Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-11, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. januar 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 8 - 11. januar 2007 ] - Vit brenna ov illa Eftir dystin fingu vit eisini orðið á Roar Dalsgarð hjá Neista­ num. Hann helt, at teir brendu ov illa, og hetta blivu teir revsaðir fyri. ­ Vit hava teir væl í verjuni, men í álopinum brenna vit ov illa, og tá duga teir væl at revsa okkum m.a. við skjót­ um mótálopum. Tað er altíð keðiligt at tapa, men tapið kundi verið størri í dag, so tað var gott, at vit kláraðu at minka um munin móti endanum. Nú manglar seinna hálvfinalan, og hana skulu vit vinna, tí vit ætla okkum í steypafinaluna. - Reyða kortið var ikki í lagi Eftir dystin millum StÍF og Neistan fingu vit orðið á Finn Hansson hjá strandingum, sum bleiv rikin av vølli um miðjan seinna hálvleik. Hann var glaður fyri at vinna dystin, men helt, at sigurin átti at verið størri. ­ Fyrst og fremst skal eg siga, at reyða kortið var ikki í lagi. Skotið hjá mær var sera vánaligt, tá eg rakti málverjan í høvdið, men hann flyt­ ur seg, og tí burdi eg ikki verið rikin av vølli. Síggja vit burtur frá tí, so eri eg ikki heilt nøgd­ ur við dystin. Seint í dystinum føra vit við 6 málum, men vit klára ikki at halda fast. Eg veit ikki, um vit kanska føla okkum ov tryggar. Nú fáa vit ein sera tor­ føran dyst í Havn um tvær vikur, men vit ætla okkum heilt víst í finaluna. StÍF førdi stórt seint í dystinum, men síðstu løtuna minkaði Neistin um munin, so enn er hálvfinalan púra opin HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Lagt var upp til eitt brak av einum dysti, tá nr. 2 og nr. 3 í landskappingini hjá monnum, StÍF og Neistin, brustu saman í fyrru hálv­ finaluni millum liðini á Ská­ la í gjárkvøldið. Seinastu nógvu árini hev­ ur StÍF verið steypaliðið í føroyskum manshondbólti. Teir hava verið at kalla fast­ ir fúsir í finaluni, og tí vóru teir kanska at rokna sum favorittar undan fyrra dyst­ inum. Dystirnir millum StÍF og Neistin hava tó verið sera javnir í ár, og tí var væntandi, at henda hálvfin­ alan eisini fór at gerast sera spennandi. StÍF hevði munin Fyrstu løtuna var eisini líkt til, at hesin dysturin kundi gerast júst so spennandi, sum dystirnir í landskapp­ ingini millum hesi bæði lið­ ini hava verið. Liðini leiktu skjótan og góðan hondbólt, og tá 10 minuttir vóru farnir stóð enn á jøvnum millum liðini. Nú byrjaðu strandingar tó at røra uppá seg. Sum hálvleikurin leið løgdu teir størri trýst á Neistan, og hetta gav úrslit. Teir vunnu seg fram um gestirnar, sum av øllum alvi royndu at han­ ga í heimaliðnum. StÍF megnaði tó at vinna sær eina rættiliga trygga leiðsla undan hálvleikssteð­ ginum, og tá liðini fóru til hálvleiks førdi StÍF við trimum málum. Finnur fekk reytt kort Í seinna hálvleiki byrjaði bláa havnarliðið betur, og tá knappir 10 minuttir vóru far­ nir, var aftur bert eitt mál á muni millum liðini, men nú tók StÍF veruliga yvir. Við góðum verjuspælið og ein­ um góðum málverja á odda syrgdu teir fyri, at Neist­ in ikki fekk nakað mál í samfullar 10 minuttir. Hesa løtuna megnaði StÍF eisini at skora 5 ferðir, so nú førdi StÍF við 6 málum. Neistin manglaði tó ikki møguleikar hesa løtuna, men ein vælleikandi Marian í StÍF­málinum tók at kalla alt, og so dugdu strandingar væl at revsa Neistan í hinum endanum av vøllinum. Tá 12 minuttir vóru eftir at leika tók dysturin tó eina avgerðandi vend fyri Neistin. Tá bleiv Finnur Hansson rikin av vølli fyri at hava rakt málverjan í høvdið úr fríari støðu, og so mátti StÍF leika uttan sterka íslendingin síðstu 12 minuttirnar av dystinum. StÍF kempaði tó víðari, men nú hevði Neistin fing­ ið blóð á tánna. Síðstu 10 minuttirnar minkaði StÍF­ leiðslan støðugt, og tá dómarin bríkslaði fyri sein­ astu ferð, vóru bert trý mál á muni. Sum heild var sigurin hjá StÍF fult uppiborin, tí teir førdu at kalla allan vegin. Móti endanum var líkt til, at StÍF skuldi vinna stórsigur, men Neistin megnaði tó at kempa seg innaftur í dystin, sum nú er púra opin undan seinnu hálvfinaluni, sum verður mikudagin tann 24. januar. StÍF vann fyrru hálvfinaluna StÍF var nær við at vinna stórsigur í fyrru hálvfinaluni, men móti endanum kom Neistin væl aftur, og so gjørdist munurin einans 3 mál. Skotar í øðini Rangers gav í farnu viku franska venjara sínum, Paul Le Guen, sekkin eftir vánalig úrslit og ófrið í spælarahópinum. Síðani hava áhaldandi søgur gingið um, at skotski landsliðsvenjarin, Walter Smith, skuldi gerast venjari hjá liðnum. Í gjár bleiv tað so alment, at Walter Smith er nýggi venjarin hjá Rangers, og hetta eru skotar í øðini yvir. Skotland hevur fingið sera góð úrslit í EM­ undankappingarbólkinum hjá Føroyum undir leiðslu av Walter Smith, og tí er tað ein stórur missur fyri landsliðið, at Smith nú hevur valt at siga seg úr starvi sum skotskur landsliðsvenjari, fyri ístaðin at halda fram í stórfelagnum, Rangers. Niclas Jensen til FCK Seinnu árini hevur danski landsliðsverjuleikarin, Niclas Jensen, leikt í enska Premier League­felagnum, Fulham. Vinstri bakkurin hevur ikki fingið serliga nógvar møguleikar í Fulham, og tí hevur hann roynt at funnið sær nýtt felag. Nú er alt, sum bendir á, at Niclas Jensen skiftir tilveruna í London út við eina tilveru í danska stórfelagnum, FCK. Sum skilst er avtala komin í lag millum felagið og leikaran, sum væntandi fer at skrivað undir ein tvey ára sáttmála við donsku meistararnar seinni í dag. StÍF-Neistin 27-24 (15-12) Málskjúttar: StÍF: Finnur Hansson 10 (5), Jakob Jónsson 6, Jørmund Joensen 4, Leivur Justinussen 2 (1), Andra F. Danielsen 2, Regin Didriksen 1, Borgar Danielsen 1, Bárður Danielsen 1 Neistin: Áki Mørk 7, Blagoje Buha 6 (2), Jugoslav Djumic 4, Tróndur Kragesten 3, Carl Herup Olsen 2, Helgi Michelsen 1, Birgir Poulsen 1 Brotskøst: StÍF 7, Neistin 2 Útvísingar: StÍF 5, Neistin 4 Dómarar: Heri Petersen & Dánjal Samuelsen FAKTA StÍF-Neistin 27-24 (15-12)