Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. februar 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Nr. 24 - 3. februar 2001 25 gult cyan magenta svart 24 Sosialurin Nr. 24 - 3. februar 2001 er undirmett líkasum bass- spælið hjá Paul. Paul var ein av teimum mest skap- andi bassistum nakrantíð, og helvtin av tí bassspæli, tú hoyrir í dag, er beinleið- is tikið frá The Beatles tíðarskeiðnum. Paul helt aldrin nógv um sítt egna bassspæl. Á øllum øðrum økjum er hann ein stórur egoistur, men tá tað snýr seg um hansara bassspæl, so er hann altíð eitt sindur lítilátin. Eg eri tað, tú kanst kalla ein primitivur tónleikari. Í aðrari merking: Eg eri óskúlaður. Eg arbeiddi ongantíð so nógv við mín- um ljóðføri. Eg gjørdi bara nóg mikið til at kunna gera tað, eg vildi gera, sum var at úttrykkja meg sjálvan. GEORGE: Eg brúkti ein Stratocaster Rubber Soul tíðarskeiðið á »Drive My Car« og slíkum sangum. Eg brúkti hann rættiliga fitt seinni eisini, tá eg byrj- aði at spæla slide guitara síðst í 60’unum fyrst í 70’unum. PAUL: Eg hevði ein bí- ligan Elpico guitar, sum brotnaði. So har stóð eg í Hamburg við ongum ljóð- føri. Eg varð tvingaður at spæla á eitt klaver, sum tey høvdu standandi í Kaiser- keller. Tað var eitt rættiliga gott tíðarskeið fyri meg, og eg haldi, at eg menti mítt klaverspæl rættiliga fitt hesa tíðina. Av tí, at eg hevði ongan guitara, end- aði eg av berum kleyvar- skapi við at vera eitt sindur betur klaverspælari enn hinir. Men akustiskur guitari er veruliga mítt høvuðsljóð- føri, av tí orsøk, at eg byrj- aði sum guitarspælari. GEORGE: Nú finnast 59 ymsar støddir av guitar- streingjum. Hjá okkum var tað: »Kann eg lána onkrar av tínum streingjum?« Eg haldi ikki, vit so frætt sum kendu munin á akkustisk- um- og elektriskum guitar- streingjum. Teir vóru allir sum telegraf veirar undir øllum umstøðum, sera tjúkkir, so tað var ikki hugsandi at benda teir. RINGO: Fyrst spælir tú ókeypis, hvar tú so kanst koma til tað í heiminum. Síðani byrjar tú at spæla í klubbum og at stríðast fyri at verða rindaður afturfyri. Síðani fer tú at spæla á dansistøðum, og brádliga er tú í høll við eini sitandi fjøld (tað helt ikki leingi). Eg elskaði leikhúsini, og tað geri eg framvegis. Mær dámar best at spæla støð so sum Radio City Music Hall. Mær dámar sam- bandið við áhoyrararnar. Vit mistu sambandið, tá vit fóru at spæla á leikvøllum. Eg havi í roynd og veru ongan hug at spæla slík støð nakrantíð aftur. Tað var spennandi í 1964, tí vit vóru teir fyrstu at gera tað. Nú á døgum dámar mær onki at fara at lurta eftir bólkum, sum spæla á leik- vøllum. Tað er sum sjón- varp – tú kanst eins væl bíða, inntil videoin kemur út. GEORGE: Brian fekk ikki serliga góðar avtalur í hús. Í áravís gav EMI okk- um ein gamlan penny at býta okkara millum fyri hvørja selda singleplátu og tveir fyri hvørja LP-plátu. So var tað fiaskoin, tá fað- ir Brian avreiddi burtur rættindini til Beatles sølu- prýði. Hansara faðir hevði onga heimild at geva burt- ur slík rættindini, kortini gav hann tey til onkran mann, sum avreiddi tey víðari til onkran annan, sum seldi tey víðari til uppaftur onkran annan. Høvdu vit í 1962/63 vitað, tað vit vita nú ella bara so frægt, sum vit vistu í 1967, so hevði tað gjørt veruligan mun. PAUL: Brian gjørdi nakrar ússaligar avtalur okkara vegna, og hann kroysti okkum inn í lang- tíðar trælaavtalur, sum eg framvegis livi undir. Fyri »Yesterday«, sum eg skriv- aði fullkomiliga einsamall- ur uttan hjálp frá nøkrum, eigi eg 15 prosent. Til henda dag fái eg framvegis 15 prosent orsakað av av- talunum, sum Brian gjørdi, og tað er ikki serliga rætt- víst, serliga tá havt verður í huga, at tað er kanska ald- arinnar hitt-lag. JOHN: Vit prátaðu ong- antíð um pengar. Vit vóru bara eitt sangskrivarapar. Vit byrjaðu, tá vit vóru sekstan og vit avgjørdu, at vit vildu kallað teir fyri Lennon/McCartney, og vit søgdu »her er ein sangur, vit skrivaðu«. PAUL: Eg minnist, hvussu vit ikki fingu loyv- ið at fara inn í kontrolrúm- ið í Abbey Road. Tað vóru vit og teir. Teir høvdu hvít- ar skjúrtur og slips í kon- trolrúminum, teir vóru vaksnir menn. Aftan fyri í gongunum og smárúmum gingu menn í búnum, funktionerar og teknikkar- ar, og so vóru tað vit, ar- beiðsmenninir. Vit gingu inn gjøgnum dyrnar hjá arbeiðsmonnunum og fingu hjálp at seta ljóðfør- ini upp frá hjálparfólkum har. Soleiðis var tað tá, og hetta helt sær heilt fram til Sgt. Pepper. Vit vóru arbeiðsmennin- ir, sum við smáum fetum tóku yvir verksmiðjuna. Til endans høvdu vit ræðið á øllum bygninginum. Tað vóru bara vit, nøkur upp- tøkufólk og ein duravørður har, meðan vit tóku upp. Ongin annar var har. Tað var ótrúligt bara at ganga runt og fáa sær ein royk í ekkórúminum. Eg haldi, vit kendu staðið betur enn stjórin í felagnum, tí vit livdu har. Eg fekk mær eini hús beint við. Mær dámdi so væl at vera har, at eg kundi verið har altíð. JOHN: Soleiðis var tað við The Beatles: Teir hildu seg ongantíð bara til ein stíl. Ongantíð spældu teir bara blues, ella bara rock. Vit elskaðu alskyns tón- leik. Longu tíðliga gjørdu vit »In My Life«, »Anna« og aðrar balladir. Eg hevði eitt meira rockutt image, men um tú hyggur eftir Beatles løgunum, so havi eg líka nógv sentimental ting sum Paul. Mær dámar tað líka væl sum hann. PAUL: Eg kundi ofta vera við skerdan lut mót- vegis tí ráa John. Men tað kundi eisini venda hinveg- in. Fólk hava ofta lyndið at hava eina ávísa fatan, men John kundi eisini vera tann bleyti, og eg kundi standa fyri tí hørðu linjuni. (Eitt, mær ikki dámdi vit filmin- um Backbeat var, at tey lótu typina, sum ímyndaði John, syngja Long Tall Sally. Eg var ovfarin. Tað var altíð eg, ið sang tað lagið. Eg og Little Ric- hard.) Tað er stuttligt at hugsa sær. Eg hevði orð á mær at vera tann melodiski, bleyti, meðan John var tann harði og beiski. Tað var eitt slag av yvirfladiskum sannleika í hesum, men eitt av hans- ara yndisløgum var »Girl Of My Dreams«. RINGO: Nógvar av kendu stjørnunum dámdu væl okkum. Shirley Bassey var ein stór stjørna, og hon plagdi at koma at lurta eftir okkum. Alma Cogan bjóðaði okkum altíð til sínar veitslur. Eg minnist ikki til ov nógvar artistar, ið ikki dámdu okkum – burtursæð frá Noel Co- ward, ið gjørdi um seg við síni »no talent« viðmerk- ing. Vit fingu lønt honum seinni, tá Brian kom til okkum og segði: »Noel Coward er niðriundir, og hann vil heilsa upp á tykkum« – »fuck off!« Vit vildu ikki hitta hann. Eg meini so við: »Skrubba av, Noel.« JOHN: Vit eru komnir at kenna nógv fólk, síðani vit gjørdust kendir, men vit hava ongantíð verið førir fyri at halda tey út í longur enn ein til tveir dagar. Nøkur hanga uppi í eitt sindur longur, kanska nakrar fáar vikur, men so heldur ikki meira. Tey flestu fólkini røkka okkum ikki. Vit kunnu ikki vera saman við nøkrum í langa tíð uttan so, at tey eru okk- ara vinir, tí vit eru so tætt knýttir. Vit práta í kodum við hvønn annan. Tað gjørdu vit altíð, tá fremm- and vóru í nánd. GEORGE: Vit vóru greiðir um, at Ed Sullivan var tann stóri sjónvarps- verturin í USA, tí hann fekk kort sendandi frá El- vis. Og eg havi hoyrt, at meðan sendingin var víst, so var ongin fráboðan um kriminalitet, sjálvt brots- menninir hildu frí hesa løtuna. PAUL: 73 milliónir fólk hugdu eftir sendingini. Hetta er framvegis mett at vera eitt tað størsta hyggj- aratalið nakrantíð. JOHN: Vit lærdu spæli- reglurnar, vit vistu, hvussu vit skuldu handfara fjøl- miðlarnar, tá vit lendu. Bretsku fjølmiðlarnir eru teir ráastu í øllum heim- inum – vit kundu klára, hvat tað skuldi vera. Eg veit, at eg umborð á flog- farinum hugsaði »vit fara ikki at klára tað«, men tað er tann síðan av mær. Vit vistu, at vit kundu sópa alt undan okkum, um vit fingu gott festi. Eg havi onki ímóti, at fólk seta niður á okkum, tí um øll veruliga dámdu okkum, so hevði tað verið trist. Tú skalt hava fólk, sum eisini finnast at tær. Tað verður so tannleyst, um øll bara gerast púrasta bergtikin og siga »tit eru fantastiskir«. Okkum dám- ar væl nakrar av atfinning- unum eisini, tær kunnu vera rættiliga stuttligar, ið hvussu er tann snildi kri- tikkurin og ikki tann, sum kemur frá fólki, ið ikki ána hvat tey tosa um. RINGO: Tá tað snúði seg um mína familju, so kundi tað vera líkamikið, at vit nú vóru kendir í Amerika. Vit vóru stórir í Liverpool, og tað var nóg mikið fyri tey. Aftan á tað, var tað bert ein spurningur um at halda á. Tey løgdu onki serligt í tað. Eg meini: Tá tú einaferð hevði spælt í Palladium, so var tú nakað serligt í familjuni – fyri tey var tað tað. JOHN: Pauli og mær dámdu rættiliga væl at skriva tónleikin til filmin (A Hard Days Night). Tað vóru løtur, har vit hildu, at vit fóru aldrin at fáa tíð at skriva tað, sum skuldi skrivast. Men tað gekk. Har eru fýra løg, mær dámar veruliga væl »Can’t Buy Me Love«, »If I Fell«, »I Should Have Known Better« og »Tell Me Why«. PAUL: Tað var ikki van- ligi arbeidshátturin, tí vit skrivaðu ikki sangir eftir boðum. Vanliga, so settu John og eg okkum niður, og komu vit at hugsa um okkurt, so skrivaðu vit um tað. Men Walter Shenson spurdi John og meg, um vit kundu skriva ein sang, ið var ætlaður til byrjan og enda á filminum. Vit hugs- aðu um tað, og tað tóktist løgið at skriva eitt lag, ið kallaðist »A Hard Days Night« – tað ljóðaði løgið, men vit vendu tí til eitt hugskot um, at tað hevur verið »a hard days night« og vit hava arbeitt allan dagin, og nú skulu heim til okkara gentu og alt er fínt. The Beatles í hita... TÓNLEIKUR Niclas Johannesen 3. partur RINGO: Eg havi bert eina reglu, og tað er at spæla við sangaranum. Um sang- arin syngur, so nýtist tær ikki at gera nakað, bara halda saman upp á tónleik- in. Um tú lurtar eftir mín- ari spæling, so royni eg at spæla ta kensluna, sang- urin hevur. Sum til dømis »Four thousand holes in Blackburn Lancashire« – boom ba boom. Eg royni at vísa tað. Trummu fyllini eru partur av tí. Nakað annað er, at eg spæli ong- antíð tann sama trummu sequensin tvær ferðir. Líkamikið hvat fyri rytmu, eg royni at spæla, so kann eg ongantíð gera tað sama tvær ferðir, tí eg spæli við míni sál heldur enn við mínum høvdi. Tað áhugaverda við The Beatles var, at tað var tele- pati okkara millum. Vit vóru allir saman um at fáa tónleikin á flog – ella ikki. Ongantið áður ella síðani havi eg upplivað nakað líknandi. Fyrstu tíðina varð ofta sett niður á meg. Tað var líkasum: »JOHN, PAUL, GEORGE… og Ringo« Serliga í Bretlandi. Og til henda dag finnast tónleika- kritikkarar, sum ikki veru- liga virðismeta mítt trummuspæl. Men tá vit fóru til Amerika, var tað deiligt, tí trummuspælarar so sum Jim Keltner (sum framvegis er mín farvoritt trummuspælari) plagdu at siga »Wow!« So tá til stykkis kom, var tað betri at verða virðismettur av øðrum tónleikarum heldur enn fjølmiðlafólki. JOHN: Ringo er ein ser- stakliga góður trummu- spælari. Tað hevur hann altíð verið, men eg haldi, at trummuspælið hjá Ringo The Beatles um The Beatles Ongantíð fyrr er bók útgivin, har beatlarnir sjálvir siga gott fyri hvørjum orði. Men nú er bókin The Beatles Anthology komin út kring allan heim. Fyri Sosialin hevur Niclas Johannesen hugt í bókina ESPERANTO Jeffrei Henriksen Summir málfrøðingar vilja vera við, at um eini 100 ár eru helmingurin av teimum o.u. 6000 tungumálunum, ið eftir liva í heiminum, deyð. Og tað er ikki bert málini, ið doyggja; eisini øll tann fjølbroytta mentan, ið livir og er treytað av einum máli, doyr við tí. Berið saman við tað, ið Tórður Jóansson hesa sein- astu tíðina hevur skrivað í Málhorni sínum í Skáan- um. Vandin er tann, at málið hjá teimum, ið politiska og fíggjarliga valdið hava, trokar seg inn á málið hjá teimum minni mentu, ikki tí at tað málsliga er nakað betri, men stutt sagt tí at tað umboðar vald. Kortini kann vera líkt til, at rákið brátt kann fara at venda; helst tá ið rættiliga illa stendur til, er tað, at »blindir fáa megi at lata eygu sundur,« sum Chr. Matras yrkti á sinni. Hugsjónin hjá esperant- istum er, at øll skulu hjálp- ast við sínum egna móður- máli og so einum uttanvelt- aðum, lættlærdum fremm- andamáli. Fyri tí er ikki sagt, at ein og hvør ikki eisini kann læra onnur tungumál eftir tørvi. Avgjørdur tørvur er á einum millumtjóðamáli so klárum og greiðum, løttum og einfaldum sum møgu- ligt. Tað mál, ið best lýkur hesar treytir, er esperanto, sum harumframt er uttan- veltað og valdleyst. Spurningurin er ikki, um esperanto nakrantíð verður nakað millumtjóðamál. Es- peranto er eitt millum- tjóðamál og verður nýtt sum millumtjóðamál. Lee Chong-Yeong í Ko- rea, professari í fíggjar- frøði, sum nú er formaður í UEA (Universala Esper- anto-Asocio), sigur, at es- peranto í løtuni hevur stóra framgongd í Asia; espe- ranto er einki frítíðarítriv, men ein djúptøkin og rós- verd rørsla fyri friði og mannakærleika. Og lætt er tað at læra. Tað var ikki bert reyp, tá ið navnframi íslendski rit- høvundurin, Halldór Kiljan Lacness, segði seg hava lært seg esperanto-málregl- urnar ein part av einum degi. Tann ið lærir seg tær 3 blaðsíðurnar um hetta málið í nýútkomna føroyska esperanto-orða- listanum (esperantobókin II), hevur ognað sær tann neyðuga forkunnleikan. Men rímiliga er tá eftir at venja seg at nýta málið; tað kann gerast við sjálvur at lesa Esperantobókina, sum Føroya Skúlabóka- grunnur gav út í 1987 og sum framvegis er at fáa, har ið málreglurnar verða viðgjørdar so við og við hvør sær. Eisini ber til at læra málið á ymiskum skeiðum ella á sjónbandi. • Esperanto gevur betur enn nakað tjóðmál ein fjøl- broyttan møguleika at sam- skifta við ymisk fólkasløg um allan heim. • Esperanto gevur ein- faldan møguleika at kunn- ast við aðrar bókmentir og mentan, sum eru lítið og einki kend um okkara leið- ir. • Esperanto verjir móti málsligari og harvið polit- iskari og mentanarligari imperialismu. • Umframt at hóska væl til teldusamskifti hevur es- peranto við sínum einfalda neyvleika víst seg at royn- ast stak væl sum millum- liður í teldutýðingum úr einum tjóðmáli í annað. • Esperanto økir eisini stórliga almennan mál- kunnleika og førleika, so at tað gerst lættari at læra onnur fremmandamál og enntá at fata og nýta sítt egna móðurmál. – Hetta alt er ætlanin at koma aftur til í eini lítlari greinarøð um esperanto. Tú fært eisini meir at vita um esperanto á inter- netinum, http://www.- esperanto.net – á donskum ella helst á svenskum. MÁL OG VALD. Øll tann fjølbroytta mentan, ið livir og er treytað av einum mál, er kanska burtur um hundrað ár, siga granskarar. Tí mál er vald, sigur Jeffrei Henriksen í hesi fyrstu grein um Esperanto Millumtjóðamál Avjgørdur tørvur er á einum millumtjóðamáli, sigur Jeffrei Henriksen, sum fyri jól varð heiðraður við sømdargávu Kristiani av Brekkumørks Mynd: Jens Kr. Vang ...The Beatles í kulda