leygardagur 3. februar 2001síða 15
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 24 - 3. februar 2001
29
28
Nr. 24 - 3. februar 2001
Hervið verða tvey størv sum stýrimaður, eitt
starv sum maskinmeistari og eitt sum dekkari
lýst leys at seta innan Strandfaraskip Landsins
frá 1. apríl 2001.
Viðkomandi skulu byrja umborð á Ternuni I,
men skulu til eina og hvørja tíð kunna verða
fluttir umborð á onnur skip hjá Strandfara-
skipum Landsins, sum fyriskipað av leiðsluni.
Stýrimennirnir skulu kunna avloysa skiparan.
Arbeiðsuppgávurnar umborð
Høvuðsuppgávan hjá Strandfaraskipum Land-
sins er at nøkta landsins tørv á fólka- og farma-
flutningi. Hetta verður gjørt eftir fastlagdari
ferðaætlan og annars verður skipað fyri ser-
flutningi við ferðafólki kring oyggjarnar.
Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun
til galdandi ferðaætlan hjá tí skipi, ið ein er
settur umborð á.
Farleiðin hjá Ternuni I er Strendur-Toftir-Tórs-
havn, og siglt verður tríggjar túrar dagliga frá
mánadegi til fríggjadag. Arbeiðstíðin er í miðal
42 tímar um vikuna.
Leygardag og sunnudag er eingin sigling.
Við Ternuni I eru skipari, tveir stýrimenn,
maskinmeistari og ein dekkari.
Skipið liggur á Strondum um náttina, og um-
støður eru at búgva umborð.
Størvini fevna um
Manningin á strandfaraskipunum skal verða
við til at tilrættaleggja ein effektivan dagligan
rakstur, og at tryggja at arbeiðsgongdir eru í
tráð við málsetningin hjá fyritøkuni.
Manningin skal eisini verða við til at:
•
Tryggja at trygdin umborð er í samsvari
við altjóða krøv
•
Tryggja at skipið verður lasta í samsvari
við altjóða krøv
•
Meta um viðlíkahaldstørvin umborð
•
Seta upp mannagongdir fyri viðlíkahalds-
arbeiði og dokking
•
Samstarva við myndugleikar og aðrar sam-
starvsfelagar
Førleikakrøv
Umsøkjarar til stýrimann:
•
Vinnubræv sum stýrimaður á 4. stigi
•
Sjón- og hoyrnarroynd ikki eldri ennn 3 ár
•
Prógv í GMDSS
Umsøkjarar til maskinmeistara:
•
Vinnubræv sum skipsmaskinistur
Umsøkjarar til dekkara:
•
Vinnubræv sum ófulltikin matrósur
•
Sjón- og hoyrnarroynd ikki eldri ennn 3 ár
Annars rokna vit við, at tú hevur:
•
Prógv í nýtslu av bjargingarútgerð
•
Heilsuprógv ikki eldri enn 2 ár
•
Roykkavari/sløkkileiðari ikki eldri enn 5 ár
•
Kunnleiki til formlig krøv og royndir við-
víkjandi rakstri av ferðamannaskipum
•
Arbeiða sjálvstøðugt og hava lætt við at
samstarva
•
Álítandi og góðan røkjuskap
Setanartreytir
Setanartreytir verða sambært sáttmála millum
Fíggjarmálastýrið og avvarandi yrkisfelag.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum og møguligum
ummælum skulu sendast til:
Strandfaraskip Landsins
att. Starvsfólkadeildin
Boks 88
FO-110 Tórshavn
og skulu vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi
20. februar 2001, kl. 12.00
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við
at venda sær til Páll Heinesen, starvsfólka-
leiðara, tlf. 343000 ella e-mail: pah@ssl.fo
Manning til Ternuna I
Høvuðsuppgávan hjá SL
er at lúka landsins tørv á
innanlanda fólka- og
farmaflutningi, og skal
fyritøkan í so stóran mun
sum gjørligt rekast á
handilsligum støði.
Fólka- og farmaflutning-
urin setir stór krøv um
eina góða kundatænastu,
herundir trygd, reglusemi
og skjótleika.
Árliga rakstrarætlanin hjá
SL javnvigar við yvir 100
mió. kr. Talið á starvsfólk-
um svarar til 180 full-
tíðarstørv, herav umleið
155 operatørar. Talið á
flutningsanleggum er 12
skip, 40 bussar og 15
lastbilar. Flutningsupp-
gávurnar fevna um alt
landið.
Størv
Umsóknir um stuðul
til verkætlanir
Norrønt Atlantssamstarv (NORA) er stovnur undir
Norðurðurlanda Ráðharraráðnum,
ið hevur til
endamáls at menna og stuðla samstarvi á Norrønu
Atlantsleiðini millum Grønland, Føroyar, Ísland og
Noreg og grannaøkini hjá hesum londum. Serligur
dentur verður lagdur á at uppskotini til verkætlanir
koma frá vinnufyritøkunum sjálvum og at sambond
vera
skapt
millum
vinnufyritøkur
og
tey
granskingar- og menningar-umhvørvi, sum eru í
NORA londunum
Verkætlanir sum fremja samstarv, menning og
gransking, sum stuðla vinnulívinum á Atlantsleiðini,
verða raðfestar ovast. Dentur verður eisini lagdur á
at verkætlanirnar eru nýskapandi og hava flest
møgulig av londunum við í samstarvunum Stuðul
kann veitast til verkætlanir har privat vinnuvirki og
stovnar og almennir stovnar og granskingarstovnar
samstarva.
Stuðul kann veitast í mesta lagi 3 ár og er treytaður
av at onnur fígging fæst til verkætlanina.
Umsókn, skrivað á norðurlendskum máli, eigur at
fevna um:
• Stutt yvirlit yvir sjálva ætlanina
• Upphæddina,ið søkt verður um
• Heildarfíggjarætlan,ið vísir,hvørjir stovnar ella
einstaklingar taka lut í útreiðslunum og hvussu
fígging fæst til vega
• Upplýsing um fíggjarligu viðurskiftini hjá um-
søkjarunum og møguleikarnar fyri at megna sín
part av fíggingini
Navn/nøvn á ábyrgdarfólki fyri sjálva verkætlanina
Meira fæst at vita við at venda sær til Norrønt
Atlantssamstarv ella við at vitja heimasíðu okkara
http:www.nora.fo
Stuðulsumsóknir skulu vera stovninum í hendi í
seinasta lagi 1.apríl 2001.
Umsóknir verða sendar til:
NORRØNT ATLANTSSAMSTARV
Bryggjubakki 12 · Postboks 259 · 110 Tórshavn
telefon:314028 · telefax:310459
e-mail:nora@nora.fo · heimasíða:www.nora.fo
Prsir viÝ litmyndum
verÝa sendir kring
landiÝ og til tlandiÝ
Til útisetar í Danmark
Vit kunnu seta gravsteinar upp
Danmark uttan eyka kostnaÝ
Tel. 318323
Tel. 447512
Tel. 217512
Fax 449961
www.danstein.fo
Sosialurin - 311820
Lesið
-tað
loysir
seg
Sjóvinnubrøv
Sjóvinnufyrisitingin boðar frá, at tey sjóvinnu-
brøv,sum geva rættindi sum yvirmaður umborð á
einum handilsskipi í altjóða sigling, skulu í
seinasta lagi 1. februar 2002 vera skift út til tey
sokallaðu STCW-95 sjóvinnubrøv.
Treytirnar fyri at fáa tey nýggju sjóvinnubrøvini
eru:
Navigatørar:
•
prógv fyri loknað útbúgving á sjómansskúla
•
siglingarbók ella aðra váttan um siglingartíð
við handilsskipum
•
galdandi heilsuprógv fyri sjófólk
•
GMDSS-GOC ella ROC-prógv
•
passmynd
•
navigatørar,ið hava staðið skipara- ella
stýrimansprógv áðrenn 1991,skulu harafturat
hava lokið skeið í vandamilkum farmi
•
ARPA-simulatorskeið
Maskinmeistarar:
•
prógv fyri loknað útbúgving á maskin-
meistaraskúla
•
siglingarbók ella aðra váttan um maskin-
tænastu umborð á fiski- ella handilsskipum
•
galdandi heilsuprógv fyri sjófólk
•
passmynd
GMDSS-Radioprógv til nýtslu umborð á
handilsskipum í altjóða sigling:
•
galdandi GMDSS-GOC ella GMDSS-ROC prógv
frá Radioeftirlitinum
•
galdandi heilsuprógv
•
passmynd
Teir navigatørar, sum ikki hava staðið radar-
simulatorskeið ARPA, fáa árit um, at sjóvinnu-
brævið ikki gevur rættindi umborð á skipum,sum
hava hesa útgerð.
Viðkomandi má persónliga møta upp eftir nýggja
sjóvinnubrævinum fyri samstundis at undirskriva
hetta.
Roknast má við einari ávísari avgreiðslutíð og
verður tí heitt á teir persónar, sum hetta viðvíkur,
um at fáa skift tey gomlu sjóvinnubrøvini út sum
skjótast.
Kravt verður ikki, at teir persónar, sum sigla
við fiskiskipum, skulu umbýta síni sjóvinnu-
brøv.
Víst verður annars til kunngerð nr. 50 frá 12. mai
1999 um sjóvinnubrøv og útbúgvingarkrøv til
sjófólk.
Tórshavn tann 1.februar 2001
Sjóvinnufyrisitingin
Yviri við Strond 19
100 Tórshavn
Fiskimálastýrið
Sjóvinnufyrisitingin
Frá Fuglafjarðar
Arbeiðskvinnufelag
Ársaðalfundur felagsins verður á Muntra 24.02.
Skrá samb.lóg felagsins.
Nevndin
Sandvíkarhjalli • Tel. 315600 • Fax 318008
Bjargingarútgerð
til skip og bátar
Sosialurin - 311820
Tosið við okkum!
• Bjargingarbátar
• Yvirlivilsisdraktir
• Flótidraktir
• Flótdraktir
• Bjargingarvestir
• Bjargingar kransar
• Neyðrakettir
• Hondbluss
veitst tú ikki tað?