hósdagur 11. januar 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 8 - 11. januar 2007
tíðindi
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
útlond
Stutt sagt
Sóknast eftir
arvingi
Tann, sum dugir at greiða
sína ættartalvu aftur til
árið 1066, eigur kanska at
kanna hana, tí tað er ikki
óhugsandi, at viðkomandi
er trúnarvingi. Í hvussu er
er ein enskur felagsskapur
farin at leita eftir einum
eftirkomara hjá enska
konginum Harold Good
winson, sum fall í tí
víðagitna bardaganum
við Hastings. Vilhelm
Landtakari, sum vann bar
dagan, setti seg á ensku
trúnuna, og sonur Harold,
Aetheling, viðurkendi
tann nýggja kongin.
Nú leitar felagsskapurin
English Heritage eftir
onkrum eftirkomara hjá
Harold Goodwinsson,
sum sambært felagsskap
inum kann krevja ensku
trúnuna. Kravið er tó
rættiliga veruleikafjart, tí
tann enska trúnan hvarv
í 1603, tá Ongland og
Skotland gingu saman,
og trúnan bleiv bretsk.
Stór inflasjón
Mannfall
Seinastu nátt vóru bar
dagar millum NATO-
hermenn og Taliban-
hermenn í Afganistan,
og sambært keldum hjá
verjusamgonguni fullu
umleið 150 Taliban-her
menn í bardøgunum.
Myndugleikarnir í Kabul
siga tó, at tað rætta talið er
80. Teir seinastu dagarnar
hava NATO-hermenninir
hert álopini á Taliban nær
hendis pakistanska mark
inum. Eitt nú hava flogfør
bumbað fleiri støð, har
hildið verður, at hermenn
hjá Taliban halda til.
Í síðsta mánað hækkaðu
prísirnir heili 36,3 pro
sent í afrikanska land
inum Zimbabwe, og
harvið kom inflasjónin í
fjør upp á 1281 prosent,
sigur BBC. Inflasjónin
er ein ovurstórur trupul
leiki í Zimbabwe. Sam
stundis eru læknar og
sjúkrasystrar farin í verk
fall við kravi um hægri
løn, og tað bøtir ikki um
støðuna hjá tí almenna
heilsuverkinum. Fleiri ser
frøðingar geva stjórnini
skyldina, men Robert
Mugabe, forseti, sigur,
at fíggindar innan- og
uttanlands hava skyldina
av vánaligu støðuni.
– Hetta er seinasta royndin. Taka irakar sær ikki
um reiggj, fara okkara hermenn til hús
(amerikanskur senatorur)
Hamas-leiðarin
Khaled Meshaal
ásannar, at Ísrael er
veruleiki, og at eitt
ríki eitur Ísrael
Fyri fyrstu ferð sigur ein
av leiðarunum í Hamas, at
rørslan ásannar tann veru
leika, at tað er eitt sjálvstøðugt
ríki, sum eitur Ísrael.
Khaled Mashaal er tann
fremsti politiski leiðarin í
Hamas, sjálvt um hann býr
í Damaskus í Sýrialandi.
Í samrøðu við Reuters
sigur hann, at tann stóri
trupulleikin í Miðeystri er
ikki, at ísraelsmenn hava sítt
egna ríki, men at palestinar
einki ríki hava.
Hamas hevur altíð sýtt fyri
at viðurkenna ísraelska ríkið.
Tað ger rørslan framvegis,
men hetta kann broytast,
sigur Khaled Mashaal.
– Men fyritreytin er,
at palestinar fáa sítt egna
sjálvstøðuga ríki, og vit fara
ikki at viðurkenna Ísrael sum
ríki fyrr enn tá, sigur Khaled
Mashaal. Reuters skrivar, at
fleiri leiðandi limir í Hamas
hava sagt okkurt, sum líkist
hesum, men at hetta er fyrstu
ferð, at ein av leiðarunum
í rørsluni nemur við tankan
um at viðurkenna Ísrael.
Khaled Mashaal er ætt
aður úr Ramallah á Vestara
Áarbakka, men hann vaks
upp í Kuwait. Sjálvur sigur
hann, at ísraelska fregnar
tænastan Mossad royndi at
beina fyri sær, tá hann búði
í Jordan fyri tíggju árum
síðani.
Ísrael er ein veruleiki
George W. Bush
átekur sær ábyrgdina
av mistøkum í
Irak, men hansara
floksfelagar taka ikki
undir við avgerðini at
senda fleiri hermenn
til Irak.
Í røðu síni fyri amerikanska
fólkinum segði forsetin, at
hann er sinnaður at senda
20.000 hermenn afturat
til Irak fyri at steðga tí
átrúnaðarliga stríðnum, og
at hann er eisini til reiðar
at játta meiri pengar til at
byggja Irak uppaftur.
– Ein ósigur í Irak hevði
verið ein vanlukka, segði
Bush.
Men hann hevur ilt við at
sannføra sínar egnu floks
felagar, at avgerðin at senda
fleiri hermenn til Irak er tann
rætti vegurin at ganga.
– Eg kann ikki taka undir
við, at vit skulu senda
fleiri hermenn hagar, segði
republikanski senatorurin
Norm Coleman í morgun.
Hann verður roknaður sum ein
av teimum týdningarmestu
republikonsku kongress
limunum.
Ein
annar,
Sam
Brownhawk,
ið
verður
roknaður
sum
møguligt forsetaevni hjá
republikanarunum, segði
tað sama. Undan røðuni
hjá forsetanum høvdu
sjey senatorar hjá republik
anarunum boðað frá, at teir
taka ikki undir við at senda
fleiri amerikanskar hermenn
til Irak.
Seinasta royndin
Republikanski leiðarin í
Senatinum, Mitch McComel,
styðjar ætlanina hjá for
setanum, men leggur afturat,
at hetta er seinasta royndin at
tryggja frið í Bagdad.
– Forsetin hevur gjørt
irakska forsætisráðharranum
greitt, at ger irakska stjórnin
ikki sína skyldu, fara vit til
hús, sigur McComel.
Demokratarnir, sum hava
meiriluta í Kongressini, hava
frammanundan boðað frá, at
teir styðja ikki ætlanina hjá
forsetanum, og tí er greitt, at
Kongressin fer at venda sær
ímóti ætlanini. Tað fær tó
neyvan nakrar avleiðingar, tí
forsetin eigur tað avgerandi
orðið í uttanríkispolitiskum
viðurskiftum.
Men tað politiska grundar
lagið undir avgerðum hans
ara í sambandi við Irak er
veikt, skrivar AP.
Bush viðgongur mistøk
men fær ikki stuðul
Rashid Mashaal: – Ísrael er ein veruleiki
George W. Bush heldur sjónvarpsrøðu fyri amerikanska fólkinum