliðsvenjarin, Walter Smith, skuldi gerast
venjari hjá liðnum. Í gjár bleiv tað so alment, at Walter
Smith er nýggi venjarin hjá Rangers, og hetta eru skotar
í øðini yvir. Skotland hevur fingið sera góð úrslit í EM-
undankappingarbólkinum hjá Føroyum undir leiðslu av
Walter Smith, og tí er tað ein stórur missur fyri landsliðið,
at Smith nú hevur valt at siga seg úr starvi sum skotskur
landsliðsvenjari, fyri ístaðin at halda fram í stórfelagnum,
Rangers.
Niclas Jensen til FCK
Seinnu árini hevur danski landsliðsverjuleikarin, Niclas
Jensen, leikt í enska Premier League-felagnum, Fulham.
Vinstri bakkurin hevur ikki fingið serliga nógvar
møguleikar í Fulham, og tí hevur hann roynt at funnið
sær nýtt felag. Nú er alt, sum bendir á, at Niclas Jensen
skiftir tilveruna í London út við eina tilveru í danska
stórfelagnum, FCK. Sum skilst er avtala komin í lag
millum felagið og leikaran, sum væntandi fer at skrivað
undir ein tvey ára sáttmála við donsku meistararnar seinni
í dag.
StÍF-Neistin 27-24 (15-12)
Málskjúttar:
StÍF: Finnur Hansson 10 (5), Jakob Jónsson 6, Jørmund
Joensen 4, Leivur Justinussen 2 (1), Andra F. Danielsen 2,
Regin Didriksen 1, Borgar Danielsen 1, Bárður Danielsen 1
Neistin: Áki Mørk 7, Blagoje Buha 6 (2), Jugoslav Djumic 4,
Tróndur Kragesten 3, Carl Herup Olsen 2, Helgi Michelsen
1, Birgir Poulsen 1
Brotskøst: StÍF 7, Neistin 2
Útvísingar: StÍF 5, Neistin 4
Dómarar: Heri Petersen & Dánjal Samuelsen
FAKTA
StÍF-Neistin 27-24 (15-12)