hósdagur 11. januar 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 8 - 11. januar 2007 ]
Chelsea snávaði
Í gjárkvøldið skuldi Chelsea spæla hálvfinalu í lítlu ensku
steypakappingini, Liga Cup. Her møttu teir Wycombe
Wanderers frá fjórðubestu ensku deildini, og undan
dystinum var ikki væntað, at Chelsea fór at fáa stórvegis
trupulleikar við mótstøðuliðnum. Chelsea megnaði tó ikki
at vinna dystin. Teir løgdu seg annars eftir ætlan á odda við
fyrsta málinum hjá Wayne Bridge hetta kappingarárið, men
enska meistaraliðið kláraði ikki at varðveita leiðsluna. Eitt
korter fri tíð javnaði Jermaine Easter, og 1-1 gjørdist eisini
endaliga úrslitið.
HIK vil hava Toda
Bold.dk skrivar, at HIK er eitt av feløgunum, sum er áhugað í
at fáa Toda at spæla fyri seg. Danska 1. deildarfelagið váttar,
at tað hevur verið í sambandi við Toda, men at onnur feløg
eisini eru áhugað í honum. - Tað passar, at eg havi tosað eitt
sindur við Toda, men eg haldi, at hann hevur brúk fyri eitt
sindur av tíð til at finna út av, hvat hann ætlar. Vit eru tó
avgjørt áhugaðir í honum, og tað eru onnur feløg eisini, sigur
Nicolai Kaas-Heilmann, stjóri í HIK, við bold.dk.HIK hoyrir
heima í Hellerup og liggur niðarliga í donsku 1. deild.
(mynd av Toda)
Mjølnir vann ein
tryggan sigur, tá
teir vitjaðu hjá SÍ
í meistaradeildini
hjá monnum. Við
sigrinum hevur
Mjølnir fyribils lagt
seg á odda í bestu
mansdeildini
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Mjølnir og ÍF hava ligið og
kappast um oddasessin í
bestu mansdeildini í alt ár.
Fyri tað mesta hevur ÍF verið
oman á, men í gjárkvøldið
hevði Mjølnir møguleikan
at taka oddasessin frá ÍF fyri
bils, um teir vunnu í Sørvági
ímóti SÍ.
Undan dystinum lá Mjølnir
á 2. plássi, beint í hølunum
á oddaliðnum, ÍF, meðan SÍ
lá á aftasta plássi. Tí mundu
flest øll rokna Mjølnir sum
stórfavorit at vinna dystin
ímóti ungu sørvingunum.
Mjølnir legði hart út
Mjølnir vísti eisini frá byrjan
av, at teir ætlaðu at taka
oddasessin frá ÍF, sjálvt um
hann so bert hevði verið til
láns. Klaksvíkingarnir byrj
aðu sum eitt ódnarveður, og
mest sum beinanvegin sást,
hvønn veg hetta settið bar.
Mjølnir legði seg á odda
mest sum alt fyri eitt, og teir
øktu støðugt um leiðsluna.
Tá settið kom at enda høvdu
gestirnir vunnu ein tryggan
25-16 sigur.
Í øðrum setti var Mjølnir
aftur oman á. Nú var SÍ tó
við at rakna við, og teir góvu
Mjølni harða mótstøðu. Mun
urin á liðunum í øðrum setti
var mest sum eingin, men
at enda dró Mjølnir longra
stráðið og vann eisini hetta
settið 25-23.
SÍ vildi eisini
spæla við
Í øðrum setti sást væl, at
SÍ ætlaði sær nakað henda
dagin. Teir vóru líka við
at vinna hetta settið, men
í triðja setti riggaði hjá
heimaliðnum. Eisini hetta
settið var sera javnt, men nú
var tað í staðin SÍ, sum bleiv
drúgvara liðið. Teir vunnu 3.
sett 25-22, og nú var dysturin
púra opin aftur.
Mjølnir vildi tó ikki loyva
SÍ innaftur í dystin, og í 4.
setti var eingin sum helst ivi.
Her var Mjølnir aftur væl
betra liðið, og at enda vunnu
teir eisini ein tryggan 25-19
sigur í hesum settinum.
Sostatt vann Mjølnir
dystin 3-1, og við sigrinum
hava teir lagt seg á odda í
meistaradeildini hjá monn
um. Oddasessurin er tó
elst bara til láns, tí vinur ÍF
tann dystin, sum teir hava
leikt færri enn Mjølnir, so
eru teir aftur á odda í bestu
mansdeildini.
SÍ-Mjølnir 1-3 (16-25, 23-25, 25-22, 19-25)
Mjølnir basti SÍ
Við tryggum sigri á
útivølli ímóti Kyndli
í fyrru hálvfinaluni í
Coca Cola-kappingini
hjá kvinnum lat VB
ongan iva vera um, at
tær ætla sær í finaluna
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Gongdin hjá Kyndli hevur
ikki verið tann allarbesta í
ár. Tær liggja á fjórða plássi,
men munurin upp til nr. 3
er somikið stórur, at tað
skal gangast teimum avbera
væl, um tær skulu røkka
bronsuheiðursmerkjunum.
Hjá VB hevur hinvegin ikki
gingið so gali. Tær liggja nr.
3 í bestu kvinnudeildini, men
munurin upp til oddaliðið,
Stjørnuna, er bert tvey stig,
so undan fyrru hálvfinaluni
mátti VB metast at vera
favorittur.
Grundin bleiv løgd
Mest sum frá fyrsta bríksli
gjørdist greitt, at henda
dystin ætlaði VB at vinna.
Fyrstu løtuna var Kyndil ann
ars frammanfyri, men tá VB
fekk gongd á, so gjørdist tað
trupult hjá Kyndli. Longu
eftir 10 minuttum byrjaði
VB at fara frá Kyndli, og eitt
skiftið í fyrra hálvleiki førdi
VB við 4 málum, og nú sá ikki
so gott út hjá Kyndli. Sjálvt
um grønklædda havnarliðið
spældi fínt, so høvdu tær
tó stórar trupulleikar av at
fylgja við vágskvinnum.
Síðstu løtuna av hálvleik
inum megnaði Kyndil tó at
svara aftur, og tá liðini fóru
til hálvleiks var dysturin púra
opin. Tá førdi VB 12-10.
VB vann trygt
Gongdin í seinna hálvleiki
var júst tann saman, sum í
fyrra. Fyrstu løtuna fylgdi
Kyndil væl við, men tá VB
fekk gongd á spælið, so hevði
Kyndil stórar trupulleikar.
10 minuttir inn í seinna
hálvleik vóru enn bert 2
mál á muni, men so leyp VB
avstað. Nú fekk VB verjuna
at koyra ordiligt, og í næstan
10 minuttir loyvdu tær slett
ikki Kyndli at skjóta mál. Í
hinum endanum skoraði VB
fleiri ferðir, og tá Kyndil
endiliga skoraði aftur, tá var
munurin longu blivin 7 mál,
so nú var dysturin í roynd og
veru avgjørdur.
Síðstu løtuna kom Kyndil
eitt sindur betur við í dystin,
men VB lat tær ongantíð
koma heilt tætt aftur. Enda
liga úrslitið gjørdist 25-19
til VB, og nú skal ganga illa
hjá vágskvinnum, um tær
ikki skulu røkka finaluni. Í
dystinum í gjárkvøldið lótu
tær í øllum førum ongan iva
vera um, at tær ætla sær at
taka lut í steypafinaluni fyrst
í næsta mánaða.
Kyndil-VB 19-25 (10-12)
VB annað beinið í finaluni
Kyndil-VB 19-25 (10-12)
Málskjúttar:
Kyndil: Randi Wardum 6, Lina Andriulyte 5 (1), Anja
Heinadóttir 3, Barbara Egilstrøð 2, Súsanna Petersen
1, Bjørg Syderbø 1, Ronja Mikkelsen 1
VB: Daiva Tuomaite 11 (2), Ivana Ljubicic 8 (3), Rannvá
Johannesen 2, Svava Vestergaard 2, Laila Jespersen 1,
Jóna Thorsteinsson 1
Brotskøst: Kyndil 2, VB 5
Útvísingar: Kyndil 4, VB 1
Dómarar: Karstin & Kristian Joensen
FAKTA
VB hevur meir enn annað
beinið í steypafinaluni, tá
tær vunnu tryggan sigur á
útivølli ímóti Kyndli í fyrru
hálvfinaluni.
Við sigri á útivølli á SÍ hevur Mjølnir nú lagt seg á odda í
meistaradeildini hjá monnum. Teir hava tó leikt ein dyst fleiri
enn ÍF