Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-11, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. januar 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 8 - 11. januar 2007 tíðindi SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk útlond Stutt Sagt Sóknast eftir arvingi Tann, sum dugir at greiða sína ættartalvu aftur til árið 1066, eigur kanska at kanna hana, tí tað er ikki óhugsandi, at viðkomandi er trúnarvingi. Í hvussu er er ein enskur felagsskapur farin at leita eftir einum eftirkomara hjá enska konginum Harold Good­ winson, sum fall í tí víðagitna bardaganum við Hastings. Vilhelm Landtakari, sum vann bar­ dagan, setti seg á ensku trúnuna, og sonur Harold, Aetheling, viðurkendi tann nýggja kongin. Nú leitar felagsskapurin English Heritage eftir onkrum eftirkomara hjá Harold Goodwinsson, sum sambært felagsskap­ inum kann krevja ensku trúnuna. Kravið er tó rættiliga veruleikafjart, tí tann enska trúnan hvarv í 1603, tá Ongland og Skotland gingu saman, og trúnan bleiv bretsk. Stór inflasjón Mannfall Seinastu nátt vóru bar­ dagar millum NATO­ hermenn og Taliban­ hermenn í Afganistan, og sambært keldum hjá verjusamgonguni fullu umleið 150 Taliban­her­ menn í bardøgunum. Myndugleikarnir í Kabul siga tó, at tað rætta talið er 80. Teir seinastu dagarnar hava NATO­hermenninir hert álopini á Taliban nær­ hendis pakistanska mark­ inum. Eitt nú hava flogfør bumbað fleiri støð, har hildið verður, at hermenn hjá Taliban halda til. Í síðsta mánað hækkaðu prísirnir heili 36,3 pro­ sent í afrikanska land­ inum Zimbabwe, og harvið kom inflasjónin í fjør upp á 1281 prosent, sigur BBC. Inflasjónin er ein ovurstórur trupul­ leiki í Zimbabwe. Sam­ stundis eru læknar og sjúkrasystrar farin í verk­ fall við kravi um hægri løn, og tað bøtir ikki um støðuna hjá tí almenna heilsuverkinum. Fleiri ser­ frøðingar geva stjórnini skyldina, men Robert Mugabe, forseti, sigur, at fíggindar innan­ og uttanlands hava skyldina av vánaligu støðuni. – Hetta er seinasta royndin. Taka irakar sær ikki um reiggj, fara okkara hermenn til hús (amerikanskur senatorur) Hamas-leiðarin Khaled Meshaal ásannar, at Ísrael er veruleiki, og at eitt ríki eitur Ísrael Fyri fyrstu ferð sigur ein av leiðarunum í Hamas, at rørslan ásannar tann veru­ leika, at tað er eitt sjálvstøðugt ríki, sum eitur Ísrael. Khaled Mashaal er tann fremsti politiski leiðarin í Hamas, sjálvt um hann býr í Damaskus í Sýrialandi. Í samrøðu við Reuters sigur hann, at tann stóri trupulleikin í Miðeystri er ikki, at ísraelsmenn hava sítt egna ríki, men at palestinar einki ríki hava. Hamas hevur altíð sýtt fyri at viðurkenna ísraelska ríkið. Tað ger rørslan framvegis, men hetta kann broytast, sigur Khaled Mashaal. – Men fyritreytin er, at palestinar fáa sítt egna sjálvstøðuga ríki, og vit fara ikki at viðurkenna Ísrael sum ríki fyrr enn tá, sigur Khaled Mashaal. Reuters skrivar, at fleiri leiðandi limir í Hamas hava sagt okkurt, sum líkist hesum, men at hetta er fyrstu ferð, at ein av leiðarunum í rørsluni nemur við tankan um at viðurkenna Ísrael. Khaled Mashaal er ætt­ aður úr Ramallah á Vestara Áarbakka, men hann vaks upp í Kuwait. Sjálvur sigur hann, at ísraelska fregnar­ tænastan Mossad royndi at beina fyri sær, tá hann búði í Jordan fyri tíggju árum síðani. Ísrael er ein veruleiki George W. Bush átekur sær ábyrgdina av mistøkum í Irak, men hansara floksfelagar taka ikki undir við avgerðini at senda fleiri hermenn til Irak. Í røðu síni fyri amerikanska fólkinum segði forsetin, at hann er sinnaður at senda 20.000 hermenn afturat til Irak fyri at steðga tí átrúnaðarliga stríðnum, og at hann er eisini til reiðar at játta meiri pengar til at byggja Irak uppaftur. – Ein ósigur í Irak hevði verið ein vanlukka, segði Bush. Men hann hevur ilt við at sannføra sínar egnu floks­ felagar, at avgerðin at senda fleiri hermenn til Irak er tann rætti vegurin at ganga. – Eg kann ikki taka undir við, at vit skulu senda fleiri hermenn hagar, segði republikanski senatorurin Norm Coleman í morgun. Hann verður roknaður sum ein av teimum týdningarmestu republikonsku kongress­ limunum. Ein annar, Sam Brownhawk, ið verður roknaður sum møguligt forsetaevni hjá republikanarunum, segði tað sama. Undan røðuni hjá forsetanum høvdu sjey senatorar hjá republik­ anarunum boðað frá, at teir taka ikki undir við at senda fleiri amerikanskar hermenn til Irak. Seinasta royndin Republikanski leiðarin í Senatinum, Mitch McComel, styðjar ætlanina hjá for­ setanum, men leggur afturat, at hetta er seinasta royndin at tryggja frið í Bagdad. – Forsetin hevur gjørt irakska forsætisráðharranum greitt, at ger irakska stjórnin ikki sína skyldu, fara vit til hús, sigur McComel. Demokratarnir, sum hava meiriluta í Kongressini, hava frammanundan boðað frá, at teir styðja ikki ætlanina hjá forsetanum, og tí er greitt, at Kongressin fer at venda sær ímóti ætlanini. Tað fær tó neyvan nakrar avleiðingar, tí forsetin eigur tað avgerandi orðið í uttanríkispolitiskum viðurskiftum. Men tað politiska grundar­ lagið undir avgerðum hans­ ara í sambandi við Irak er veikt, skrivar AP. Bush viðgongur mistøk men fær ikki stuðul Rashid Mashaal: – Ísrael er ein veruleiki George W. Bush heldur sjónvarpsrøðu fyri amerikanska fólkinum