Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. februar 2001síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 24 - 3. februar 2001 27 26 Sosialurin Nr. 24 - 3. februar 2001 29. mai skulu veljararnir her á Bornholm taka støðu til, um oyggin skal leggjast saman til eina kommunu og eina fyrisit- ingarliga eind, sum so eisini fevnir um amtið. Fyri kommunusamanlegg- ingina í 1971 vóru 21 komm- unur á Bornholm. Nýggja kommunulógin tá hevði við sær, at Bornholm gjørdist til eitt lítið amt og fekk fimm kommunur Undan kommunulógini tá var drúgt orðaskifti. Summi hildu, at fimm kommunur vóru ov nógvar, onnur hildu, at tað vóru ov fáar. Men Innanríkisráðið helt at enda, at passaligt var við fimm kommunum og einar amtskommunu. Henda skipan hevur so virkað í smá 30 ár. Men 30 ár er long tíð. Í hesi ár hevur staturin álagt kommunum nógv fleiri upp- gávur. Umhvørvismál, eftirlit av ymiskum slag, sosialmál í stór- an stíl umframt mangt annað. Fyri tær smáu kommunurnar hava hesar uppgávurnar verið ógvuliga tyngjandi bæði tí, at ofta er trot á manning til at loysa hesar uppgávur á nóg høgum fakligum støði, men eisini tí, at tær eru kostbarar at loysa. Tað vóru helst samfelagsligu broytingarnar við størri upp- gávum til kommunurnar, sum fyrist í nítiárunum settu ferð á orðaskiftið um at gera alla oynna til eina kommunu. Í mong av teimum fyrstu árunum vóru brogarstjórar og kommunupolitikararnir ímóti at tosa um at leggja kommunur saman. Gitast kann um, hví júst hesin partur av borgarunum vóru ímóti, men veruleikin er, at júst hesir borgararnir, sum eisini sita við fíggjarligari ábyrgd, hava broytt meining seianstu árini. Nú er ongin teirra beinleiðis ímóti, og teir eru samdir um, at ein fólkaatkvøða skal vera 29. mai. Tað er ikki heilt víst, at argu- mentini hjá teimum, sum vilja hava samanlegging, er orsøk til nýggju kósina. Meira hugsandi er, at fíggjarligir veruleikar í smáu kommunum hava havt størri ávirkan. Tá ið eg fylgi við í orðaskift- inum á Bornholm, so kann eg ikki lata vera við at hugsa um tær mongu føroysku kommun- urnar. Munurin millum tær donsku og tær føroysku er helst, at í Føroyum tekur landið sær av mongum uppgávum, sum í Danmark liggja hjá kommunum ella amtskommunum. Kortini er tað helst so, at summar av føroysku kommun- urnar eru ov smáar, eisini til smærri kommunalar uppgávur, sum kortini krevja meira og meira fakligt. Orðaskiftið um at leggja før- oysku kommunurnar saman og lógararbeiðið er í gongd, havi eg skilt. Tað verður stuttligt at síggja, um samfall er í føroyska forarbeiðnum og ta frágreiðing, Kommunernes Landsforening hevur gjørt um Bornholm. Fyri einstaka borgaran er tað als ikki vist, at alt verður betri, um kommunurnar verða størri. Tað verður longri millum borgaran og fyrisitingina og millum borgaran og politikaran. Frágreiðing um Bornholm vísir eisini, at ein skal ikki rokna við, at tað verður bíligari í skatti. Hvat er so at vinna? Jú, tað eru nøkur ting. Fyrst og fremst at tað skulu færri pol- itkkarar til. Tað er kanska ikki ein fyrimnur fyri demokratiið, men tað ger kanska, at summar avgerðir verða tiknar á einum eitt sindur hægri støði. Ein annar fyrimunur á Born- holm tykist vera, at myndug- leikarnir fara at geva øllum borgarum eins viðgerð uttan mun til, hvar á oynni teir búgva. At tað so eisini verður møgu- ligt at gera eina tekniska fyri- siting í staðin fyri seks (fimm í kommunum og ein í amts- kommununi), eina mentunnar- fyrisiting, eina sosiala fyrisiting o.s.fr. eigur eisini at hækka fak- liga støðið. Tað er sjálvandi ikki lætt at taka dagar ímillum, hvat besta loysnin er, men her verður spennandi at síggja, hvussu loysnin verður, og hvat veljar- arnir siga 29. mai. Ætlanin er, vísir fólkaatkvøð- an ja, so verður vanligt komm- unuval í november, og nýval til samlaða Oyggjaráðið næsta heyst. Og so verður Bornholm ein kommuna og ein fyristing- arlig eind fra 1. januar 2003. Bornholmarar velja TELDUBRÆVIÐ FILMUR Joan Mikkelsen Filmurin er um ein mann, Maximus Decimus Meri- dius, ið er herførari hjá tí rómverska herinum. Keis- arin í Róm Markus Cæsar liggur fyri deyðanum og hann biður Maximus ansa eftir ríkinum, til senatið kann stýra aftur. Tá sonur keisarans Commodus hoyr- ir hetta, sendir hann ein her inn í bygdina, har húskið hjá Maximus býr og drepur bæði konu og son Maximus. Tá Maxi- mus sær hetta, leggur hann seg at doyggja. Men tá koma trælahandlarar og taka Maximus og selja hann. Ein tilkomin gladia- torur keypir Maximus og venur hann at gerast gladiatorur. Maximus og fleiri aðrir trælir skulu berjast móti stórum, sterk- um monnum, men Maxi- mus biður teir halda sam- an, tí so skal alt ganga gott og tað ger tað eisini. Maxi- mus og hinir trælirnir vinna. Commodus vil fegin møta tí stóra gladiatorinum og tað sleppur hann eisini. Men hann verður skelkað- ur, tá hann sær, at tað er Maximus Decimus Meri- dius. Maximus skal so berjast ímóti tí einasta ósigraða meistaranum, sum er Tigris úr Galliu, men Maximus veit ikki, at hetta er partur í eini avtalu hjá Commodus, sum nú er vorðin keisari. Meðan teir berjast koma tveir tikarar upp úr arenuni og eru við í bardaganum. Maximus vinnur á Tigris og tað dám- ar ikki konginum. Filmurin endar við, at Maximus og Commodus skula berjast. Áðrenn teir byrja, stingur Commodus Maximus í síðuna, fyri at gera tað truplari hjá Maximus at berjast. Maximus drepur Commodus og alt verður kvirt í arenuni, men Maxi- mus er illa fyri, hann fellir og doyr. Maximus kemur so í himmalin til konuna og sonin, og allir trælirnir vera latnir leysir. The Gladiator fekk Golden Globe virðislønina fyri besta film. Hetta er sum oftast ein ábending um, at filmurin eisini fær eina ella fleiri Oscarvirðis- lønir. Filmurin fæst til keyps í fleiri útgávum t.d. á video og DVD. Á special edition útgávuni er film- urin 3 tímar og 22 minuttir langur. Hann hevur fingið framúr ummæli í flest øll- um bløðum. Eg haldi, at hetta er ein ógvuliga áhugaverdur filmur, sum man kann hyggja eftir fleiri ferðir. Hetta er ein av teimum bestu filmum, ið eg havi sæð, men eisini ein av teimum longstu, ið eg havi sæð. Fra: Árna Gregersen, argr@tv2bornholm.dk Dato: 30.01.01 Til: birgir@sosialurin.fo Emne: VIKUSKIFTI TÓNLEIKUR Jógvan Kruse Limp Bizkit hevur aftur givið út eina stak góða fløgu. Hendan nýggja fløg- an eitur »Chocolate Star- fish and the hot dog flav- ored water«. Eftir at hava spælt í fleiri ár, blivu teir kendur við síðstu fløguni, teir góvu út. Hon æt »Significant Other« og har var megahittið »Nookie« og »Break stuff« við. Tað besta lagið á hesi nýggju fløguni er »Rollin’ (Urban Assault Vehicle)«, haldi eg, ið hvussu er. Júst nú hevur eisini Papa Roach givið út eina spild- urnýggja fløgu, sum eitur »Infest«. Papa Roach er eitt nýtt orkestur, sum hev- ur klárað seg sera væl í ár. Í USA eru teir nummar fimm á almenna hitlistan- um við sanginum »Last Resort«, sum er av hesi somu fløguni »Infest«. Ein føroysk fløga telist eisini millum tríggjar tær bestu hjá mær beint nú. Tað er fløgan við Eyðuni og Terja »Eitt nummar... og seytjan onnur«, sum Trý’- arin gav út. Og tað hava teir báðir gjørt aftur við hesari fløguni. Eitt fínt »Nummar«. Bestir eru sangirnir »Afrodite« hjá Eyðuni og »Eg flýggi til tónleikin« hjá Terja. Tríggjar tær bestu 3 tær bestu fløg- urnar beint nú eru Limp Bizkit, Papa Roach og Eyðun & Terji, heldur 15 ára gamli Jógvan, sum gongur í 9. b flokki í Eysturskúlanum The Gladiator Joan Mikkelsen, sum gongur í 10.a í Argja skúla, er í starvsvenjing á Sosialin- um. Joan hevur hugt at filminum »The Gladiator«, ið hevur vunnið Golden Globe virðislønina sum besti filmur Dagrøktin í Leirvík søkir eftir dagrøktarmammu og einum fólki at ansa eftir børnum í spælistovuni. Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til leiðaran á tlf.443 251. Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 12.februar 2001. Dagrøktarskipanin í Leirvík Postrúm 42 520 Leirvík Ársaðalfundur Ársaðalfundurin hjá Felagnum Tórshavn verður sunnudagin 25.februar kl.15.00 á Hotel Hafnia Uppskot til mál, ið ynskjast viðgjørd á aðalfund- inum skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi hósdagin 15.februar. Dagsskrá fyri ársaðalfundin verður send limum felagsins í brævi sambært viðtøkum felagsins. Nevndin Felagið Tórshavn Kunningarstovan · Postboks 379 · 110 Tórshavn P/F ALMA Maskinverkstaður & Smiðja Leiðarastarv Til at byggja upp service-verkstað okkara, verður søkt eftir manni við relevantari útbúgving, og sum hevur dirvi til at taka ímóti eini stórari avbjóðing. Starvslýsing: Uppgávan verður at • byggja upp ein vælvirkandi service-verkstað • savna,samansjóða og leiða eitt vælvirkandi team • gera service-avtalur við viðskiftafólk • røkja verandi kundabólk til lítar • samstarva við okkara framleiðarar • samstarva við leiðsluna • stýra fíggjarliga raksturin av verkstaðnum. Førleikar: Vit kundu hugsað okkum ein mann við útbúgving sum maskinverkfrøðingur, ella tilsvarandi ástøði. Helst við praktiskum royndum, ella praktiskari grundútbúgving. Umframt á norðurlendsku málun- um má viðkomandi eisini kunna samskifta í skrift og talu á enskum. Samstarvsevnir til allar síður verður raðfest frammarlaga, umframt at kunna taka sjálvstøðugar avgerðir. Lønar- og setanarviðurskifti: Starvið er ikki eitt 8 til 16 starv. Lønar- og setanarviðurskifti eftir avtalu. Er hetta nakað fyri teg,ert tú vælkomin at senda eina skrivliga umsókn við c.v. til okkara áðrenn 1. mars 2001,við áskriftini: att.: Eyðun Waagstein - Leiðarastarv Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Vit umboða, selja og servicera maskinur, útgerð til maskinur, motorar og generatorsett. Eitt nú Cater- pillar, MaK, Atlas Copco, Epoke, Erlau, RUD, Bucher - Schörling,Grove o.a. P/F ALMA Maskinverkstaður & Smiðja á Sandvíkahjalla 15 Postboks 1338 FO-110 Tórshavn Tlf.315890 Frá S&K-felagnum Aðalfundur felagsins verður á Hotel Hafnia,Tórs- havn leygardagin 17.februar 2001,kl.16.00 við hesi dagsskrá: 1. Frásøgn formansins frá farna ári 2. Roknskapur til góðkenningar 3. Val av tveimum nevndarlimum og tveimum tiltakslimum 4. Lógarbroytingar 5. Innkomin uppskot 6. Ymiskt,m.a.fyrilestur við Bergi Godtfred. Uppskot til viðgerðar á aðalfundinum skulu vera felagnum í hendi 8 dagar áðrenn aðalfundin. Eftir fundin bjóðar felagið nátturða. Nevndin Bilur við skaða til sølu Merki: Toyota Corolla 1.6 H/B – 3 hurðar Árg.: 28.06.2000 KM.: 9.300 Eyka útgerð: Sentrallás og fjarstýring. El-rútar, ABS bremsur, el-spegl við hita. Airbags og síðu- airbags. Motorur: 1587ccm, 81kW, 6 gear. Lak: metal. Bilurin verður seldur sum hann stendur nú. Tlf.345600 – lokal 728 fax nr.345607 at hitta millum kl.13.00–15.00 Bókhald Føroya Shell søkir starvsfólk til bókhaldið á høvuðsskrivstovuni í Tórshavn. Arbeiðið fevnir um: • ábyrgd av ognara- og skuldarabókhaldinum • vera við til at gera mánaðarroknskapir v.m. • avgreiðslu av viðskiftafólki • annað fyrisitingararbeiði Vit vænta at tú: • hevur HA,HH ella líknandi útbúgving • hevur royndir innan bókhald og skrivstovuyrkið • er hollur teldubrúkari • hevur innlit í roknskaparlig viðurskifti Vit kunnu bjóða: • eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv við avbjóðingum • møguleikar fyri útbúgving og persónligari menning • góða løn við eftirlønarskipan í samsvar við útbúgving og royndir. Hevur tú hug at vita meira um starvið, ert tú væl- komin at ringja á telefon 34 74 00 lokal 213. Fyri- spurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnaði. Umsókn við prógvum og viðmælum, merkt »bókhald« skal sendast til P/F Føroya Shell,Postboks 188, 110 Tórshavn, og má vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 19.februar 2001. Sethús úti í Grønlandi í Havn Húsini standa í Krosslíð 9 Byggiár: 1967 Stødd: 70 m2 í tveimum hæddum við innrættaðum kjallara. Grundøki: 485 m2 til sølu um hóskandi boð fæst. Tlf.312802 Málaraarbeiði Eg átaki mær alt innandura málaraarbeiði. Uni Nielsen,málari Tlf.222103 · 318274